mánadagur 4. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
12
Sosialurin
Uni Arge
Vinnuhúsið var bersøgið í ár
í sínum uppleggi til Vinnu
dagin, tí longu tá formaðurin
í Føroya Arbeiðsgevarafelag,
Jóhan Páll Joensen, beyð
vælkomin, var tónin hvass
ur. Hann helt avgjørt, at før
oyingar mala í ring og segði,
at Føroyar í løtuni hava eitt
bókhaldslandsstýri, sum ikki
vísir á nakra kós, hvørki vinnu
politiskt ella á annan hátt.
Í kjakinum út á seinna
partin varð tráðurin tikin
uppaftur, og lagt varð fyri við
at staðfesta, at fyri 18 árum
síðan
høvdu
føroyingar
eina stóra bankakreppu, og
í farnu viku tók aftur ein
banka kreppa seg upp. Í 1993
kom Jørn Astrup Hansen
til Føroya at rudda upp, og
nú kemur hann so aftur.
Politikararnir
vistu
onki
um standin tá og kravdu at
fáa innlit í alt, og eisini tann
søgan endurtekur seg nú.
Patrónar og klientar
Tey trý í panelinum høvdu
fingið til uppgávu at kjakast
undir heitinum »Skulu vit
halda fram at mala í ring«
og vóru samd um, at tað
er ikki sørt, at føroyingar
í nógvum málum mala í
ring. Hans Andrias Sølvará
helt, at føroyingar sjáldan
agera í málum, men reagera
upp á mál. Av tí sama verða
størstu avgerðirnar oftast
tiknar undir trýsti og í einum
skelki.
Pól Huus Sólstein saknaði,
at fiskivinnan hevur tryggar
karmar at virka undir, og
at meira verður gjørt fyri
at fáa optimalt burtur úr
fiskivinnuni. Av tí, at ong
ir tryggir karmar eru, er
fiski vinnan ótrygg, og tað
tryggasta er at kenna far
tele fon nummarið hjá Jacobi
Vestergaard,
lands stýris
manni í fiskivinnumálum,
tí so ert tú nøkulunda inni í
hit anum.
Hans Andrias Sølvará varð
spurdur, hvat hetta hevur við
sær, tá samfelagið skal eitast
at vera skipað eftir lógum,
reglum
og
prinsippum.
Hann svaraði, at kanska er
skipanin eitt sindur sum í
rómverjaríkinum, har nøkur
fá eru patrónar í erva, og
restin er klientar í neðra.
Látur og klappsalvur rungaðu
í Norðurlandahúsinum, tá
fartelefonin hjá Jacobi Vest
ergaard var á bredd anum.
Frá ídnaði til vitan
Nógv varð eisini gjørt burtur
úr almennu umsitingini og
hennara leikluti í sam fe
lagnum. Súsanna Danielsen
varð spurd, um almenna
um sitingin í veruleikanum
gevur politisku skipanini
mótspæl, ella um aðalstjórar
og deildarleiðarar ikki heldur
kunnu metast sum eitt slag
av
ráðharraskrivarum,
ið
onki mótspæl geva.
Hetta vildi hon ikki bein
leiðis siga, men hon ásannaði,
at nógv verður ikki gjørt
burtur úr tí, sum sakkøn
fáa frá hondini í politisku
skipanini. Einaferð snúði alt
seg um Visión 2015, men hvar
tann frágreiðingin endaði,
var ikki gott at vita, segði
hon. Eisini nevndi hon, at
um ráðandi er, at Føroyar
gera sær greitt, um tær vilja
verða ídnaðarsamfelag ella
vitanarsamfelag.
Flyta vit okkum ikki inn í
vitanarsamfelagið og draga
væl útbúgvin fólk heimaftur,
so steðgar samfelagið upp, og
fólkatalið kann fara at minka
í stórum, segði Súsanna
Danielsen. Øll trý í panelinum
vístu eisini á, at stórur
partur av ungdóminum, tvs.
tey um 25 ára aldur, eru als
ikki í landinum og taka lut
í samfelagslívinum. Hetta
darvar samfelagsmenningini,
hildu tey.
Primitiv kjakmentan
Hans
Andrias
Sølvará
varð spurdur, um Føroyar
í løtuni standa mitt í eini
broytingartíð sum fyri 100
árum síðan, tá fiskivinnan
var tann nýskapandi vinnan,
og kongsbøndurnir stríddust
ímóti broytingunum, ið tó
máttu koma. Eru reiðararnir
í dag sum kongsbóndurnir
og stríðast ímóti neyðugu
broytingunum? Ja, tað helt
hann, men broytingarnar
koma kortini. Samfelagið
flyt ur seg, hagar tað má
fara.
Nógv varð eisini tosað um
tónan í almenna orða skift
inum. Hans Andrias Sølvará
helt,
at
motivgransking
merk ir
mangan
almenna
orða skiftið. Lurtað verður
ikki eftir tí, sum sagt verður,
men granskað verður, hvør
tað er, sum tosar, og so
verð ur dómur feldur eftir
politiskum liti, eftirnavni ella
kanska starvsheiti.
Hann nevndi sum dømi,
at øði kom í grindina, tá
kringsvarpsmaðurin Heini
í Skorini herfyri legði eft
ir
landsstýrinum
í
ein
um
les ara brævi,
júst
tí
hann er kring varps maður.
Fleiri vóru so ørg um, at
kringvarpsmaðurin
hevði
tikið orðið, at hann varð
kærdur fyri leiðsluna, men
hvat segði hann? Hetta varð
ikki umrøtt serliga neyvt.
Darvandi nærleiki
Politiska stýringin var á
breddanum stóran part av
kjakinum. Pól Huus Sólstein
nevndi fleiri ferðir, at ilt
er vita, hvørjir karmar eru
galdandi,
og
tað
skapar
óvissu. Eisini vísti hann á,
at Brasilia hevur havt stóra
framgongd seinnu árini, tí
har skiltu tey at enda, at
skuldu tey fáa framgongd,
máttu tey halda uppat at
tosa um nøgd og heldur fara
at tosa um góðsku.
Súsanna
Danielsen
nevndi, at Føroyar mugu av
sonn um sigast at hava nær
demo krati. Hetta kann vera
gott, men eisini ringt, helt
hon. Tá politikarar skulu
taka yvirskipaðar avgerðir
og leggja langtíðarmál, er so
skjótt, at teir verða ávirkaðir
av áhugamálum, sum vilja
nakað annað, júst tí so stutt
er til politikararnar í Før
oyum.
Í upplegginum til kjakið
varð spurt, um Føroyar eru
nýmótans land á veg framá
Vilt tú yvirliva í fiskivin
kenn so nummarið hjá Ja
Vinnudagur Fortreytin fyri
at klára seg í fiskivinnuni er, at
tú kennir fartelefonnummarið
hjá Jacobi Vestergaard,
landsstýrismanni, tí tryggir
karmar eru ongir. Soleiðis segði
Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic
Pelagic, í kjaki á Vinnudegnum
fríggjadagin, tá hann sjálvur, Hans
Andrias Sølvará, søgufrøðingur,
og Súsanna Danielsen, stjóri
í umsitingini hjá løgtinginum,
kjakaðust um, hvussu Føroyar
kunnu halda uppat at mala í ring