hósdagur 7. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Hetta hevur verið ein
trupul tíð hjá okkum.
Vit tóku gomlu
skiljiútgerðina niður
millum jól og nýggjárs
og hava “haltað” okkum
ígjøgnum allan januar
mánað. Vit hava eisini
verið noyddir at siga
skip frá okkum, tí vit
klára ikki at skilja alt
við hond, tá ið nógvur
fiskur er, sigur Oskar
Joensen á Fiska-
marknaði Føroya
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gingið striltið at
fáa nýggju skiljimaskinuna,
sum Noma Tek og Formula
Fo hava bygt til Fiska-
marknaðin Føroya á Toft-
um, at virka eftir ætlan.
Enn hevur maskinan, sum
ætlandi skuldi takast í
nýtslu fyri 10-12 døgum
síðan, ikki verið til nakra
hjálp. Men vónandi verður
hon tað um ikki so nógvar
dagar aftrat.
– Vit høvdu fund við
leverandørarnar týsdagin,
og teir vónaðu, at skipanin
koyrir mánadagin komandi.
Dagar hava verið ásettir
fyrr, men teir hava ikki
hildið. So, vit kunnu bara
vóna tað besta, sigur Oskar
Joensen.
Sum skilst, hevur hetta
verið ein rættiliga strævin
tíð hjá Fiskamarknaði Før-
oya.
– Vit tóku gomlu skilji-
útgerðina niður millum jól
og nýggjárs og hava “halt-
að”okkum ígjøgnum januar
mánaða. Vit hava eisini
verið noyddir at siga skip
frá okkum, tí vit klára ikki
at skilja alt við hond, tá ið
nógvur fiskur er.
Leysir endar
Oskar vísir á, at teir eru
byrjaði so spakuliga at
skilja við nýggju útgerðini,
men enn eru nógvir leysir
endar, og bert smáar nøgdir
eru skildar við nýggju
maskinuni.
– Mánadagin, týsdagin
og mikudagin koyrdu vit
nakað av fiski ígjøgnum,
men hetta eru so smáar
nøgdir, at enn noyðast vit at
seta okkara álit á hond-
skiljingina.
Oskar sigur, at Fiska-
marknaður Føroya hevur
ikki nokk av fólki bæði
tilskiljimaskinuna og hond-
skiljingina samstundis, og
tí er hetta ein trupul støða.
– Men tað lættir nógv
um, at lítil fiskur er á
marknaðinum
í
løtuni,
leggurhann aftrat.
Spurdur, hvat tað er fyri
trupulleikar,
leverandør-
arnir dragast við, sigur
Oskar, at talan bæði er um
tað mekaniska og tað teldu-
stýrda. Umboð fyri Noma
Tek og Formula Fo eru enn
á Toftum, og teir hava
góðar vónir um, at alt fer at
virka eftir ætlan. Hetta er
alt nýtt og ikki roynt áður.
– Eg dugi ikki at siga,
hvat vit kunnu vænta, men
eg vóni, at alt gongur eftir-
ætlan, tá ið hendan vikan er
av, sigur Oskar Joensen.
Framkomin maskina
Skiljimaskinan, sum Noma
Tek og Formula Fo hava
sett upp hjá Fiskamarknaði
Føroya á Toftum, er tann
fyrsta av sínum slagi.
Maskinan hevur nógvar
ymiskar stýringar, og tí
hevði neyvan nakar roknað
við, at alt fór at ganga uppá
stás, fyrr enn skipanin er
royndarkoyrd eina tíð.
– Tá ið alt alt er komið
uppá pláss, ivist eg ikki í, at
maskinan kemur at lætta
nógv um skiljingina, segði
Oskar Joensen við Sosialin
í síðstu viku.
Skiljandi er, at Fiska-
marknaður Føroya er vorð-
in eitt sindur ótolin, nú tað
hevur drigið út við at fáa
maskinuna at virka eftir
ætlan, tí hetta ger, at
gerandisdagurin verður so
trupul.
Og somuleiðis er tað
eisini spell, at marknaðurin
hevur verið noyddur at siga
skipum frá sær.
Tað serliga við hesi skip-
anini, er, at allur tann skildi
fiskurin
kemur
út
av
endanum. Vanliga standa
eini 10, 12 ella 14 kør við
eina skiljimaskinu, og hesi
"portur" taka nógv pláss.
Hendan maskinan er líka
sum í tveimum. Hon skilir
fiskin uppí kør, sum taka
300-400 kg., og tá ið tey
eru full, verður fiskurin
stoyttur niður á band, sum
førir hann út av endanum.
Har standa so tvey kør, sum
taka ímóti tí skilda fiskin-
um.
Nýggja skiljimaskinan
kann eisini skilja fiskin frá
tveimum skipum í senni —
ella t.d. fisk frá einum skipi
á aðrari "linjuni" og út-
róðarfisk á hinari.
Øktur kapasitetur
Fiskamarknaður
Føroya
hevur havt eina Scanvægt-
skiljimaskinu, sum kundi
skilja eini 10-12 tons um
tíman - alt eftir, hvussu
gekst.
Haraftrat
hevur
marknaðurin
havt
eina
hondgjørda linju, sum FJM
í Runavík bygdi.
Mett verður, at nýggja
maskinan skilir eini 20-30
tons um tíman, tá ið hon
virkar eftir ætlan.
Nýggja skiljimaskinan hjá Fiskamarknaði Føroya:
Enn eru nógvir leysir endar
– Eg dugi ikki at siga, hvat
vit kunnu vænta, men eg
vóni, at alt gongur eftir ætl-
an, tá ið hendan vikan er av,
sigur Oskar Joensen. Hetta
hevur verið ein stævin tíð hjá
Fiskamarknaði Føroya
18
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
19
BMW 500 røðin verð-
ur skift út eftir
summarfrítíðina
næsta ár. Designarnir
eru lidnir við sítt
arbeiði, og BMW
verksmiðjan er so
smátt farin í gongd
við framleiðsluna.
Fyri at lætta um
hendan stóra bilin,
verða fleiri lutir
gjørdir úr aluminium
BILAR
Magnus Gunnarsson
BMW bilarnir í nýggju 500
røðini koma fyri ein part at
líkjast tí størra BMW 700,
og koma eins og teir, at
hava alla ta nýggjastu
tøknifrøðina. Hetta er eisini
galdandi fyri undirvognin
og elektronisku stýringina
av motorinum. Eisini verð-
ur arbeitt við eini heilt
nýggjari liósskipan,
har ljósstyrkin á
forlyktunum
tilpassar seg eftir umstøð-
unum undir koyring. Eftir
upplýsingum frá design-
stjóranum hjá BMW, koma
tey ymisku BMW modell-
ini í framtíðini ikki at líkj-
ast so nógv hvørjum øðrum
sum tey gera í dag.
Kelda: FDM / Motor
Nýggi BMW 500 fær
sín egna identitet.
BMW modellini
koma í fram-
tíðini ikki at
líkjast
hvørjum
øðrum so
nógv sum
teir gera í
dag
Ein nýggj kanning, ið
er gjørd av tveimum
professarum og
fíggjað av Uniroyal
dekkfyritøkuni,
vísir, at tey ferðandi í
bilinum kunnu verða
viðvirkandi til álvars-
ligar ferðsluvan-
lukkur. Hinvegin er
tað er tað eisini
prógvað, at tað, at
onnur eru við í
bilinum ger at
bilførarin betri virðir
ferðaavmarkingar og
ferðsluljósini
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Kanningin vísir eisini at
passaserarnir kunnu hava
positiva ávirkan á koyr-
ingina hjá bilføraranum,
við at skapa ein góðan
stemning í bilinum. Tey
ferðandi skullu lata vera
við at finnast at bilfør-
aranum hvørja ferð hann
ger eitt lítið mistak, tí tað
kann ganga út yvir koyri-
trygdina, siga teir báðir
professararnir sum hava
gjørt hesa kanningina.
Hevði ynskt ein
bremsupedal
Vanliga dáma bilførarum at
hava passaserar við í bilin-
um, men at tað eisini kann
verða ein slítandi uppliv-
ing, munnu teir flestu
bilførarar hava uppliva.
Talan kann vera um ein
ungan bilførara, sum nýliga
hevur fingið koyrikort, ella
tað at bilførarin ikki heldur
frástøðuna
til
bilin
frammanfyri. Hetta kann
virka nervaslítandi uppá
tann sum situr við liðina á
bilførarnum, sum spennur
føturnar í dúrkið og hevði
ynskt at ein bremsupedalur
var har.
Ongar speiskar
viðmerkingar
Tá nógv stendur á, falla
ofta onkrar speiskar við-
merkingar, sum lættliga
kunnu føra til at eina
vanlukku. Ìstaðin fyri at
lata seg ávirka av einum
nervøsum passaseri, ráða
teir, ið hava gjørt hesa
kanningina til, at bilførarin
vísir tolsemi, roynir at
skilja støðuna sum tann ið
situr við lið hansara er í, og
ikki lata seg ávirka til at
gera nakað skeivt. Á sama
hátt skulu tey ferðandi ansa
sær og lata vera við at koma
við óneyðugan atfinning-
um.
Kelda: FDM / Motor
ÚT AT KOYRA
Hyundai
Matrix 1.5
CRDi
Hyundai Matrix, ið kom
á marknaðin seinasta
heyst, fæst nú við einum
3 syl. 1.5 litur turbodies-
el motori við common-
rail innspræning og 82
hk.
Bilurin
kostar
175.750,- hjá Norðbil.
Kelda: Norðbil / Hyundai Bil
Import A/S
Transporter
í Danmark
Hóast modellið er 12 ára
gamalt, bleiv VW Trans-
porter aftur í 2001, mest
seldi vørubilur í Dan-
mark
Kelda: Motor Magasinet
Mazda MPV
diesel
Mazda MPV, ið higartil
einans hevur fingist við
2.0 litur bensinmotori,
var á bilaframsýningini í
Bruxelles við 2.0 litur
16V turbodiesel motori
við commonrail inn-
spræning og 136 hk.
Kelda: Motor Magasinet
Nýggjur BMW 500 næsta ár
10 góð ráð
til tey
ferðandi
1 Góðtak at tað er
bilførarin
sum
koyrir bilin
2 Latið vera við at
finnast at koyri-
mátanum hjá bil-
føraranum
3 Royn at lata vera
við at vísa at tú ert
bangin
4 Ikki keglast undir
koyring
5 Tey ferðandi skulu
vera rólig, og t.d.
rætta
seg
eftir
hvussu hart bilfør-
arin vil hava radio
frá o.s.fr.
6 Ikki streingja á
bilføraran við at
minna hann á at
hann er í tíðarneyð
7 At rósa og stuðla
bilføraranum gevur
trygga koyring
8 Hjálp bilføraranum
til at vera ein góðan
eygleiðara og veg-
vísara
9 Havið vakið eyga
við ferðsluni, og
gerið
bilføraran
varugan við møgu-
ligan vanda, um
hann ikki longu
sjálvur hevur sæð
hendan vanda
10 Tey ferðandi mugu
leggja uppí um bil-
førarin virkar yvir-
troyttur og ikki ork-
ar at koyra. Tá ber
til at koma við upp-
skoti um ein stuttan
steðg.
Ongar speiskar viðmerkingar
til bilføraran
Heldur hjálpa bilføraranum enn at koma við speiskum viðmerkingum. Bilførarin kennir seg
eyðmýktan, tá tey ferðandi í bilinum finnast at hansara koyrimáta
C
M
Y
K
19
18