Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin – Men eg skal ikki gera meg til dómara yvir nøkrum. Tann rætturin tilkemur ikki mær. Eg fari heldur ikki at gita, um eitt politiskt eftir­ spæl verður, og um nakar man fara at royna at vinna sær politisk poeng burturúr hesum sorgarleiki. Lærir søgan..? Jóhan Dahl helt, at vit við hetta álvarsliga høvi eiga at steðga á og reflektera, sum hann tók til. – Hvat lærir søgan og lagn­ an hjá Eik Banka okkum og tykkum, ið mynda føroyska vinnulívið frameftir? spurdi hann. Landsstýrismaðurin segði, at fallið við Eik Banka vísir okkum, at markið millum succes og fiasko er hárfínt. Tað, sum í dag tykist at vera sunn fornuft, er kanska nakað heilt annað í morgin. – Við hetta høvi kunnu vit eisini staðfesta, at eingin tolir alt. Hetta ljóðar banalt, men tað er sunt at hugsa tankan av og á. Jóhan Dahl segði, at í eini altjóða fíggjar­og búskap­ arkreppu merkja tey varnu avleiðingarnar, men tey framfýsnu eru í vanda fyri at fáa meiri enn mótgongd. ­ Tí er javnvágin millum konsolidering og váðafýsni so týðandi, segði Jóhan Dahl, landsstýrismaður, tá hann setti vinnudagin 2010. vilmund@sosialurin.fo gingið so væl, legði hann aftrat. Stjórin takkaði eisini teimum, sum standa aftan­ fyri reiðaríini, ið hava veitt Tavuni rávøru, fyri gott og trúfast samstarv. – Vit hava merkt ein fan­ tastiskan trúskap frá teim­ um, sum eiga Stjørnuna, Polarhav og Eysturbúgvan, og hetta takka vit teimum fyri, segði stjórin á Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen. vilmund@sosialurin.fo Tað var Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum setti vinnudagin 2010 Mynd: Jens Kristian Vang Tað vóru Jóan Magnus Rasmussen og Osmund Justinussen, ið tóku ímóti heiðurinum sum ársins virki 2010 Mynd: Jens Kristian Vang Vilmund Jacobsen Um valið av Tavuni í Leirvík verður sagt, at virkið lýkur allar kappingartreytir, og tí himprast metingarnevndin onga løtu í at velja Sp/f Tavuna til ársins virki 2010. Hetta eru greiðu orðini, sum meting­ arnevndin leggur til grunds fyri at velja gulllaksavirkið í Leirvík til ársins virki í Føroyum. Nevndin vísir á, at mótrák eggjar til at leita nýggjar leiðir og nýta afturundir­ gerðirnar. Tað er ikki váðaleyst, men er málið sett, ber til at fyrireika seg til avbjóð­ ingarnar og leggja leiðina neyvari. Hepni vísir seg eisini ofta at fylgja tí, sum torir. Tavan í Leirvík sprýkti úr kreppuni tíðliga í nítiárunum, tá gamla flakavirk­ ið Frost í 1994 varð leigað til virking av gulllaksi til fars. – Virkið hevur víst, at við miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orðhaldni. Fyritøkan og samstarvs­ felagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd. Metingarnevndin sigur, at Tavan hevur dugað at hildið upp á ein dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum, sum talað verður um. – Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið útvega rávøruna, um at halda árligu veiðina innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur um, hvat stovnurin tolir, sigur meting­ arnevndin, sum hevur kosið Tavuna til ársins virki 2010. VILT átak ”Ger okkurt annað, ger okkurt nýtt – ger okkurt vilt!” Tá hesi orð fullu á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum, fóru fólk at hugsa um, at ársins átak í ár helst fór til Sp/f VILT í Suðuroy. ­ Vilt tú hava eydnuna við tær, vilt tú geva tínum viðskiftafólki tað forkunn­ uga, og vilt tú gera lívið ríkari hjá tær og teimum, tú virkar saman við? Tað eru tey, sum gera okkurt nýtt og okkurt vilt, ið skapar framburð og nýggjar møguleikar. Hesi síggja stóra og fjølbroytta tilfeingið í fólki, náttúru og í samfelagi, sum liggur óbrúkt og mest sum rópar eftir at verða gagnnýtt til frama fyri ein stóran hóp av brúkarum, inni sum úti, heima í Føroyum og uttanlands. Metingarnevndin sigur, at átakið 2010 er ein fyrimynd fyri okkum øll – uttan mun til, hvar vit eru, og hvat vit gera. Átakið er ein staðfesting av, at trúgvin uppá, at tað ber til at fáa virksemi í lag – eisini uttan fyri høvuðsstaðin – gevur úrslit. Hetta er gott, vísir áræðið og álit á egin evnir. – Vit hava tí valt at heiða átakið, sum kanska hevur torað mest – við at kalla seg VILT. Átakið 2010, sum hevur fingið heiðurin hesaferð, er skipað sum smápartafelag. Felagið hevur skjótt trý ár á baki og hevur heimstað í Vági. – Endamálið við VILT er at skapa trivnað og at menna Suðuroynna – og fyri tann skuld landið alt – í ferðavinnu­ og upplivingarhøpi. VILT hevur gjørt Suður­ oynna kenda í Føroyum og uttanlands, og virki og fyritøkur um alt landið og útlendskir bólkar koma til Suðuroyar at royna tiltøkini, sigur metingarnevndin. vilmund@sosialurin.fo Metingarnevndin um ársins virki og ársins átak 2010 GRUNDGEVINGAR Vit hava hugt eftir, hvørjar grundgevingar metingarnevndin hevur lagt í valið av ársins virki og ársins átaki 2010 - Tað er ordiliga well og VILT at standa her og taka ímóti heiðurinum, segði Finn Johannesen á vinnudegnum, tá Sp/f VILT hevði fingið handað virðislønina Mynd: Jens Kristian Vang