fríggjadagur 1. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Gjáramorgunin legði Jóannes Eides
gaard, fíggjarmálaráðharri, upp
skotið til fíggjarlóg fyri 2011 fram.
Uppskotið vísir eina inntøku á
4.268 milliardir og eina útreiðslu
á 4.775 milliardir, og tað gevur eitt
undirskot á 506,5 milliónir.
– Fíggjarlógaruppskotið stavar
frá einari samanrenning millum
sparingar á útreiðslusíðuni og eini
batnandi
búskapargongd,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at
hetta er fyrstu ferð, at eitt fíggjar
lógaruppskot er so væl skipað.
– Ráðini fingu longu í apríl at vita,
hvørjir karmarnir hjá ráðnum vórðu,
og so var tað upp til ráðini sjálv at
syrgja fyri, at hesir karmarnir vórðu
hildnir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Uppskotið byggir annars á fýra
grundleggjandi fyritreytir:
• At føroyski búskapurin
spakuliga er á veg upp eftir
• At skattur og avgjøld eru
vaksandi
• At vinnan hevur havt
vánaligari úrslit seinastu árini
og at hetta ávirkar fíggjarlógina
negativt
• At hetta tó gevur eitt betri
úrslit samanlagt
Jóanns Eidesgaard vísti á, at tað
verður neyðugt at tálma útreiðsl
urnar og vaksa um inntøkurnar.
Tølini
Høvuðstølini í uppskotinum er
hesi:
Inntøkur:
• skattur 1.994 mia
• avgjøld 1.639 mia
• heildarveiting 635 mió
Hetta gevur eina inntøku
tilsamans á 4.268 mia
Útreiðslur:
• rakstur 4.529 mia
• løgur 208 mió
• renta 38 mió
Útreiðslur tilsamans 4.775
Við
justeringum
merkir
hetta,
at
undirskotið
á
fíggjarlógar
uppskotinum fyri 2011 er 506,5
milliónir
krónur,
sammett
við
undirskotið á verandi fíggjarlóg á
770 milliónir.
– So hóast talan er um undirskot,
er hetta kortini eitt stig á rættari
leið, metir Jóannes Eidesgaard.
Íløgurnar fyri 2011
eru hesar:
• Skúladepilin í Marknagili 41 mió
• Útbygging á Landssjúkra
húsinum 29 mió
• Almenir bústovnar 34 mió
• Vegaføring Leirvík 18 mió
• Viðareiðisvegurin 5 mió
• Ítróttahøll á Sandoynni 10 mió
• Havrannsóknarskip 5 mió
Samd um uppskot
Í fíggjarlógaruppskotinum verður
eisini lagt upp til nýggjar inntøkur.
Eitt umhvørvisgjald skal leggjast
á allan oljuinnflutning, vinnan
skal
gjalda
tilfeingisgjald
og
barsilsgjaldið skal økjast.
Tíggju oyru á hvønn innfluttan
litur av olju og oljuúrdrátti skal
geva landskassanum 40 milliónir.
Her er talan um alla oljunýtslu í
landinum, men er ikki galdandi
fyri oljuveitingar, ið verða nýttar
uttan fyri landgrunnin, tað vil siga
útlendsk og føroysk skip, ið royna
uttan fyri føroyska landgrunnin.
Eisini verður eitt tilfeingisgjald
lagt á fiksi og alivinnuna. Hetta
skal geva 25 milliónir tilsaman
býtt við 18 milliónum á alivinnuna
og sjey milliónur á fiskivinnuna.
Saman við økta barsilsinngjaldinum
gevur hetta tilsamans 73,5 milliónir
krónur eyka í landskassan.
Ymsar aðrar sparingar skulu
geva hundrað milliónir krónur, og
boðað var frá, at allar almennar
lønarhækkingar verða mótrokn
aðar í uppsagnum.
– Hvørt ráð sær hevur viðgjørt
uppskotið og flokkarnir eru eisini
greiðir um høvuðstølini í uppskoti
num, og tí rokni eg við, at viðgerðin
í fíggjarnevndini ikki broytir tað
stóra, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvandi kann roknast við
justeringum í fíggjarnevndini, men
fíggjarmálaráðharrin roknar við, at
uppskotið fyri fíggjarlóg 2011 verður
samtykt meiri ella minni óbroytt í
Løgtinginum.
Hava roknað við
tilfeingisgjaldi
Ein av nýggju inntøkunum hjá landinum er eitt tilfeingisgjald álagt fiskiflotanum og alivinnuni,
men sambært fíggjarmálaráðharranum vóru øll fyrireikað upp eitt slíkt gjald
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri,
legði uppskotið um fíggjarlóg fyri 2011
fyri Tingið í gjár og helt løtu seinni
tíðindafund í Fíggjarmálaráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang