fríggjadagur 1. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
15
VIKUSKIFTI
Hetta fer at taka eina løtu
Tað er vanliga stórarbeiði at mála eitt skip, men tað
eru ikki øll, sum stúra fyri eini slíkari avbjóðing. Her
er ein maður farin í holt við at mála skip, sum er á
beding, og hóast pensilin kann tykjast lítil, so ber tað
til at mála skipið – men tað tekur nokk eina løtu.
Tey hildu, at Janus Mohr var
undar ligur, tá hann so ofta tosaði
um gæs í ótelj andi send ingum
sín um í Útvarp inum kl.13.40
sunnu dagar.
Hvussu hann tosaði við gæsn
ar, hann hitti á sínum mongu
gonguferðum. Har vóru tær,
sum ikki skiltu hansara gásamál,
grágæsnar, sum vóru komnar
langa leið úr øðrum londum og tí
høvdu eitt fremmant mál.
Nei, einki er tað undarligt. Tí
gásin er ein ótrúliga áhugaverdur
og forkunnugur fuglur at eyg
leiða og tosa við.
Tvær ferðir um dagin gangi eg
fram við einum stykki, har sum
gæs eru. Nú er har eru 16 gæs,
fýra fyri seg, 11 fyri seg og ein
fyri seg. Og tær eru fyri seg.
Hendan eina virkar at vera
gomul. Hon er tann størsta har
á stykkinum, altíð einsamøll, og
hon gongur ikki so nógv sum
hinar.
Tær fýra hava verið har
longst, tvær eru komnar úr egg
inum her, og hinar 11 eru fluttar
higar tíðliga í summar.
Tær eru altíð saman í flokkin
um, fýra, 11 og so ein, um til
ber kalla eina gás ein gásaflokk
(hvussu var tað Benny Andersen
so filosofisktlogiskt segði: “fugl
ene flyver i flok, når de er mange
nok”).
Hóast tær í mínum eygum
líkjast allar, gæsnar, fara tær
ongantíð við ein øðrum flokki
enn sínum. Tær vita, hvar teirra
pláss er. Gásin hevur floksaga. Eg
tori at pástanda, hóast tað er ikki
vísindaliga prógvað, at ongantíð
er meira enn í mesta ein metur
millum gæsnar í einum flokki.
Samanhald, sum vert er at tosa
og skriva um.
Steggin í flokkinum hjá teim
um fýra, ja, hann er líka illsintur
enn sum hann var í vár, meðan
hann bíðaði eftir ungunum.
Nærkast hin flokkurin hansara,
so fer hann spelandi fýsandi
avstað við nevinum sum vákn.
Well, vit fólk eru eisini í flokk
um. Nøkur einsamøll í sínum
flokki. Og eingin skal vága sær
at nálgast uppi í okkara flokki, tí
hann er sjálvandi tann besti.
Í hesum døgum, tá eg í
morgun myrkrinum gangi
fram við teimum trimum
gása flokkunum, hugsi eg
um syndarligu støðuna, sum
hálovaða demokratiið í Svøríki er
komið í eftir valið herfyri.
Fimmkommasjey prosent
av fólkinum, nógv teirra vón
sviknir og ørkymlaðir sosial
demo kratar, segði Mona Sahlin í
frálíku norsku/svensku sjón
varps sendingini “Skavlan” síðsta
fríggjakvøld, valdu Svøríkis
demo kratarnar.
Valdu Svøríkisdemokratarnar,
sum øll hini ávaraðu móti í
valstríðnum. Eingin vildi ella vil
nálgast uppi í teimum. Máti skal
vera við fólkaræðinum.
Fólkið má gjarna velja, brúka
sín demokratiska rætt. Tað
skuldi bara ikki velja Svøríkis
demokratarnar.
Svøríkisdemokratarnir spretta
úr rasismu og nasismu. Men
flokkurin fekk 20 fólk í ríkis
dagin. Men tí flokkinum vil
eingin av hinum vita av. Nærkast
hann teimum, koma steggjarnir
eftir teimum við váknunum
fremst.
Hjá okkum í Føroyum er
ómaka leyst at finnast at slíkum
flokk um, tað er politiskum flokk
um, tí her eru ikki flóttafólk og
innflytarar.
Høvdu vit upp á seg líka
nógv flóttafólk sum tey hava í
Svøríki, høvdu vit eisini Føroya
demokratar. Í Føroyum eru
ikki færri rasistar enn í øðrum
londum.
Stuttligt annars, hvussu væl
slíkir flokkar, sum bjóða veljaran
um rasismu og aðrar dubiøsar
ismur, duga at finna sær eitt navn
við orðunum fólk og demokrati,
ja, enntá sosialisma.
Á tingtrøðni í Stokkhólmi
ganga gásaflokkarnir og ansa
hvør eftir øðrum.
Gamaní er demokratiið
tole rant. Men á einum standard
gásamáli, takk.
Sum onkur so vísiliga segði:
fólkaræði er meirilutaeinræði.
Og Eik fær eina fyrsta hjálpar
skjáttu frá Tryggingarfelagnum.
Gásarfuglur í flokki
UmaftUrafturum
Høgni djurHuus
Ein andsøgn, sum vil nakað
109 ár men nøgd og glað
Portal.fo
Rullandi eftir hallargólvinum
Hondbólturin á rull aftur
Dimmalætting
Skoyta ikki um brúktar seðlar
Eik má bjargast við nýggjum pengum
Portal.fo
Hálvtannað í part?
B71 og FC Suðuroy býttu stigini
Dimmalætting
Man tað passa?
Chelsea tapti sín fyrsta dyst
Dimmalætting.
Hvat grenja tit so um?
Eik kann ikki fara á heysin
Portal.fo
Tú hevði gjørt tað sama!
Tjóðveldi noktar at velja
millum pest og kolera
Portal.fo
Innbakað mús?
Ongland: Fann deyða mús í breyði
Portal.fo
So er hann vandamikil, meðni!
Húkurin fellir pelar í rundkoyring
Portal.fo
Vilja teir hava hann?
Løgmaður: Ikki útilokað, at
staturin fær Eik banka
Kringvarpið
ranga
í
strúpan
Vilt tú hjálpa?
Í hurðini í Miðlahúsinum hekk nú um dagarnar hendan plakatin. spurningurin til
fólk er: Vilt tú hjálpa. Tað kundi verið skjótt at misskilt, hvør tað er, sum biður um
hjálp, men sum vit hava skilt, er tað ikki Miðlahúsið, men reyði Krossur.
Stórur
lygnari
Ein prestur kemur
fram við einum flokki
av drengjum, sum sita
rundan um ein hund:
– Hvat gera tit við
hundin, spyr presturin
– Vit kappast um hann.
tann, sum klárar at
fortelja størstu lygnina,
hevur vunnið hundin,
svarar ein av dreingjunum.
– Jamen, dreingir, tað
mugu tit ikki. tá eg var
ungur, leyg eg ongantíð.
– Hann skal hava hundin,
sigur drongurin við hinar.
mynd: álVur Haraldsen