Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 1. oktober 2010 10 VIKUSKIFTI Ein kvinna, sum vil svørja uppá, at hon aldri er vorðin kyst, hevur sanniliga eisini orsøk at svørja!r Brigitte Bardot 10 tIng um Venceslaus ulricus Hammershaimb Hann Var aVmyndaður á gulu hundraðkrónuseðlunum og Var faðirin at føroyska skriftmálinum. Hann Varð eisini sendur aV landinum sum 12 ára gamal, og seinni giftist Hann eini kVinnu, sum Var 10 ár yngri. lagt tIl rættIs: Eydna Skaale Venzel Hammershaimb, sum hann vanliga verður nevndur, varð føddur 25. mars 1819 á Steig í Sandavági,har hann búði fyrstu árini. Pápin var løgmaður Jørgen Frants Hammershaimb og mamman var Armgarð Maria, fødd Egholm. Hammershaimb vaks upp í Nýggjustovu í Havn, men tá hann var 12 ára gamal, varð hann send­ ur til Keypmannahavnar at ganga í skúla og verða dannaður. Tá hann var 20 ára gamal varð hann innskrivaður á universitetið, har hann læs teologi. Í 1847, tá hann var 26 ár, var hann liðugur at lesa til prest í Keypmannahavn. Sama ár fór hann til Føroya at savna vísur, sagnir og annað og at granska ymsu dialektirnar í Føroyum. Ferðin vardi eitt ár. Tá hann kom aftur til Danmarkar, fór hann smátt um smátt undir at geva tilfarið út, sum hann hevði savnað sær saman. Tá hann var 36 ára gamal, giftist hann Elisabeth Christiane Gad úr Havn, sum var próvstadóttir og 10 ár yngri enn hann. Hann var vinur við Grundtvig og hevði støðugt brævasamskifti við bæði hann og sonin, Svend Grundtvig, sum hann eisini arbeiddi nógv saman við. Hammershaimb var óvanliga málkunnugur, og hann legði lunnar undir føroyska skriftmálið. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði við at kortleggja føroysku grammatikkina. Føroyskt varð bygt á gamla norrøna málið, sum hann dugdi væl, íslendskt og danskt. Kendastu útgivnu verkini eru Føroyingasøga, Færøiske Kvæder og Færøisk Anthologi, sum serliga lýsa føroyska skaldskapin og annars gerandislívið í Føroyum. Hammershaimb doyði 8. apríl 1909 og er jarðaður í Lyderslev, nakað sunnan fyri Keypmannahavn. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10 Eygleiddi føroyingar 1 Hvussu eitur forstjórin í Eik Banka, sum fór úr starvinum mánadagin? 2 Eitt fótbóltsfelag tryggjaði sær mikukvøldið pláss í Vodafone deildini komandi kappingarár. Hvat felag var tað? 3 SMS hevur fingði nýggjan marknaðar­ leiðara. Hvussu eitur hann? 4 Føroyska sendikvinnan í Reykjavík hevur takkað fyri seg. Hvussu eitur hon? 5 Danski vinnumálaráðharrin segði í vikuni, at kundarnir í Eik Banka skulu kenna seg tryggar. Hvussu eitur vinnumálaráðharrin í Danmark 6 Gordon Gekko ger comeback í nýggjum Wall Street filmi. Hvør hevur leiklutin sum Gekko? 7 Sosialurin skrivar, at italskt oljufelag helst hevur rakt við gass í føroysku undigrundini. Hvussu eitur oljufelagið? 8 Hvussu eitur borgarstjórin í Sunda kommunu? 9 Í hvørjari kommunu er Kirstin Strøm Bech borgarstjóri? 10 Umframt løgmann, hvussu nógv lands­ stýrisfólk eru í ABC­samgonguni? 1-4 ikki nóg gott 5-7 tú fylgir hampuliga væl við 8-9 tú fært tað mesta við 10 Veitst tú alt? 1. Marner Jacobsen, 2. O7 Vestur, 3. Bogi Andreasen, 4. Gunvør Balle, 5. Brian Mikkelsen, 6. Michael Douglas, 7. ENI, 8. Kim Durhuus, 9. Vágs kommunu, 10. Átta landsstýrisfólk Svar