Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2002 23 23 Nr. 26 • hósdagur • 7. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Virkandi landsliðs- venjarin Jógvan Martin Olsen sigur, at úrslitini í dystunum á venjingarleguni á Kypros ikki liggja fremst í huganum. Liðið skal fyrst og fremst spæla fótbólt. Hann heldur sam- stundis, at hetta er eitt kærkomið høvi hjá óroyndum leikar- um at fáa spælitíð, tí flestu royndu leikar- arnir hava givið avboð FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Í gjár, mikudagin, legði føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum leiðina til Kypros, har Fótbóltssam- bandið skipar fyri venjing- arlegu. Hetta er ein partur av av- taluni við týska felagið UFA, sum hevur keypt sjónvarpsrættindini til dyst- irnar hjá Føroyum. Um- framt pening fær landsliðið eisini eitt uppihald á Kypros. Tríggir venjingardystir eru á skránni. Sunnudagin spælir landsliðið fyrsta dystin, og hann verður móti Póllandi, sum jú luttekur í HM-endaspælinum í Japan og Korea í summar. Hesin dysturin verður sýndur beinleiðis í polskum sjón- varpi. Eisini eru dystir móti Liktinstein og einum polsk- um felagi. Eingin verjufótbóltur Jógvan Martin Olsen er virkandi landsliðsvenjari, inntil FSF hevur funnið avloysaran fyri Allan Sim- onsen. Málverjin Jens Mar- tin Knudsen er hjálparvenj- ari. Hann leggur dent á, at hann fer ikki at spæla verjufótbólt við tíggju monnum aftanfyri bóltin. – Vit fara ikki inn á vøllin og stilla okkum í verju- støðu frá byrjan av, slær Jógvan Martin Olsen fast beinanvegin. Hann leggur afturat, at hann ikki hevur sjálvt úrslitið av dystunum fremst í huganum. – Eg fari at geva leikar- unum møguleika at spæla fótbólt, so kann tað vera líkamikið, um vit tapa 6-0. Mest umráðandi er, at teir sleppa at spæla fótbólt, sig- ur landsliðsvenjarin. Óroyndur hópur Undan hesi venjingarleguni hava fleiri spælarar givið avboð, og teir flestu útiset- arnir eru bundnir í feløgun- um, har teir spæla. Av teimum spælarunum í Føroyum, sum hava givið avboð, kunnu nevnast Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen, Allan Joensen, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen. Síðani eru tað útisetarnir, sum heldur ikki kunnu vera við, og teir eru Julian Johnsson, Súni Olsen, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Todi Jónsson hevur enn ikki boðað frá, nær hann ætlar sær at spæla aftur við landsliðnum. Her eru í øllum førum átta leikarar, sum hava fast pláss í byrjunaruppstilling- ini á landsliðnum, sum ikki vera við. Spurningurin er so, um venjingarlegan ikki missir sítt virði av hesum? – Sjálvandi merkist tað, tá liðið missir so nógvar, sum vanliga eru við, sigur Jógvan Martin, sum tó dugir at síggja tað góða í hesum. – Tað positiva í hesum er, at teir leikarar, sum ikki eru fastir í hópinum og sum hava sitið nógv á beinkin- um, fáa møguleikan at spæla altjóða landsdystir og vísa, hvat teir duga, sigur venjarin. Eingin ivi er um, at hesir leikarar eru findarglaðir um at fáa møguleikan frá byrjan av í einum lands- dysti. Hesir eru tí eisini uppsettir til at vísa komandi venjaranum, at teir hava uppiborið pláss í hópinum ella á liðnum. Nevnast kunnu leikarar sum Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Andrew av Fløt- um og Jóhannus Joensen, ið av og á hava verið í hitan- um, men sum ikki hava fingið so nógvar minuttir á vøllinum tilsamans. Hesir leikarar hava nú ein stóran møguleika at gera seg galdandi í landsliðs- høpi. Nýggj spælskipan Jógvan Martin Olsen av- dúkar eisini, at hann hevur í hyggju at royna onkra aðra spælskipan enn Allan Sim- onsen, sum var vanur at nýta 3-5-2. – Eg kundi væl hugsa mær, at vit fara at venja við eini aðrari spælskipan, enn leikararnir eru vanir við á landsliðnum. Øll tey yngru landsliðini spæla við 4-4-2 skipanini, og hesa skipan dámar mær nógv betur enn 3-5-2, tí økini verða betur dekkað, sigur Jógvan Martin. Hann sigur, at hann ætlar at spæla onkran dyst við 4- 4-2. Venjarin heldur ikki, at tað fer at vera torført hjá honum at venja hesa skip- anina við leikarunum, tí fleiri eru vanir við hana í feløgunum. Henda spælskipanin gevur fleiri nýggjar møgu- leikar. Venjarin skal eitt nú nú finna tveir vengur og ikki tveir vongbakkar sum fyrr. Heðin á Lakjuni er eitt upplagt val til vinstra vong, sum kanska er tað plássið, ið hóskar honum best. Í gomlu spælskipanini var ikki altíð pláss fyri einum leikara sum Heðini. Eingin ivi er um, at leik- ararnir veruliga fáa roynt seg á venjingarleguni. Pólland skal til HM, og venjarin hevur enn ikki valt endaliga hópin. Tí verður tað eitt uppsett polskt lið, ið fer á vøllin móti Føroyum, tí allir leikararnir fara at royna at sannføra polska venjaran um at teir hava uppborið eitt pláss á liðn- um. Teir kendastu leikar- arnir, sum spæla í evrope- iskum stórfeløgum, vera ikki við í dystinum móti Føroyum. Landssliðsvenjarin: Úrslitini koma í aðru røð Jógvan Martin Olsen sigur seg hava í hyggju at royna eina nýggja spælskipan á Kypros. Honum dámar betur 4-4-2 enn 3-5-2. Hann sigur, at verjufótbóltur fer ikki at eyðkenna føroyska spælið, men leikararnir skulu hava møguleikan at spæla fótbólt MYND: Álvur Haraldsen Palli Augustinussen hevur ongantíð spælt ein landsdyst. Hann er ein av teimum ungu og óroyndu leikarunum á liðnum Mynd: Álvur Haraldsen ÍSF hevur boðað frá, at tað fer undir at taka dopingroyndir av ítróttarfólki í vár. Hetta er samtykt á aðalfundi DOPING Stefan í Skorini Ítróttarsamband Føroya roynir at fylgja við í altjóða krøvum, sum sett verða ítróttarsambondum kring heimin. Í vár verða fyrstu dopingroyndirnar tiknar av føroyskum ítóttarfólki í Føroyum. Hetta hevur aðalfundurin hjá ÍSF samtykt, og tað verður nú sett í verk. Skyldu at taka royndir ÍSF sigur í tíðindaskrivi, at øll ítróttarfólk hava skyldu til at luttaka í eini doping- roynd, um tey verða inn- kallað til eina slíka. Um ítróttarfólk nokta at lata dopingroynd, verður tað mett sum ein positiv roynd. Tveir triðingar av roynd- unum verða gjørdar undir venjing, og ein triðingur av royndunum verður framdur eftir kappingar og dystir. IOC hevur ein lista yvir evni, ið eru bannað hjá ítróttarfólki at nýta. Um hesi evni verða funnin í land- ella blóðroyndum verður tað mett sum dop- ing. Dopin snýr seg tó ikki bert um tey ólógligu evnini, men eisini um framferðar- hættir, ið kunnu káma ella fjala nýtsluna av ólógligum stimbrandi evnum. ÍSF hevur sett eina dop- ingeftirlitsnevnd, og tað verða fólk úr hesi nevndini, ið fara at taka royndirnar. Tey eru tvey í tali, sum í vár fara at kanna, um føroysk ítróttarfólk nýta ólóglig stimbrandi evni eins og óteljandi útlendsk ítróttar- fólk. Í seinasta minutti skoraði Hartlepool útjavnandi málið móti Hull, sum førdi við steðgin. Julian og liðfelagar hansara mistu sostatt tvey týðandi stig FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Týskvøldið tók Hull City ímóti Hartlepool á heima- vølli. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 1-0 við steðgin. Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar. Julian og teir eru sum vera man ógvuliga vón- brotnir um úrslitið, tí Hartlepool fekk útjavnandi málið ein minutti fyri leik- lok, tá Hull lat mótstøðu- liðnum eitt bíligt mál. Hull legði seg framum fyri steðgin og hevði greiða yvirvág í spæli og mál- møguleikum. Men eftir steðgin legði Hartlepool trýst á Hull og megnaði at fáa útjavnandi málið at enda. Venjarin hjá Hull, Brian Little, var sera ónøgdur við sínar leikarar eftir dystin, og hann segði, leikararnir hildu, at dysturin var vunnin áðrenn síðsta bríksl. Hull er framvegis á fjórða plássi í 3. deild. Missa spælarar Í enskum fjølmiðlum stendur í dag at lesa, at teir báðir leikararnir frá Jama- ica, Ian Goodison og Theodore Whitmore, eru á veg úr felagnum. Hull hevur bjóðað teim- um báðum nýggjan sátt- mála, men hesir báðir hava noktað at skriva undir. Teir eru tí leysir á marknaðin- um, og fleiri feløg hava áhuga í teimum báðum. Hull ognaði sær leikar- arnar eftir HM í Frankaríki í 1998, tá teir spældu við Jamaica. Hesir eru evnarík- ir, og tað er ein stórur miss- ur hjá Hull, sum tó longu hevur fingið aðrar leikarar ístaðin. Venjarin hjá kvinnu- liðnum hjá Kyndli segði sessin frá sær eftir tapið fyri Sóljuni um vikuskiftið. Hann hevur nú tikið upp- søgnina aftur og held- ur fram sum venjari HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Besta kvinnuliðið hjá Kyndli stóð brádliga uttan venjara, eftir at liðið tapti eina avgerandi botnupp- gerð móti liðnum úr Vág- unum, Sóljuni. Rógvi Nielsen tók seg aftur sum venjara eftir dyst- in. Orsøkin var eftir øllum at døma, at úrslitini hava verið so avbera vánalig hjá Kyndli í hesum kappingar- árinum. Kyndil liggur í løtuni á næstaftasta plássi við trim- um stigum saman við StÍF. Við sigrinum sunnudagin fór Sóljan framum Kyndil, og tað ljóðaði, at Rógvi tók seg aftur eftir dystin. Nú er tó greitt, at hann heldur fram og fremsta uppgáva hansara verður at bjarga Kyndli frá niðurflyt- ing. Eingin ivi er um, at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Kyndli í ár, hvørki hjá kvinnunum ella hjá mans- liðnum. Bæði liðini eru í botninum, og tað er ikki nóg gott hjá sigursvanda havnarfelagnum. Dopingroyndir gjørdar í vár HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Kvinnuliðið hjá Neist- anum vann týskvøldið ein sera sannførandi sig- ur á Sóljuni. Munurin var 15 mál tá avtornaði Fremstu kvinnuliðini hjá Sóljuni og Neistaum hittust í høllini á Gilja- nesi. Úrslitið var ein knúsandi sigur til Neist- an. 31-16 var endaliga úrslitið. Við sigrinum tók Neistin seg framum VB uppá triðja pláss. Neist- in og VB hava bæði 13 stig í part, men Neistin hevur frægari málmun. VB hevur tó spælt ein dyst færri enn Neistin. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa fatur á dómaraseðlinum frá dystinum. Sóljan-Neistin 16-31 (9-19) Neistin gjørdi bart ÍSF-forsetin hevur sett í verk dopingeftirlit í Føroyum. Tvey fólk fara komandi vár at taka royndir av føroyskum ítróttarfólki Mynd: Álvur Haraldsen Hull misti á stokkinum Rógvi heldur fram Tað var eftir dystin móti Sóljuni, at kvinnuliðið brádliga var uttan venjara. Nú hevur hann tó játtað at halda fram Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22