fríggjadagur 1. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
16
Sosialurin
Jan Müller
Hann hevur arbeitt í olju
vinnuni síðani miðskeiðis í
90árunum. Seinastu árini
hevur
hann
arbeitt
hjá
amerikanska oljufelagnum
Amerada Hess í Føroyum,
í Bretlandi og í Indonesia.
Síðani august í ár hevur Ben
Arabo havt sín arbeiðsdag
á skrivstovuni hjá Atlantic
Petroleum í Havn.
Hóast stórar avbjóðingar
bæði í Bretlandi og Indonesia,
so dylur hann ikki fyri, at
honum dámar nýggja starvið
sera væl. Hóast umhvørvið
og umstøðurnar eru nógv
øðrvísi enn tað hann kennir
til í London og Djakarta, so
er tað ikki so nógv øðrvísi
at arbeiða í oljuvinnuni í
Føroyum enn í útlandinum.
– Tað er sjálvandi nógv
øðrvísi at arbeiða í einum
lítlum felag, har tað bara
eru nøkur fá fólk. Men at
reka eitt oljufeløg er ikki
so nógv øðrvísi. Talan er
um tað sama, framleiðslu,
leit ing og keyp av loyvum.
Avbjóðingin her er sjálvandi
meira spennandi, tí tað er
altíð meira spennandi at
vera partur av einum lítlum
felag og hava størri ávirkan
á, hvussu tað gongur hjá tí
felagnum. Tað er eisini nógv
meira áhugavert hjá einum
persóni at vera ein stórur
part ur
av
einum
lítlum
maskina ríi enn ein lítil partur
av ein um stórum.
Støðan góð
Men hvussu er so støðan hjá
felagnum spurdu vit nýggja
stjóran!
– Felagið er í eini rættiliga
góðari støðu í løtuni. Fram
leiðslan var 2871 tunnur
um dagin í meðal í august.
Verður sammett við januar
í 2009 so er talan um eina
øking uppá eini 80%. Felagið
framleiðir olju úr tveimum
feltum, so tað skuldi verið
eitt sera gott fundament
fyri víðari vøkstur. Og víðari
vøkstur má eisini vera málið,
tí einhvør framleiðsla er
tíðaravmarkað.
Ben Arabo hevur eisini
orsøk til at vera nøgdur. Tey
vænta eitt úrslit í ár áðrenn
rentur og skatt uppá millum
90 og 110 milliónir kr. Tað
byggir á eina framleiðslu
uppá millum 850.000 og
930.000 tunnur av olju um
árið.
Skrúva vit tíðina eitt ár
ella so aftur, so var Atlantic
Petroleum í sera tungum
sjógvi við eini risastórari
skuld. Eisini her er vend
komin í.
– Higartil í ár hava vit
afturgoldið
omanfyri
96
mill. kr. í skuld, so tú kanst
siga, at tað er eitt heilt
annað felag. Hinvegin visti
man jú, at man skuldi til
at gjalda skuld niður, tá
framleiðslan kom upp á eitt
hægri støði. Bankaskuldin
var samanlagt pr. 18. august
2010 íalt 187 milliónir, harav
22 milliónir stuttfreistað og
165 milliónir langfreistað.
Pr. 21. desember 2009 var
skuldin 284 mill. So tað er ein
øgiliga stór niðurgjalding av
skuld, sum er farin fram, og
tað ger, at vit tosa um eitt
heilt annað felag í dag, har
menningarmøguleikarnir tí
eisini eru heilt øðrvísi.
Ben Arabo vísir á, at
felagið er komið hartil, at
tað framleiðir olju og gass,
og tað varð eisini málið í
fyrsta umfari. Tað ber til at
staðfesta, at tað gongur væl,
og tað er ein góður pallur at
byggja víðari uppá, tá man
hevur eina fortjenastu. Tað
eru nevniliga nógv feløg,
sum eru í eini støðu, har tey
hava nógvar møguleikar men
mangla pengar, tí man er ikki
byrjaður at framleiða olju og
gass, ein støða, sum Atlantic
Petroleum var í fyri nøkrum
árum síðani.
Nýggir møguleikar
Nú felagið hevur eitt gott
cashflow og pengar eru tey
eisini farin at hyggja eftir
nýggjum møguleikum.
– Vit vita hvør framleiðsl
an er og hvussu langt fram
hon gongur, og so mugu vit
vita, hvat so er at gera. Her
má man so royna at leggja
til við nýggjum loyvum og
kanska hyggja eftir, hvat
er á marknaðinum eisini
við framleiðslu oø. sigur
Ben Arabo og vísir á, at tað
í løtuni er nógv til sølu í
Norð sjónum, og tí skulu
tey bara hyggja at onkrum,
sum hóskar til virksemi hjá
føroyska felagnum.
Hyggja vit at framleiðsluni
hjá Atlantic Petroleum kom
andi árini, so er greitt, at
felagið fer at hava eina
rímuliga framleiðslu í 2010 og
2011, og so mugu tey hyggja
at, hvussu til ber at fáa eina
framleiðslu longur fram í
tíðina sigur nýggi stjórin.
–
Verandi
framleiðsla
gong ur nøkur ár fram, men
hon minkar, og so vit skulu
leggja nýtt til. Eitthvørt olju
felag má hyggja eftir leiti
loyvum, sum skulu tryggja
framtíðina um 510 ár. Tað
má man leggja til longu nú
og harvið tryggja, at fram
leiðslan er á einum rímu
ligum støði eisini tá 24 ár
eru farin.
Hyggja seg um
Støðan hjá Atlantic Petrole
um í dag er tann, at felagið
um framt at vera við í tveim
um loyvum í bretskum øki,
er tað við í fýra loyvum í
Før oyum. Tað er tó rættiliga
stórur váði knýttur at hesum
loyvum, men gevur tað eitt
gott úrslit, so kann tað gott
vera rættiliga munandi.
– Vit hyggja eftir norð ur
vestur Europa. Eftir Norð
sjónum, har framleiðsla er í
løtuni. Vit hava so eitt fund,
sum liggur nær feltunum, har
vit framleiða í løtuni, og tað
er nærliggjandi at vita, um
tað man hevur og har rundan
um er nakað, sum man kann
leggja til, áðrenn man fer at
hyggja nógv víðari. So tað er
føroyskt og bretskt øki við
hava fyrst í huganum, og so
hava vit nøkur loyvi í Írlandi
eisini leggur Ben Arabo
aftrat. Hann leggur annars
dent á, at hóast Atlantic
Petroleum er eitt føroyskt
felag, so skal tað helst ikki
vera bundið at bara einum
øki sum Føroyum. Men hann
viðgongur tó, at tað hevði
verið sera hugaligt, um olja
verður funnin í Føroyum.
Nýggj leiðsla
Hvønn týdning heldur nýggi
stjórin, at tað hevur havt fyri
felagið, at man hevur skift
partar av nevndini út og sett
nýggjan stjóra?
– Tað hevur nokk ikki
havt tann stóra týdningin
enn. Eg eri so komin inn
við nýggjum brillum, og eg
eri nokkso spentur uppá
uppgávuna. Eg síggi eisini
ljóst uppá tað, tí annars
hevði eg ikki sagt ja til hesa
uppgávuna.
Fundamentið
hjá bæði mær og nevnd at
byggja á er rættiliga gott, og
tað bendir á, at ein stórur
partur av teimum avgerðum,
sum eru tiknar fyrr, eru ikki
so galnar, tá man hyggur
eftir, hvar framleiðslan í dag
kemur frá, nevniliga teimum
feltinunum, sum vórðu keypt
í 2003.
Oljuvinna týdning
Hvønn týdning heldur Ben
Arabo úrslitið hjá Atlantic
Petroleum og ein oljuvinna
annars hava fyri føroyska
samfelagið, nú kreppa hevur
verið og framvegis nervar
samfelagið!
– Longu í dag er oljuvinna
livibreyð hjá nokk so nógvum
føroyingum. Oljuvinnan er
ein vinna, sum antin so ella
so er komin fyri at verða í
Føroyum. Hjá einum felag
sum Atlantic Petroleum er
tað nokkso hugaligt, at man
kann sita her í Føroyum og
vinna pengar uppá oljuvinnu
líka mikið, hvar tann oljan er
framleidd. Og hví skal man
ikki tað við at sita í Føroyum
líka so væl sum at sita onkra
aðrastaðni. Tá tað kemur til
samfelagskreppuna, so vita
vit, at heimurin brúkar olju
óansæð. Hann brúkar kanska
eitt sindur minni olju, tá
man hevur niðurgangstíðir.
Men vit eru bjartskygdir
uppá sikt bæði viðvíkjandi
eftirspurningi og prísi.
Oljuprognosa
Í hesi vikuni kom ein olju
prognosa frá Den Danske
Bank, sum vísir, at við árs
enda verður oljuprísurin um
80 dollarar, og við ársenda
næsta ár liggur hann millum
90 og 100 dollarar fyri tunn
una. Tað er sera væl í tráð
við tær prognosur, sum Ben
Arabo annars hevur hoyrt
um oljuprísin, so hann sær
rættiliga ljóst uppá fram
tíðina og heldur, at tað er
eingin ivi um, at oljuvinnan
er ein vinna, sum fer at kasta
nokk so nógv av sær eisini
framyvir, tá man hyggur at
vinnuni sum heild.
Gott fundament
Vit spurdu at enda Ben
Arabo, um vit fara at síggja
nýggja stjóran gera tingini
øðrvísi enn tann undanfarna
leiðslan í felagnum?
– Tað fer tíðin nokk at
vísa. Vit ætla okkum at gera
tingini soleiðis, at tey eru í
tráð við tað, sum er frægast
fyri felagið og tað, ið vanligt
verður gjørt í vinnuni. Eg fari
at lata upp til onnur at meta
um, hvussu leiðslan megnar
hetta.
Men lat meg undirstrika
enn einaferð, at fundamentið
er gott at byggja víðari á. Eg
eri ikki komin inn til eitt púra
blankt pappír. Tað var eitt keyp
í 2003, sum innihelt tey bæði
feltini, sum framleiða í dag,
ið nú er grundarlagið undir
framleiðsluni. Og eg haldi, at
støðan í dag vísir, at tað keypið
var ikki so galið. Her er nógv
gott at byggja á, og tað ætli eg
at lyfta til fulnar.
Fyrilestur á Dansk
Aktionesmesse
Ben Arabo helt ann ars fyri
lestur á Dansk Aktioner
messe í Keypmannahavn
hósdagin, har hann greiddi
virkseminum og støðuni hjá
felagnum. Atlantic Petrole
um hevur luttikið har áður,
so Ben Arabo heldur, at
henda messan er eitt gott
høvi hjá sær sum nýggjum
stjóra at koma á tal við
nógvar av teimum privatu
íleggjarunum. – So eg síggi
fram til at siga teimum, hvar
Atlantic Petroleum stendur
í dag, og hvussu vit síggja
framtíðina. Tað er eitt sindur
øðrvísi bílæt í dag enn kanska
fyri einum ári síðani. So tað
er nakað eg síggi fram til at
kunna umboða felagið segði
stjórin við Sosialin undan
partafelagsráðstevnuna.
Gongur strúkandi hjá
Atlantic Petroleum
Oljufelag Tað gongur væl hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum staðfestir
Ben Arabo, sum tók við sum stjóri í felagnum fyri tveimum mánaðum síðani.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic
Petroleum í nýggja
arbeiðsumhvørvinum
í Havn
Mynd Jan Müller