mánadagur 4. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Seinastu tíggju árini hevur Jóhan
Petur á Stongum verður fastur
partur av besta mansliðnum hjá SÍ,
og seinastu fimm árini hevur hann
vant kvinnuliðið hjá felagnum í
Sørvági.
Í ár er øðrvísi. 25 ára gamli sør
vingurin hevur enn somu leiklutir,
men nú eitur felagið Aalborg HIK,
har Jóhan Petur er partur av mans
liðnum, umframt at hann er venjari
hjá besta kvinnuliði felagsins.
Mansliðið spælir í bestu donsku
flogbóltsdeildini, meðan kvinn ur
nar eru at finna í næstbestu donsku
deildini.
Landsliðsvenjarapar
Vanliga er tað Kristian Mikkelsen,
sum hevur ábyrgdina av besta
kvinnu liðnum hjá Aalborg HIK, men
tá hann fór heim í tveir mánaðir,
loysti Jóhan Petur á Stongum hann
av, soleiðis at Kristian Mikkelsen
fekk ábyrgdina av kvinnuliðnum
í Sørvági, meðan Jóhan Petur á
Stongum fór til Danmarkar at venja
kvinnuliðið í Aalborg.
– Kristian kemur so niður aftur
nú, og tá fari eg so at vera hjálpar
venjari hansara á sama hátt, sum eg
var tað til Oyggjaleikirnar, greiðir
Jóhan Petur á Stongum frá.
Hann ætlaði upprunaliga ikki
at vera longri niðri enn teir báðar
mánaðirnar, hann skuldi avloysa
Kristian Mikkelsen, men fann so
brádliga upp á fara at lesa.
– Eg helt, at freistin at søkja
var farin, men brádliga fann eg
út av, at eg kundi náa tað, so eg
søkti og slapp inn, greiðir Jóhan
Petur á Stongum frá, sum nú lesur
arkitektur og design í Aalborg.
Jóhan Petur á Stongum hevur
annars lært til timburmann, men
mátti gevast við hesum, tí ein skaði
í økslini gav honum ov nógvar
trupulleikar. Tí var upplagt at
royna aðrar leiðir, heldur hann.
Lorta byrjan
Jóhan Petur so gjørdi og hevur
nú búleikast í Aalborg í nærum
tveir mánaðir. Fyri kortum byrjaði
danska
flogbóltskappingin
og
Jóhan Petur fekk debut í einum
steypa dysti.
– Tað var eingin ynskibyrjan, eg
fekk. Eg byrjaði dystin á beink inum.
Hetta var ein steypakapp ingar
dystur, men eg kom so inn, kiksaði
servuna og varð tikin út aftur,
greiðir Jóhan Petur flennandi frá.
Síðani hevur tað hepnast betri hjá
honum. Í landskappingardystinum
aftaná kom hann inn í øðrum setti
og spældi dystin út, meðan hann
nú um vikuskiftið byrjaði inni og
spældi inn í triðja sett, tá hann varð
avloystur.
Reglurnar í flogbóltinum er
broyttar soleiðis, at libero’in kanst
tú skifta út alla tíðina. Í Aalborg
HIK er Jóhan Petur sjálvur triðji,
sum kappast um júst hetta plássi
og við broyttu reglunum eru altíð
tveir leikarar til liberoplássið við í
hópinum.
Tað merkir aftur, at kappingin er
serstakliga hørð.
Tveir føroyingar á liðnum
Jóhan Petur á Stongum er ikki
einasti føroyingurin, sum stríð ist
fyri einum plássi á besta mans
liðnum hjá Aalborg HIK. Gunnar
Jørgensen, sum er úr Klaksvík og
hevur spælt við Mjølnir, spældi í
fjør við næstbesta liðnum hjá HIK
Aalborg, men er í ár partur av besta
liðnum.
Teir báðir hava higartil verið
vitni til tvey landskappingartap hjá
liði teirra. Fyrst tapti HIK Aalborg
03 móti Gentofte Volley, har tað
kortini var talan um ógvuliga jøvn
sett, meðan liðið í gjár tapti 32 móti
Holte IF.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Jóhan
Petur
á
Stongum
er mentur nógv sum flog
bóltsleikari, síðani hann flutti
niður at spæla við Aalborg
HIK. Bæði kvinnu og mans
liðið venja seks ferðir um
vik una, umframt at spæla
dystir.
Hetta áttu vit eisini at
gjørt í Føroyum, er Jóhan
Petur á Stongum sannførdur
um, tí bara við at venja so
mikið nógv, kanst tú taka teg
nógv fram sum leikari.
Hann greiðir annars frá, at
støði í mansdeildini er mun
andi hægri enn í Føroyum.
– Okkara lið er nakað betri
enn toppurin í føroysku deild
ini. Vit hava breiðari hóp og
fleiri leikarar, sum eru betri
enn teir í føroysku deildini.
Og so er toppurin í okkara
deild nógv hægri enn bestu
føroysku liðini, metir Jóhan
Petur á Stongum.
Aalborg HIK er annars ikki
so langt frá danska toppinum.
Seinastu mongu árini hevur
liðið spælt seg til playoff
dyst irnar og sostatt verið
mill um fýra tey bestu liðini
í Dan mark. Í fjør gjørdist
talan um eitt regulert fjórða
pláss, meðan liðið í 2008 vann
silvur.
rolant@sosialurin.fo
Mun
andi
hægri
støði
Flogbóltur
Bæði kvinnu- og
mansliðið hjá
Aalborg HIK
venja í høllini
fýra ferðir um
vikuna, umframt
at tey venja
styrkisvenjing
tvær ferðir um
vikuna. – Tað
burdu vit eisini
gjørt í Føroyum,
tí tað ger stóran
mun, sigur Jóhan
Petur á Stongum Skifti SÍ út við
Aalborg HIK
Flogbóltur Jóhan Petur á Stongum, sum seinastu mongu árini hevur verið eitt
av sjónligastu andlitunum á føroyska flogbóltspallinum, er fluttur til Aalborg,
har hann spælir á besta mansliðnum og er venjari hjá besta kvinnuliðnum
25 ára gamli Jóhan Petur á Stongum hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Kristiani Mikkelsen á
føroyska kvinnulandsliðnum, umframt at hann spælir við manslandsliðnum
Savnsmynd