mánadagur 4. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá Høvdavirkið í 2005 gjørdist
ársins
virki
í
Føroyum,
brúktu vit yvirskriftina, at
“Leirvíkingar brúktu høvd
ið”. Men tað er ikki bara á
Høvdavirkinum, at leirvík
ingar brúka høvdið. Tað hava
tey so sanniliga eisini gjørt á
gulllaksavirkinum
Tavuni,
sum á vinnudegnum sein
asta fríggjadag varð kosið at
vera ársins virki í ár. Hetta
er soleiðis aðru ferð í bara
fimm ár, at virkir í Leirvík fáa
henda mikla heiður millum
mong virkir í Føroyum.
Ikki minni áhugavert er
tað, at bæði Høvdavirkið og
Tavan í Leirvík kunnu sigast
at vera ótraditionell virkir í
mun til okkara vanligu flaka
vinnu úr vanliga kendum
fiskasløgum.
Duga í Leirvík
Á Høvdavirkinum hava tey
dugað at virðisøkt og tjent
pengar burtur úr tí, sum
vit kunnu rópa fiskaslógvi,
høvdum og ryggjum – og á
Tavuni hava tey dugað betri
enn onnur at tjena pengar
og skapt gevandi vinnu úr
gulllaksi, sum hevur verið
trupult hjá øðrum virkjum í
Føroyum, tó at fleiri royndir
hava verið gjørdar.
Meðan mong virkir í
Føroyum hava hingið við
rumpuni í vatnskorpuni – og
summi væl lægri enn tað,
eydnaðist tað Tavuni í fjør
at koma við einum avlopi
upp á næstan 11 miljónir
krónur, sum má sigast at
vera serstakliga flott.
Føroysk fiskaframleiðsla
hevur seinnu árini ikki verið
hon, ið hevur givið tann
nógva
peningin.
Heldur
hevur tað verið ein kampur
um at halda nøsini úr
vatnskorpuni.
Hesi somu ár hevur tað
kortini eydnast teimum, sum
reka og arbeiða á Tavuni í
Leirvík at koma við avlopum,
sum seinastu fimm árini
hava ligið úr 2,6 miljónum
krónum upp í 10,8 miljónir
krónur um árið.
Í samrøðu við Sosialin
hevur stjórin á Tavuni onkun
tíð sagt, at tey duga ikki betri
enn onnur – ella, at “vit duga
einki, sum onnur ikki duga…”
Men sikkurt og vist er, at
okkurt duga tey á Tavuni,
sum onnur í hvussu er ikki
hava dugað líka væl.
Eitt herðaklapp
Tá Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, tók ímóti
heiðurinum á vinnudegnum
fríggjadagin,
helt
hann
lítillátin fyri, at tað er stuttligt
at fáa eitt herðaklapp. Hann
helt, at hugskotið at velja
ársins hetta og hatta innan
føroyskt vinnulív er gott og
soleiðis eisini innan okkara
skipavinnu.
– Eingin undrar seg so
nógv yvir hesa gongd, sum
verið hevur á Tavuni, síðan
vit byrjaðu hesa framleiðslu
í 1994, sum eg sjálvur.
Í stuttum greiddi hann
frá søguni aftanfyri virkið
og segði, at teir í 1994 gjørdu
av at leiga gamla flakavirkið
Frost beint eftir kreppuna,
sum hevði lagt so stóran part
av
føroyskum
vinnulívið
lamið.
– Fleiri, sum høvdu arbeitt
á
gamla
flakavirkinum,
komu í arbeiði hjá okkum,
og tey vóru fegin um at
sleppa í gongd aftur. Vit
merktu
beinanvegin
ein
fantastiskan anda og ídni
millum fólkið til at fáa hetta
at bera til. Hendan anda og
hetta ágrýtni hevur vart til
hendan dag, segði hann.
Jóan Magnus Ramussen
segði, at arbeiðsfólkið á Tav
uni eigur ein stóran lut í, at
tað hevur gingist teimum so
væl.
– Uttan hesi dugnaligu
fólk og góðu leiðslu á øllum
postum hevði hetta ikki havt
Vilmund Jacobsen
Í
síni
vælkomstrøðu
til
vinnudagin nevndi formað
urin í Føroya Arbeiðsgev
arafelag, Jóhan Páll Joensen,
fallið hjá Eik Banka og
landsstýrismaðurin,
sum
setti hendan dagin, Jóhan
Dahl, gjørdi so mikið meiri
burturúr.
Jóhan Páll Joensen visti
á, at myrk skýgg hava hingið
yvir okkum seinastu dagar
nar og segði, at hesi eru ein
sera stór avbjóðing, sum
eingin misunnir teimum, ið
nú sita við hesum.
Hann setti eisini spurn
ingin, hvat vit kunnu gera
fyri at rætta teimum, sum
sita við hesum trupulleikum,
eina hond.
– Vit kunnu ikki gera nógv
annað enn við nærlagni og
vilja at arbeiða fyri at fáa eitt
sterkt vinnulív, og soleiðis
eisini ein sterkari føroyskan
búskap.
Niðurgjørd sjónarmið
Formaðurin í Føroya Arbeiðs
gevarafelag
gjørdi
eisini
nokso fitt burtur úr sitandi
landsstýri og samgongu.
– Vit hava eina samgongu,
sum mest av øllum er bókhald
ari og roynir at hóra undan
hallinum sum frægast
Hann visti á, at uppskot
av handa hógv stinga seg
upp og verða sett í verk
uttan veruliga at vita, hvørjar
avleiðingarnar av hesum eru.
Saklig og faklig sjónarmið
verða niðurgjørd og ikki tikin
við í avgerðirnar.
– Vit hugsa stutt og trívast
betri við øll at sita á somu
køku, sum gerst minni og
minni, legði hann aftrat.
Mala í ring
Jóhan Páll Joensen segði, at
tað er eitt stórt tak at skipa
fyri vinnudegnum, sum í
ár hevði spurningin í síni
yvirskrift, um Føroyar bara
mala í ring.
– Tiltakið skal vera gev
andi og áhugavert, og tað er
ein avbjóðing ikki at mala í
ring.
Hann vísti á, at spyrt tú í
Vinnuhúsinum, um Føroyar
mala í ring, er svarið ja.
– Eingin ivi er um, at vit
í Føroyum mala í ring, legði
hann aftrat.
Jóhan Páll Joensen helt,
at viljin til at taka neyðug
tøk fyri at skipa samfelagið,
soleiðis at mest fæst burtur
úr, er ikki til steðar.
Fíggjarrisin fall
Jóhan
Dahl,
landsstýris
maður í vinnumálum, segði
í síni setanarrøðu, at ein
fíggjarrisi er fallin í føroysk
ari vinnulívssøgu.
– Sterka eikin er rivin
upp við rót. Størsti føroyski
bankin og elsta fyritøka í
Føroyum er ikki til longur.
Landsstýrismaðurin
ásannaði,
at
eitt
stórt
tómrúm stendur eftir Eik
Banka.
– Uttan iva hava vit øll
okkara meiningar um tilburð
in. Hvat hendi og hví endaði
hetta so galið?
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at hetta eru náttúrligir
spurningar at seta sær.
Fyri aðru ferð endar
heiðurin í Leirvík
ÁRSINS VIRKI Hetta er aðru ferð, síðan Vinnuhúsið fór at velja
ársins virki, at eitt virkið í Leirvík hevur vunnið hendan heiður. Í
2005 varð tað Høvdavirkið, sum varð kosið at vera ársins virki – og
á vinnudegnum fríggjadagin endaði heiðurin hjá Tavuni í Leirvík
Fallið hjá Eik merkti dagin
VINNUDAGUR At stóri fíggjarrisin í føroyska samfelagnum Eik Banki fall júst dagin fyri vinnudagin
í ár, kundi illa tigast burtur, tá dagurin varð settur í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag
Landsstýrismaðurin í vinnumálum,
Jóhan Dahl, setti dagin og brúkti fitt av
tíð til at tosa um fallið hjá Eik Banka
Mynd: Jens Kristian Vang