fríggjadagur 1. oktober 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
26
Sosialurin
Kjak
Dagfinnur Danbjørg
Fíggjarmálaráðharrin var skjótur at samanlíkna
Eik´s ávirkan av føroyska samfelagnum og javnseta
hana við við ávirkanina av Den Danske Bank og
Nordea í Danmørk. Og tað var uttan iva fyrsta
fyrireiking av at fáa fólkið at eta komandi kamelarnir
og lata upp til 600 lántar mill. kr. - úr landskassanum,
ið eftir fíggjarmálaharrans mátistokki svara til 60
milliardir danskar krónur úr danska statskassanum
til nevndu tveir donsku bankarnir, men hesa saman-
bering fer hann helst ikki at gera, tí hon tænir ikki
endamálinum.
Sjúkrahús,
skúlar,
bústovnar,
pensionistar,
sálarsjúk o.o.treingjandi hava staðið fyri skotum
leingi, tí tey vera søgd at vera ov dý fyri landskassar.
Lønmóttakarar vera kravdir eftir lønarsteðgi, meðan
skattir og avgjøld vera sett upp, samstundis sum
tað frammanundan er nógv dýrari at liva í Føroyum
enn í Danmark, sjálvt um Danmark telist millum tey
dýrastu londini at liva í.
Alt hetta og meira, ið eg kann venda aftur til,
meðan báðir stjórarnir fáa uml. 7,5 mill. kr. sum
fráfaringarheilsan fyri góða og trúgva tænastu út
av eggini svarar til eina samlaða lønmóttakaraløn
yvir 25 ár. Stik den.
Harra fíggjarmálaráðharri! Lætt er at rista breið-
ar reimar áannan mans húð, alt meðan tey seku, ið
hava skúma fløtan og framhaldandi ætla, at so skal
vera, telja mill. upp úr felagskassanum við tínum
vælsignilsi til nýggj ævintýr. Eg trúi, at tú hevði lært
av 90'unum, har fyrst og fremst tey áðurnevndu
bóru byrðarnar, meðan tey seku gingu frí. Men at
síggja til, so hevur tú einki lært og einki gloymt.
Alt er status quo. Tey privatu skúma fløtan, gjalda
tann skatt teimum lystir og brúka landskassan sum
sparigrís tá á stendur.
Harra fíggjarmálaráðharri! Kanningar vísa at alt
fleiri venda tær og tínum sokallaða arbeiðaraflokki
bakið, tí tey hava funnið út av, at lítil og eingin saman-
hangur er millum orð og gerðir. So áðrenn eingin sær
mun á tær og Jørgin, so átti tú kanska at hugt í spegli
og mint teg á, hvat tann flokkur, ið hevur borðið teg
til valdið, eigur at standa fyri bæði tá tað er silvitni,
men sanniliga eisini, tá ið brýtur í bæði borð og so
sett kós hareftir
Livandi síl svimja móti streyminum. Deyð reka
undan.
Harra
fíggjarmála
ráðharri:
60 milliardir
Síggi í blaðgrein at fyrrverandi
vinnumálaráðharrin hevur
fremstafingur á lofti mót-
vegis innlendismálaráðum
viðvíkjandi prinsippum um
almen útboð. Lætt er at hava
fingrar á lofti, men tað hevði
verið meiri hóskiligt, at fyrr-
verandi vinnumálaráðharrin,
nú løgtingskvinnan Bjørt
Samuelsen hevði tikið í egnan
barm og greitt frá, hví hon
ikki raðfesti at seta arbeiðið
í gongd við at smíða lóggávu
um alment útboð. Sitandi
vinnumálaráðharri hevur nú
sett hetta arbeiðið í gongd,
sum væntandi verður liðugt
innan stutta tíð, soleiðis at
vit fáa lógaráett krøv hesum
viðvíkjandi.
Eftirsum
vit
enn, ikki hava nakra lóg
um alment útboð, so hevur
Innlendismálaráðið
latið
gjørt reglugerð fyri stovnin
Landsverk, sum stendur fyri
stórum pørtum av almennu
íløgunum, har reglur verða
settar til stovnin um, at
alt arbeiði, sum stovnurin
stendur fyri skal bjóðast út
í almennum útboði, bæði
hvat viðvíkur projektering
og sjálva byggingina. Hendan
reglugerðin verður væntandi
sett í gildi innan stutta tíð,
eftir at hon hevur verið til
hoyringar hjá vinnuni.
Hvat viðvíkur Skálafjarð-
artunlinum, so kennir Bjørt
Samuelsen væl forsøgnuna
til hesa verkætlan. Tað var
longu í 2007, at Løgtingið
samtykti, at samráðast skuldi
við eitt ávíst partafelag
og ikki fleiri partafeløg og
somuleiðis stendur hetta
eisini beinleiðis skrivað í
samgonguskjalinum. Í lógar-
uppskotinum, ið varð sam-
tykt í Tinginum í vár varð
tó sett eitt evsta mark fyri,
hvussu leingi hendan sam-
ráðingartilgongdin
kundi
verða við hetta ávísa parta-
felagið. Hetta evsata mark
er 1. desembur í ár og um so
er, at sáttmáli ikki er undir-
skrivaður við hetta felagið,
verður heimilað landsstýri-
num at bjóða uppgávuna at
standa fyri hesari verkætlan
út alment. Hetta má á ongan
hátt skiljast sum, at projekt-
eringin og byggiarbeiðið ikki
verður bjóðað út við verandi,
tað verður tað sjálvsagt.
Fremstifingur átti
at vent inneftir
Annika Olsen
Landsstýriskivnna í innlendismálum
Hetta ljóðar sum skemt, og
tað er eisini skemt. Annita
á Fríðriksmørk endurtekur
í eini blaðgrein, at blokk-
stuðulin er bara 5 prosent av
føroyska búskapinum. Tað
heldur hon vera sera lítið, tí
har eru sum kunnugt heili 95
onnur prosent at taka av.
Men fyri at skera tað út
í papp, so er ”búskapurin”
ikki tað sama sum ”lands-
kassin”. Búskapurin (brutto-
tjóðarúrtøkan) er øll inntøkan
hjá
samfelagnum.
Hvør
króna, sum verður goldin fyri
okkara framleiðslu, telur við,
men tað er so grúvuliga langt
ífrá, at allar hesar krónurnar
enda í landskassanum.
Inntøkurnar hjá lands-
kassanum
eru
bara
ein
triðingur av bruttotjóðar-
úrtøkuni. Taka vit so ein
einstakan part av inntøk-
unum og rokna hann sum
prosent av øllum búskapi-
num, so verður talið sjálvandi
ógvuliga lítið. Og júst hesum
ger Tjóðveldi sær dælt av, tá
tey skulu greiða frá sínum
politikki.
Allar krónur telja
líka nógv
Tá Annita á Fríðriksmørk,
í 1998, bleiv politikari og
byrjaði at tosa um, hvussu
óneyðugur
blokkstuðulin
var, tá var blokkstuðulin
næstan líka stórur sum
skattainntøkurnar hjá lands-
kassanum. Hvussu heldur
Annita at tað hevði ljóðað,
um hon til dømis tá hevði
sagt, at nú skuldu føroyingar
gevast við at gjalda skatt, tí
landskassin hevði ikki brúk
fyri pengunum (teir vóru
jú bara nøkur fá prosent
av samlaða búskapinum)?
Sjálvandi segði hon ikki tað,
hóast hon bæði tá og nú sigur
nakað tað sama um blokkin.
Og eitt afturat: Flestu
pengarnir, sum ikki verða
kravdir inn í skatti, verða
vanliga brúktir í føroyska
samfelagnum, og tí koma
teir (bara nakað seinkaðir) í
landskassan millum annað
sum meirvirðisgjald. Men
pengar,
sum
landskassin
missir,
tá
blokkstuðulin
lækkar, koma als ikki inn
í føroyska samfelagið og
heldur ikki í landskassan.
So tá summi siga, at
landskassin ikki hevur brúk
fyri blokkstuðlinum, so er
tað líka ørt sum at siga, at
helvtin av øllum skattinum,
sum føroyingar gjalda til
landskassan, er til onga
nyttu.
Helvtin av skattinum
er til onga nyttu
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Sambært Tjóðveldi, fær tað ongan týdning fyri landskassan,
um skatturin lækkar við 50 prosentum