mánadagur 4. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Endamálið við einum til
feingisgjaldið er at fiskiflotin
skal lagast til fiskatilfeingið.
Tað
staðfestir
Magni
Laksá fos
tingmaður
fyri
Sam bandsflokkin.
Men sum tað sæst í grein
á síðu 4 í Sosialinum í dag,
vil hann ikki taka undir við
ætlanini um tilfeingisskatt,
soleiðis sum hon kemur til
sjóndar í fíggjarlógini.
– Tað havi eg gjørt vart við
í samgonguni og tí varð eg
biðin um at koma við einum
uppskotið til tilfeingisgjald,
sigur Magni Laksáfoss.
Tað hevur hann gjørt. Men
hann má eisini ásanna, at tað
er ikki tikið til eftirtektar í
samgonguni.
Missa 10%
Tað, sum Magni Laksáfoss
skjýtur upp, er, at landið letur
skipini varðveita 90% av
fiskirættindunum á hvørjum
ári og at tey seinastu 10%
verða inndrigin og kunnu
brúkast til at minka um
veiðu trýstið ella til at seljast
út aftur á uppboðssølu.
– Orsøkin til at alt ikki
verður inndrigið á hvørj
um ári, er at tryggja ein
ávísan kontinuitet í skip
an ini, soleiðis at reiðarí og
fíggjarstovnar
hava
ein
ávísan tryggleika við at varð
veita 90 prosent, sigur Magni
Laksáfoss.
– Orsøkin til at øll skip
ikki varðveita full rættindi
í tíggju ár, og síðan missa
øll
rættindini
ísenn
tað
tíggjunda árið er, at hetta vil
skapa ein serstakliga ótrygga
støðu tá ið tíðarskeiðið nærk
ast endanum, leggur hann
afturat
Hann sigur, at skipini
mugu
missa
rættindi
á
hvørj um ári fyri at tryggja
at nokk av keyparum er til
teir fiskidagar, ið verða lýstir
til sølu á hvørjum ári.
– Er ikki nóg mikið av
keyp arum
kann
prísurin
gerast heilt tilvildarligur.
Hann sigur, at skipanin
ger tað samstundis møguligt
at stilla veiðitrýstið niður og
upp við antin ikki at bjóða
øll inndrignu fiskirættindini
út aftur ella við at bjóða
fleiri enn inndrignu fisirætt
indini.
Magni Laksáfoss ætlar
í hesum sambandi ikki at
broyta bólkarnar, men sigur,
at dagarnir verða bólkum,
Samstundis skulu áset ing
ar um stongdar leiðir, meska
vídd, húkastødd o.s.fr. heldur
ikki broytast.
A og B loyvi
Tingmaðurin
sigur,
at
í
hvørjum bólki verður fiski
økið býtt sundur eftir dygd.
Eitt nú kann Føroya Banki
og Norðhavið verða flokkað
sum Aøki og onnur øki verða
flokkað sum Bøki.
– Tá ber til at bjóða
fiski dagar út í Aøkjum og
Bøkjum hvør sær, og upp
boðs sølan vil tryggja hvør
sín prís, alt eftir virðinum á
økinum.
– Harvið kann tryggjast,
at skipabólkar troyta flest
møgulig øki og fiskasløg og
ikki einans liggja eftir tosk
inum, leggur hann afturat
– Á sama hátt verða
kvoturnar bjóðaðar út innan
hvørt øki sær og innan
samsvarandi skipabólkar.
Hann leggur afturat at
uppboðssølan eigur at verða
skipað soleiðis, at keyparar
ikki kunnu halda prísinum
niðri við sínámillum avtal
um.
Ein møguleiki er eisini,
at ein óheftur stovnur eins
og Landsbankin, umsit ur
uppboðssøluna av fiski rætt
indum.
Fleiri fyrimunir
Magni laksáfoss sigur, at
ein slík skipan hevur fleiri
fyrimunir.
– Skipanin ger tað møguligt
hjá nýggjum at sleppa upp
í fiskivinnuna, við tað at
fiskirættindi verða boðin út
við jøvnum millum bili.
Samstundis fer hetta at
minka um yvirkapasitetin,
við tað at reiðarí, sum eru
effektiv hava betur møgu
leikar at fáa størri fiski
rættindi enn reiðarí, sum eru
minni effektiv.
Hann sigur, at ein skipan,
sum hendan, tryggjar eisini,
at
tilfeingisrentan
fellur
øllum borgarum í landinum
til góðar, við tað at reiðarí
gjalda fyri fiskirættindini
eftir kapitalistiskum prin
sipp um,
har
best
riknu
fyri tøkurnar keypa flestu
rættindini.
– Skipanin fer eis ini at
minka um strá manna virk
semið, við tað at tilfeing is
rentan, sum annars fer til
útlendska kapitalin, held
ur fer til gjald fyri fiski
rættindi.
– Skipanin er ikki heldur
ikki í stríð við málið um
at inddraga veiðiloyvini í
2018, við tað, at skuldi tað
hent at eitt skip ikki fær
endurnýggjað sítt veiðiloyvi
í 2018, men samstundis hev
ur fiskidagar, kann reiða ríið
selja fiskidagarnar á upp
boðssøluni, og verður harvið
hildið
skaðaleyst,
sigur
Magni Laksáfoss.
Skipini missa 10% av
fiskidøgunum um árið
TILFEINGISGJALD Magni Laksáfoss hevur skotið upp í samgonguni, at fiskiflotin skal missa 10% av
fiskidøgunum um árið, sum síðani skulu lýsast til sølu ella brúkast til at minka um veiðitrýstið
Onki Álit
Magni Laksáfoss hevur púra onki álit á hendan
sam gongan fer at megna at fremja nakrar sum
helst bygnaðarbroytingar ella nýskipanir.
Tað
hevur
annars
verið
rættiliga
nógv
tosað um nýskipanir á nógvum økjum, eitt nú
kommunuøkinum, fiskivinnuøkinum, umframt í
skúla- og heilsuverkinum.
Men tað trýr hann onki upp á longur.
Hann hevur sostatt heldur onki álit á ætlanini
hjá samgonguni um at sokallaði tilfeingisskatturin
bara skal vera galdandi í eitt ár, tí ein bólkur skal
setast at gera álit um tilfeingisgjald.
- Næsta ár er seinasta árið í hesum valskeiðnum
og royndirnar siga okkum, at seinasta árið í einum
valskeiði, henda ongar kollveltingar.
Hann vísir eisini á allar tær kanningar, sum eru
gjørdar og øll tey álit, sum eru skrivað nýskipanir
og broytingar av øllum handa slagi, men har er rætt
og slætt onki sett í verk.
- Sostatt er stórur vandi fyri, at hendan skipanin,
sum er ætlað at vera fyribils, endar við at verða ein
varandi skipan.
Kortini staðfestir hann eisini, at tað er neyðugt
at finna langtíðarloysnir á nógvum økjum í
samfelagnum.
- Tað ber bara til at fara runt við sláimaskinuni,
tá ið ríkiligt er at taka av.
Hann heldur, at samgongan hevur longu verið
runt við sláimaskinuni og tann mátin ber ikki til
leingi afturat.
- Tað gongur kanska í eitt ella tvey ár, men vit
sleppa ikki undan at gera nýskipanir, sum halda í
longdini, sigur Magni Laksáfoss.
Meira á síðu 4
Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur givið
samgonguni eitt uppskot um tilfeingisgjald,
sum hann heldur, hevur fleiri fyrimunir
FLEIRI FYRIMUNIR
Skipini mugu missa
rættindi hvørt ár fyri at
tryggja at nokk av keyp
arum er til teir fiski
dagar, ið verða lýstir til
sølu