fríggjadagur 1. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
16
VIKUSKIFTI
Bankakreppur
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Mánamorgunin 27. september 2010 fer
í søguna sum dagurin, tá øllum gjørdist
greitt, at fekk Eik Banki ikki nýggjan
kapital, fór hann á húsagang. Tey,
sum eru eldri enn 30, hugsaðu hendan
morgunin straks um 6. oktober 1992.
Hendan svarta týsdagin á heysti fyri 18
árum síðan vórðu føroyska bankakervið
og samfelagið sett undir umsiting.
Svøvntungir føroyskir politikarar, ið
vóru kallaðir til Keypmannahavnar
vikuskiftið frammanundan at fáa
kunning um ringu støðuna hjá
Sjóvinnubankanum, kunngjørdu, at
teir høvdu havt eitt val millum pest og
kolera. Annaðhvørt lænti landið pening
at seta í Sjóvinnubankan og gekk undir
eyðmýkjandi politiskar treytir úr
Danmark, ella fór Sjóvinnubankin á
húsagang, og samfelagsskaðin gjørdist
óbótaligur.
So álvarslig var støðan ikki mána
morgunin. Føroyska samfelagið er
nógv betur fyri í dag enn í 1992, og
fáur danskur politikari hevði dittað sær
at sett tummilskrúvurnar á politisku
skip anina í Føroyum, tá hugsað verður
um ta flóðaldu av órættarkenslu, sum
reisti seg í Føroyum í sambandi við
partabrævaumbýtið í Føroya Banka
í 1993. Ta ferðina avhendaði Den
Danske Bank landsstýrinum síni parta
brøv í einum falleraðum banka, og
stutt eftir máttu føroyskir politikarar
biddaragongd til Danmarkar eftir
góðari milliard at seta í bankan. Hetta
var flestu føroyingum ovboðið, krav
varð sett fram um dómarakanning, og
endin gjørdist ein serfrøðingakanning,
sum staðfesti, at føroyingar høvdu verið
fyri órætti. Seinni mátti danska stjórnin
so lata landsstýrinum endurgjald.
Hvussu hýrurin var í Eik Banka
mána morgunin, er ikki ilt at ímynda
sær. Tá skelkandi tíðindi berast, kemur
ótti á fólk, og ráðaloysi valdar. Tørvurin
á at tosa er stórur, og summi gera kanska
gjøldur burtur úr støðuni, tó at hon er
álvarslig. Tann 6. oktober í 1992 var
støðan eisini álvarslig í høvuðssætinum
hjá Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í
Havn. Á borðunum stóðu blómur og
karamellur, tí Sjóvinnubankin sama dag
fylti 60 ár. Fólk vóru uppsnollað og tóku
blídliga ímóti tíðindafólkunum, ið vóru
komin at forvitnast um, hvat var á vási.
Inni í fundarhølinum sótu stjórarnir
troyttir og greiddu frá støðuni. Hølið
var fult av fólki, serliga tíðindafólkum.
Tey lósu m.a. burtur úr avtaluni, sum
føroysku politikararnir høvdu skrivað
undir við donsku stjórnina, og vóru
samd um, at landið var sett undir um
siting.
Aftur óvitandi
Ein tann størsti stríðsspurningurin
eftir bankabjargingina 6. oktober í 1992
gjørdist stutta skotbráið, sum føroysku
politikar arnir fingu at umráða seg í,
og vantandi vitanin, teir høvdu havt
um støðuna hjá Sjóvinnubankanum.
Danska fíggjareftirlitið hevði ikki nakra
fráboðanarskyldu mótvegis føroyskum
myndugleikum, bara donskum, og tí
kundu danskir politikarar taka før
oyskar myndugleikar á bóli og seta
teimum treytir afturfyri at bjarga Sjó
vinnubankanum. Seinni kom fram,
at danskir myndugleikar sínámillum
høvdu umrøtt, at føroyingar tilvitað
skuldu takast á bóli, so politiska skip
anin fekst at skilja, hvussu vánalig
støðan í Føroyum var. Ikki minst hetta
fekk føroyingar at ilskast og krevja at
fáa málið kannað.
Tá tað snýr seg um vantandi kunn
ing og snarboð tvørtur um eitt viku
skifti, minnir støðan í dag nógv um
støðuna tá. So seint sum í august mán
aði kunngjørdi Jóannes Eidesgaard,
lands stýrismaður við fíggjarmálum, at
Eik Banki fór ikki at koma í trupulleikar.
Hetta hevði hann fingið at vitað á fundi
í Keyp mannahavn. Ein góðan mánað
seinni veit Fíggjareftirlitið fullvæl, at
Eik Banki er insolventur, boðar danska
búskaparmálaráðharranum frá støðuni,
sum so sendir boðini til Føroya. Enn
einaferð uppliva føroyskir politikarar
at fáa revolvaran fyri pannuna í einum
banka máli. Bankin er á veg á heysin, siga
danskir myndugleikar, avleiðingarnar
kunnu gerast vanlukkuligar fyri alt
sam felagið, og um landskassin ikki
pungar út í ein vissan fart, ja, so má
hann liva við avleiðingunum.
Teir stóru falnir
Við hóttandi húsaganginum hjá Eik
kann staðfestast, at allir teir stóru
bank arnir í Føroyum nú onkuntíð
hava verið insolventir. Tað fyrsta stóra
banka skrædlið upplivdu føroyingar í
1951, tá Sjó vinnubankin á fyrsta sinni
fór á húsagang. Tær góðu tíðirnar eftir
seinna heimsbardaga høvdu havt við
sær, at nógvur kapitalur var savnaður í
Før oyum, men flotin var niðurslitin, og
skip vóru eisini horvin av krígsávum.
Sjóvinnubankin gjørdist drívmegin
í arbeið inum at endurnýggja flotan,
og trolararnir, ið keyptir vórðu, vórðu
Í 1951 fór SjóvinnUbAnkin av knóranum, tÍ hann legði ov nógv fyri at fÍggja
fiSkiSkipAflotAn. Í 1992 og 1993 fóru SjóvinnUbAnkin og føroyA bAnki
um koll, tÍ alt SAmfelAgið hevði flottað sær Í einum plAnbúSkApArligUm
rúsi. kreppAn tá lærdi myndUgleikAr, vinnu og privatfólk, at AnSni
røkkur longst, men eftir ár 2000 fór útráSArhUgUr at gera um seg, m.a.
Í eik bAnkA, og eisini tað kostaði SAmfelAgnUm ein insolventan bAnkA
Enn Eitt
skrædl
skakaði
samfElagið