fríggjadagur 1. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
28
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
– Vit gleða okkum allir at fara í
Gundadal í morgin. Tað sigur NSÍ
venjarin, Pauli Poulsen, vegna seg
sjálvan og sínar spælarar, nú tað
av álvara stundar til toppbrakið í
morgin millum HB og NSÍ.
Bæði NSÍ og HB hava 45 stig,
og tað er einki at liggja omaná, at
um annað liðið í morgin vinnur øll
stigini í Gundadali, so fer tað liðið
undan tveimum teimum síðstu um
førunum at hava beina kós ímóti
meistaraskapinum.
– Tað eru níggju stig eftir at
spæla um, og vit eru trý og kanska
fýra lið, sum hava møguleika at
vinna FM, og ivaleyst eru øll, sum
varða av hesum liðunum samd um,
at tað bíða okkum tríggjar torførar
avbjóðingar. Soleiðis kenna vit
tað í hvussu so er, staðfestir Pauli
Poulsen. Í næstsíðsta umfari skal
NSÍ afturí Gundadal at spæla
ímóti B36, og í síðsta umfari fara
sand oyingar at vitja við Løkin í
Runavík.
Tølini ímóti sær
NSÍ og HB liggja lið um lið á støðu
talvuni. HB plagar ofta at vera liðið,
sum hevur betri málmun enn hini,
men soleiðis er tað ikki hesa ferð.
Málmunurin hjá NSÍ er +21, og hjá
HB er hann +14.
Hagtølini siga, at HB er greiður
favorittur í morgin. Níggju tey
sein astu árini hevur tað ongantíð
eydnast NSÍ at hava stig við sær til
hús, eftir at teir í Runavík hava verið
í Gundadali og spælt ímóti HB. Í 2001
var úrslitið málleysur javnleikur, og
í 2000 vann NSÍ trivaligan 52 sigur
á HB í Gundadali. Síðani hevur HB
hvørja ferð vunnið fulla úrtøku.
– Soleiðis siga tølini, men vit
leggja ikki so nógv í tølini, at tað
á nakran hátt ørkymlar okkum í
fyrireikingunum til í morgin. Síðani
2001 hava fleiri venjarar verið í
NSÍ, og spælararnir eru eisini fleiri
ferðir útskiftir. Eingin av teimum,
sum verður við í morgin, var við,
NSÍ fær ikki bil bukt
Vodafonedeildin Hóast NSÍ ikki hevur vunnið á HB í Gundadali
í tíggju ár, so sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, einki benda
á, at hansara spælarar stúra fyri oddabrakinum í morgin
Uni Holm Johannesen
Tað er longu fleiri vikur síð
ani, at tað var greitt, at AB
næsta kappingarár skal spæla
í næstbestu og ikki í bestu
deildini. Áðrenn AB nakr
antíð royndi seg í bestu deild
ini, plagdi tað at verða sagt, at
argjamenn vóru B36 viðhalds
menn. Næsta ár er møguleiki
hjá teimum á Argjum aftur at
taka á við B36, tí unga AB liðið,
sum longu er farið at brynja
seg til 2011, skal tá spæla fyri
at flyta upp aftur í bestu deild
ina.
Í morgin verður tað Allan
Mørkøre, sum inntil fyri fáum
vikum síðani var AB venjari,
ið kemur at vitja saman við
B36. Hjá B36 snýr tað seg um
at røkka fram á fimta plássið,
sum ber við sær, at tað næsta
ár verður ein heimadystur
eyka sam mett við tað liðið, ið
endar á sætta plássi.
Sámal Erik Hentze, sum
nú hevur ábyrgdina av AB
lið num, hevur fyri tað mesta
blað ungar spælarar á liðnum.
B36 hevur væl meiri royndar
spæl arar. Teir eru allir tøkir
uttan málverjin Meinhardt
Joensen, sum hevur brot í fót
inum. Magnus Poulsen hevur
seinastu ferðirnar vart málið,
og tað fer hann eisini at gera í
morgin.
Tá ið B36 í 4. umfari var á
Argjum var úrslitið 22. Í 13.
um fari vann B36 10 á AB í
Gundadali.
uni@sosialurin.fo
Allan aftur
á Argjum
Vodafonedeildin Allan Mørkøre
og B36 stríðast fyri einum eyka
heima dysti næsta ár, tá ið teir
fara at vitja longu niðurflutta
AB, sum B36 venjarin inntil fyri
stutt um hevði ábyrgdina av
Soleiðis siga tølini, men vit leggja ikki so
nógv í tølini, at tað á nakran hátt ørkymlar
okkum í fyrireikingunum til í morgin
PaUli PoUlsen, venJari HJá nsí
Uni Holm Johannesen
Eitt skifti sá tað út til, at fugl
firðingar av álvara fóru at
blanda seg upp í stríðið um
FM, sum teir ikki hava vunnið
síðani 1979. Soleiðis er tað ikki
longur. Orsøkin er eitt nú tann,
at ÍF í teimum fýra umførunum
í september ikki hevur megnað
at vinna fulla úrtøku.
Setningurin hjá ÍF er nú í
hvussu so er at varðveita fjórða
plássið og harvið at vinna
rættin at spæla fjúrtan ferðir á
heima vølli næsta kappingarár.
Tá ið ÍF sunnudagin legði
rygg til 10 tap í Gundadali
ímóti B36, vóru fuglfirðingar
rætt uliga
skaðadarvaðir.
Nenad Saric, Fritleif í Lamb
anum og Frank Poulsen, sum
tó kom á vøllin í eina løtu, vóru
skaddir. Teir eru allir tøkir
aftur. Miðverjin Poul Ennigarð
er burturstaddur, og ivaleyst
fer
liðformaðurin,
Høgni
Zach ariasen, sum seinast sat
á beink inum, at spæla í mið
verjuni.
Hóast teir vóru illa kroystir,
og eydnaðist tað sandoyingum
sunnudagin
á
heimavølli
ímóti FC Suðuroy at koma
aftur í aftur og harvið at
varðveita fjarstøðuna aftur
til niðurflytingarplássini. B71
spælir framvegis fyri lívinum í
bestu deildini. Umframt ímóti
ÍF skulu sandoyingar spæla
ímóti EB/Streymi og NSÍ!
Síðsta sunnudag noyddist
liðformaðurin, Símun Hansen,
skjótt av vøllinum orsaka av
skaða. Á Sandi vóna teir, at
hann verður tøkur ímorgin.
Tá ið B71 í 4. umfari var í
Fuglafirði endaði tað 11. Í 13.
umfari vann ÍF 20 á Sandi.
uni@sosialurin.fo
Tað stendur
nógv upp á spæl
Vodafonedeildin B71 spælir
fyri lívinum í bestu deildini,
og ÍF spælir fyri einum eyka
heimadysti næsta kappingarár