Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Anfield, Liverpool Tað hevur regnað allan fyrrapartin, men nú klokkan gongur móti tvey slítur í. Fleiri túsund Liverpool viðhaldsfólk eru samlaði uttanfyri barrini Sandon. Fólk úr øllum samfelagsstattum eru samlaði fyri at mótmæla eigaraviðurskiftinum í Liverpool. Ung sum gomlu, kvinn­ ur sum menn. Á odda gongur ein ungur myrkhærdur maður og rópar; »Hvat vilja vit?« Fjøldin svarar: »Hava ameriku menninir út!« So er aftur tøgn og oddamaðurin tekur yvir aftur og rópar: »Nær?« Svarið frá fjøldini er stutt og greitt: »NÚ!« Ungi maðurin er James McKenna og hann er formaður í Liverpool fjeppara felagnum, Spirit of Shankly, eisini nevndir SOS. Vit spurdu James McKenna hví teir skipaðu fyri hesari mótmælisgongini. Vit vilja vísa okkara ónøgd við Tom Hicks og George Gillett, sum í felag eiga Liverpool FC. Teir keyptu felagið í 2007, tá Liverpool var á veg í finaluna í Champions League fyri aðru ferð uppá trý ár. Í dag liggja við í niðurflytingarvanda og tað sigur alt um at gongdina síðani Tom og Geroge komu til, sigur James McKenna stutt eftir at mótmælisgongan er komin til Anfield. James er hásur á málinum so nógv sum hann hevur rópt. Hann biður orsaka fyri hásu røddina, men er skjótur at halda fram. Tað er greitt, at ungi maðurin brennur fyri sakini. Tom og George komu við lyftum um at styrkja hópin, byggja nýggjan leikvøll og tað skuldi henda uttan at seta felagið í skuld. Hópurin er ikki styrktur, spakin er ikki settur í til nýggja leikvøllin og felagið hevur eina risa skuld. Teir komu við brotn­ um lyftum og lygnum, sigur James óður á málinum. Liverpool koyrt umkoll á vøllinum Inni á Anfield blívur ilt til verri. Stem ningurin er lunkaður á heima áskoðarunum, meðan tey appilsin­ gulu úr Blackpool hugna sær óført tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Tað gongur bara ein løta, so verður Fernando Torres útskiftur vegna skaða og tað verður »suffa« og »puffa« millum reyðu áskoðararnar. Síðani fær Blackpool brotsspark, sum verður umsett til mál. Stutt fyri hálvleik gongur heilt gali og Blackpool kemur á odda 2­0. – BUUUHHHH! So greiður er boðskapurin frá teim­ um reyðu á Anfield, tá dómarin bríkslar til hálvleik. Hinvegin er tað sum á ólavsøku millum Blackpool viðhaldsfólkini. Til stóra gleði fyri tey, so megnar Blackpool at vinna dystin, støðan endar 2­1 til gestirnar. Niður túrurin hjá Liverpool heldur fram og eftir dystin hildu mót­ mælini fram á The Kop. James McKenna hevur eina loyns uppá trupulleikarnir í Liver­ pool. Lat okkum viðhaldsfólkini, ið elska felagið so nógv, taka yvir. Lat okkum verða ein partur av loysnini. Tað eru hóast alt vit, ið skulu gjalda skuldina hjá tí komandi eigarinum, eins og vit gera hjá Tom og George, sigur James McKenna at enda, meðan hann deilir faldarar út við áskriftini: »Tom og George, tit eru ikki vælkomnir.« Tað verður ikki í dag ella í morgin, at Liverpool megnar at venda skút­ uni. Liverpool hevur so nógvar trupul leikar bæði á og uttanfyri vøllin, at veddingarfyritøkur meta, at tað er fimm ferðir so sannlíkt at Liverpool flytur niður, sum at teir vinna Premier League! trondur@sosialurin.fo Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Chelsea 7 6 0 1 23-2 18 2 Manchester City 7 4 2 1 9-3 14 3 Manchester United 7 3 4 0 16-9 13 4 Arsenal 7 3 2 2 16-9 11 5 Tottenham 7 3 2 2 8-6 11 6 West Bromwich 7 3 2 2 9-12 11 7 Stoke 7 3 1 3 8-9 10 8 Aston Villa 7 3 1 3 9-12 10 9 Blackpool 7 3 1 3 11-15 10 10 Fulham 7 1 6 0 8-7 9 11 Sunderland 7 1 5 1 7-7 8 12 Bolton 7 1 5 1 10-11 8 13 Blackburn 7 2 2 3 7-8 8 14 Wigan 7 2 2 3 4-13 8 15 Newcastle 7 2 1 4 10-10 7 16 Birmingham 7 1 4 2 7-10 7 17 Everton 7 1 3 3 6-7 6 18 Liverpool 7 1 3 3 7-11 6 19 Wolverhampton 7 1 2 4 7-12 5 20 West Ham 7 1 2 4 5-14 5 James McKenna: Lat okkum yvirtaka felagið Premier League So bersøgin er James McKenna, sum er formaður í Liverpool fjepparafelagnum, Spirit of Shankly. Liverpool er at finna undir niðurflytingarstrikuni eftir skakandi tapið fyri Blackpool og uttanfyri vøllin mótmæla Liverpool viðhaldsfólkini eigaraviðurskiftini hjá felagnum. Sosialurin fylgdi gongdini á og kring Anfield Man of the Match: Liðskiparin og stýrimaðurin hjá Blackpool, Charlie Adam, spældi ein frálíkan dyst á miðvøllinum við fleiri lekkrum detaljum. Eisini málmaðurin, Matthew Gilks, kom væl frá uppgávuni. Bjargaði í evstu løtu stútara úr stuttari fjarstøðu og harvið Blackpool øll stigini. Chelsea vs. Arsenal: Alt er við tað sama í London. Chelsea er omaná og Didier Drogba skorar, tá Arsenal er mótstøðuliðið. Hetta er 13. ferð at hann skorar ímóti Arsenal. Chelsea vann báðar dystirnar ímóti Arsenal í fjør, eisini við Drogba í høvðusleiklutinum. Dato at halda eyga við: Skuldin hjá Tom Hicks og Geroge Gillett er áleið tvær milliardir krónur. Royal Bank of Scotland, sum umsitur lánið hjá Tom og George, hevur sett 15. oktobur sum deadline fyri, at ein loysn skal finnast upp á fíggjarligu trupulleikarnar Sub of the day: Adam Johnson var skiftur inn tjúgu minuttir fyri tíð við støðuni 1-1 millum Manchester City og Newcastle. Løtu seinni skoraði hann avgerandi málið til fyrimuns fyri Manchester City og spældi so mikið væl, at hann var valdur til dagsinsleikara – uppá tjúgu minuttir! Frísparks kongurin: Bolton leikarin, Kevin Davies er tað spælarin í Premier League, ið hevði gjørt nógv flest fríspørk undan hesum vikusiftinum. Hann hevur gjørt heili 26 fríspørk, tað eru níggju fleiri enn Andrew Carroll(Newcastle) og Stiliyan Petrov(Aston Villa), sum hava gjørt næst flest Liverpool viðhaldsfólk mótmæla móti amerikonsku eigarunum Didier Drogba skorar altíð móti Arsenal Reina fær fer rætta vegin, men megnar ikki at bjarga brotssparkinum