mánadagur 4. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
Sosialurin
Nýmótans land ella
romantiskt reservat
nnuni
acobi
Uni Arge
Eitt yndisligt oyggjaland langt burturi frá teimum stóru
meginlondunum.
Eitt fólk við egnari mentan og siðvenjum.
Eitt gott og trygt stað í sjálvum sær fjart frá heimsins
vandamikla meldri.
Er her framgongd ella stillstøða? Hómast her ein framtíð
hjá ungum sum gomlum?
Í almenna orðaskiftinum hómast eitt ótolni við politiskt
atgerðarloysi og ein ónøgd við politiskar ósemjur.
Stríðið um at endurskipa fiskivinnuna hevur klovið
løgtingið í tvey.
Útjaðarin og høvuðsstaðurin eru ævigir mótsetningar.
Landið einskilir almennar fyritøkur og angrar tað aftaná.
Fakfólk tiga við síni vitan og lata politikararnar eiga
almenna pallin.
Og ríkisrættarliga støðan syndrar enn sum áður tjóðina.
Hómast her ein vilji til at flyta landið inn í nýggjar
tíðir? Ella standa vit sum negld í gólvið og sleppa ikki av
fetanum?
Øll tey siðbundnu fiskivinnusamfeløgini í Norðurhøvum
hava sínar stóru avbjóðingar at yvirliva.
Fá fólk tíma at arbeiða í fiski, og serliga konufólkini flyta,
tí tey finna seg ikki til rættis í veiðimentanini.
Ungfólk flyta burtur í stórum tali at nema sær útbúgving,
og mong flyta ongantíð heimaftur.
Færri og færri arbeiðsfør fólk verða tí at bera byrðarnar,
og tey eldru verða lutfalsliga fleiri.
Í dag eru 2.000 færri kvinnur í Føroyum enn menn, og
mong útbúgvin koma ikki heimaftur orsakað av vantandi
avbjóðingum.
Tey, sum koma aftur, hvørva ofta inn í almenn størv og
hoyrast ikki í orðaskiftinum, kanska tí tey óttast politiska
revsing, um tey taka orðið.
Hægru lærustovnarnir í landinum er so veikir, at teir
sjáldan megna at geva politiskum pástandum mótspæl
við eftirkannaðum sannleikum.
Er her framgongd ella stillstøða? Fæst fólkatalið ikki upp
um 50.000, tí landið hevur ikki meira at bjóða fólkinum?
Í 1888 søgdu framfýsnir føroyingar, at føroyingar skuldu
ganga fram í øllum lutum, og tað var eitt langtíðarmál fyri
land og fólk.
Føroyar hava eisini í dag kós ímóti eini framtíð, men ongin
veit hvørjari, tí hvør setir kósina, um onki greitt mál er?
Er tað tilvildin? Eru tað tey, sum duga best at røkja egin
áhugamál? Ella trýsta kreppurnar og umheimurin okkum
at taka neyðugu avgerðirnar?
Vakrar eru oyggjarnar. Ja, vit skulu marknaðarføra tær
sum eitt óuppdagað norðurlendskt Shangri-la, sigur
onkur.
Men eru vit nýmótans land á veg framá ella eitt romantiskt
reservat á fallandi føti?
Mala vit í ring, meðan framtíðin spakuliga máar burtur av
dýrmætasta tilfeinginum, fólkinum?
Ella megna vit kanska at gera tað betri enn nú?
vinnukjak Í sambandi við kjakið á Vinnudegnum millum Hans
Andrias Sølvará, Pól Huus Sólstein og Súsonnu Danielsen varð
vístur ein stuttur filmur sum upplegg. Teksturin í filminum tók
saman um fleiri stórar spurningar í samfelagnum, m.a. hvussu
stórir mótsetningar mangan forða fyri, at neyðugar og skynsemar
avgerðir verða tiknar. Her verður teksturin prentaður í fullum líki
ella romantiskt reservat á
fall andi føti. Við hetta varð
meint,
at
samfelagsliga
verð ur
hildið
at
vera
neyðugt, at ungfólk fáa
sær útbúgving og síðan
koma heimaftur at gera
mun í samfelagnum. Men
hví koma tey aftur, sum
koma? Kanska tí tey fáa
barnagentur í Føroyum,
men annars lítið og onki
hava upp á hjarta?
Hesin
spurningur
varð eisini umrøddur, og
semja var um, at mong
væl útbúgvin fólk eru í
landinum, men gera lítið
vart við seg. Kanska tey
skriva okkurt álit, sum
endar í onkrari skuffu
eins og Visión 2015, men
har verður teirra vitan
ikki forankrað í politisku
avgerðirnar, og tí kemur
hon ikki samfelagnum til
góðar.
Brynhild Thomsen og Uni Arge, journalistar,
skipaðu fyri kjakinum á Vinnudegnum fríggjadagin
við Hans Andriasi Sølvará, Pól Huus Sólstein
og Súsonnu Danielsen. Endamálið við tí var
at varpa ljós á, hvagar Føroyar fara, og um
tað gongur nakran veg at flyta landið framá.
Politiska skipanin fekk fleiri ákoyringar, men
eisini vinnulívið sjálvt fekk ákoyringar, m.a. fyri
at loyva ov fáum kvinnum í ábyrgdarsessir.