fríggjadagur 1. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
9
VIKUSKIFTI
føðingardagur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Leiðslan í Miðlahúsinum hevði leingi
gingið og spælt sær við tankanum um
eina útvarpsstøð, sum kundi fullfíggjað
konseptið um eitt veruligt miðlahús.
– Vit høvdu hugsað um at gjørt okk
ara egna sendinet, men so vísti tað seg,
at tað bar til at keypa Rás2, og tað sigur
seg sjálvt, at tað var snildari at gera
tað upp á tann mátan. Tað merkti, at
vit fyri tað fyrsta kundu fara í gongd
beinanvegin, og fyri tað næsta var í
veruleikanum ikki brúk fyri trimum
ymiskum sendinetum í einum so lítlum
landi, sigur Jonhard Hammer.
Miðlahúsið hevði framman undan
upprunamiðilin, Sosialin, og hartil
fóðrar Miðlahúsið eisini portal.fo, sum
er nógv mest vitjaði portalur í land
inum.
– Vit hildu ikki, at Miðlahúsið var
fullkomið, fyrr enn vit høvdu eina radio
støð eisini, sigur Jonhard Hammer.
Miðlahúsið yvirtók Rás2 1. oktober
2007 og byrjaði at senda mánadagin eftir,
sum var 5. oktober. Og ein radiostøð
hevur sínar eyðsýndi fyrimunir.
– Radio er gott til »er og nú«, og tað
merkir, at vit hava trý bein at standa á.
Og okkara motto er: Hendir einki, fáa
vit tað at henda, sigur stjórin á Rás2.
Hann sigur, at hesi trý árini, síðani
Miðlahúsið keypti Rás2, hevur rásin
gjørt nógv event uttan fyri húsið, og
júst í hesari vikuni hevur fyrra og
seinna parts sendingin verið send úr
Keypmanahavn.
– Av stóru hendingunum hjá Rás2
kunnu vit nevna Hvonn Live, sum
hevur verið ógvuliga væl umtókt, og so
sleppa vit ikki undan at nevna alterna
tivu ólavsøkurøðuna, sum seinastu tvey
árini hevur savnað eini 12.000 fólk á
ólavsøku, sigur Jonhard Hammer.
Slóðbrótandi.
Rás2 hevur í heila tikið verið rættiliga
slóð brótandi, síðani Miðlahúsið tók
yvir. Innan ítrótt kann nevnast, at
almenna útvarpið hevur fingið kapp
ing innan ítrótt, bæði við at varpa
fótbólts dystir og hond bóltsdystir út,
vera við á Oyggja leikum og ikki minst
tá tað kemur til slóðbrótandi tiltakið,
3. hálvleik.
– Hetta, at bróta burtur úr nýggjum
er sera tengt at dygdunum hjá starvs
fólkunum, og har má eg siga, at vit
hava verið sera heppin. Eg vil siga, at
ein orsøk til, at vit hava havt so stóra
sukses við okkara sendingum er, at fólk
eru sloppin at gera tað, sum tey brenna
fyri, sigur Jonhard Hammer.
Stjórin heldur, at stórur munur er á
gomlu Rás2 og støðini í dag.
– Fyri tað fyrsta er sendiflatan
munandi breiðari og kanningar hava
eisini víst, at vit hava munandi fleiri
lurtarar. Og eg kann vísa til eina
kann ing herfyri sum vísti, at 47% av
føroyingum lurta eftir Rás2, 45% eftir
útvarpinum hjá Kringvarpinum og 8%
eftir Lindini, sigur Jonhard Hammer.
Sjálvandi skal ein slík kanning takast
við tí fyrivarni, ið neyðug er, men hon
gevur kortini eina geriða ábending um,
at lurtarin tekur rásina í álvara, men ein
heilt nýggj Gallup kanning vísir, at 83%
av føroyingum lurta eftir Rás2.
– Vit trúðu upp á konseptið við
einari radiostøð tá, og tað gera vit enn,
staðfesti Jonhard Hammer.
Ójøvn kapping
Men hóast Rás2 hevur staðið seg so
mikið væl fíggjarliga, so harmar tað
stjóran almikið, at tað almenna gongur
á odda at leggja fótonglar fyri rásina.
– Umstøðurnar at kappast eru ikki
tær bestu. Øll vita, at almenna Kring
varpið hevur millum 60 og 70 milliónir
at dusa sær við, harav ein partur eru
lýsingarinntøkur, hetta hóast politisk
semja er um, at tær inntøkurnar skuldu
lagast niður. Tað, sum vit hava sæð, er,
at tað øvugta er hent, sigur Jonhard
Hammer.
Sum hjá øðrum gera tíðirnar, at inn
tøkurnar lækka, og útlendingar øtast
við, at Rás2 skal hava tað almenna at
kappast ímóti um lýsingarnar. Tí er at
vóna, at politikararnir vakna.
– Politiski myndugleikin ynskir ikki
sterkar miðlar, ið fylgja væl við, og
tað gevur okkum eina eyka avbjóðing,
sigur Jonhard Hammer.
Kortini hevur hann bjartar vónir um
framtíðina.
– Eg vænti, at Public Service sátt
málin verður settur í gildi í hesari
tingsetuni, og at myndugleikarnir fara
at fylgja ásetingunum í sáttmálanum,
sigur Jonhard Hammer.
Hann leggur aftrat, at framtíðin
eisini er tengd at, at starvsfólkini vísa
líka stórt ágrýtni og áhuga sum higar
til.
– Gera tey tað, haldi eg at framtíðin
er bjørt, sigur Jonhard Hammer, stjóri
á Rás2.
– Hóast politiski myndugleikin berjist ímóti og leggur okkum
fótongLar í vegin, Hava vit megnað at sligið okkara navn rimmarfast
í føroyska miðLaheiminum, og tað Hava vit gjørt við dugnaLigum
og ágrýtnum fóLki, sigur stjórin á rás2, jonhard hammer
Vit haVa
gott fólk
Rás2 fyllir trý ár: