fríggjadagur 1. oktober 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
11
VIKUSKIFTI
Hvussu kom tað í lag at spæla saman við
Hanusi, Kára P. og Stanley í Vestmanna?
Tað var ein eldhugaður vestmenningur,
John Dam, sum segði mær frá ætlanini
og spurdi, um eg vildi vera við. Sjálvandi
vildi eg tað. Tað er jú ikki hvørt kvøld, at
tú sleppur á pall við nøvnum sum Kára,
Stanley og Hanus. Tað er ein heiður.
Hvat dámar tær at spæla fyri fólki?
Tað dámar mær væl, men tað verður ikki
lættari við árunum, sum ein annars kanska
skuldi trúð. Eg havi av royndum lært, at
ein konsert er altíð eitt intimt samspæl
millum teg og áhoyraran. Ert tú ótryggur,
so verður áhoyrarin eisini ótryggur, kennir
tú teg hinvegin i góðum hondum, so
smittar tann kenslan eisini av út í salin.
Hvussu verður fløgan,
sum tú gert í løtuni?
Hon verður framhald av konseptinum aftan
fyri seinastu fløguna »Á Brúnni«, sum var
rættiliga akkustisk og nakin. Hendan verður
eisini akkustiskt orienterað, tó við fleiri
elguitarum, trummum og røddum. Tekstirnir
eru enn sum áður tiknir úr mínum egna
universi. Teir eru merktir av upplivingum og
menning seinastu árini og eru mest persónligir,
men eisini eitt sindur samfelagsligir.
Hvussu vilt tú lýsa tínar sangir?
Tað er altíð ringt at lýsa sítt egna verk, men
stutt kann eg siga, at har skal helst vera ein
kjarni, sum fleiri enn eg kenna seg aftur í. Mær
dámar væl at skriva um relatiónirnar manna
millum, men eri ræðslusligin fyri at gerast ov
sentimentalur og innantómur. Eg leggi stóran
dent á, at handverkið er í lagi bæði málsliga
og grammatiskt, og eg havi enn ikki upplivað,
at eitt gott rím hevur spilt eina yrking!
Hví skrivar tú sangir?
Einfaldasta forkláringin er helst tann, at
tað frá barnsbeini av hevur fallið mær
nátúrligt at gera vart við meg kreativt, at
tekna, skriva og spæla eitthvørt ljóðføri.
Eg kann snøgt sagt ikki lata vera.
Hvør heldur tú er tín besti
sangur og hví?
»Lat meg goyma teg« á bandinum »Blátt í
støðum« lýkur rímiliga væl treytirnar, eg seti
til ein góðan sang. Her hugsi eg serliga um
samspælið millum orð og lag og framførslu.
Hvørjir bólkar og einstaklingar
hava verið tín størsti íblástur?
Beatles, Beach Boys, Rolling Stones, Bob
Dylan, Cat Stevens, Neil Young og Kári P.
Hvat er títt
motto?
Eg fann uppá
eitt beint nú:
Ver tú sjálvur,
tí eingin annar
kann vera tað!
Hvat hevur lívið lært teg higartil?
At eg eri ikki einsamallur.
Hvønn týdning hevur
átrúnaður í tínum lívi?
Kristindómurin er so líðandi vorðin eins
týdningarmikil fyri meg og luftin, eg andi.
Eg kann helst best lýsa tað við einum versi
úr einum av mínum nýggju sangum.
Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
Ælabogin gráur var
um ei, Faðir, tú vart har.
Martin Joensen
Eitt gott rím spillir onga yrking
lagt tIl rættIs: Uni Arge
mynd: ÁLVuR HARALDSEN
Hansara sangir Hava ljómað í føroyskum útvarpslurtum í meira enn 30 ár, og í løtuni
tekur Hann upp enn eina fløgu. í øllum sangum má vera ein Kjarni, sum fleiri kenna
seg aftur í, og rímini spilla ikki SPælið, sigur vestmenningurin martin joenSen, sum
9. oktober fer á pall saman við HanuSi joHanSen, Kára P. og Stanley SamuelSen