Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Stóra talvan við reyðu bókstavunum í Vestmanna vísti tað greitt. 28-31 var úrslitið. Kyndil reisti seg væl og virðiliga. Farna vikuskiftið tapti havnar- liðið heili 40-27 á heimavølli móti KÍF. Tí hevur Henrik Gerster eftir øll- um at døma fingið nógv burtur úr á venjingarvøllinum seinastu dag- arnar. Kyndil hevði skift ham frá sein- ast. Stríðshugurin var funnin fram, og mistøkini í verjuspælinum vóru lúkað burtur. Tað var grundarlagið fyri ein- um týdningarmiklum sigri í Vest- manna. Skaraðu framúr Tað vóru serliga Hans Áki Dal- Christiansen og Kristoffur Kristoffersen, sum gingu undan hjá gest unum. Við ávikavist 10 og 9 mál um, stóðu teir fyri meira enn helm ing inum av málunum, sum Kyndil fekk. Tað var uppiborið, at Kyndil vann. Gestirnir vóru á odda við tveimum og trimum málum í stórum løtum av dystinum. VÍF royndi at hótta seinastu minuttirnar, men tað eydnaðist ikki. Uppibornir sigrar Tveir aðrir dystir vóru í bestu mans- deildini um vikuskiftið. KÍF vann trygt á heimavølli móti Team Klaksvík. Úrslitið var 39-28. Neistin vann uppiborið móti H71 í høllini á Hálsi. Greipuvinnararnir vunnu 31-22 á hoyvíkingum. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur helst havt eitt sera stimbrandi prát við sínar leik arar í hálvleikinum. Sum venjari hjá Stjørnuni hevði hann lítið at frøast um aftaná fyrstu 30 minuttirnar. VB var á odda 12-10 í hálvleikinum. Men tá dysturin var liðugur høvdu gestirnir vunnið 34-21. Stjørnan setti ferðina upp í seinna hálvleiki, og heimaliðið hevði ongan møguleika at fylgja við. Málini raplaðu inn, og føroya meistararnir vunnu uppi borið. Fyrstu stigini Kyndil er júst flutt upp í bestu deildina, og havnarliðið vann fyrstu stigini í hesum kappingarárinum í gjár. Uppflytararnir vitjaðu í Vestmanna, har VÍF var lítið sannførandi. Úrslitið var 30-19 til Kyndil. Serliga riggaði verjuspælið hjá gestunum væl, og heima- liðið hevði sera trupult við at spæla seg ígjøgnum. uni@sosialurin.fo Stjørnan setti ferð­ ina upp Hondbóltur VB var á vinnarakós í hálvleikinum, men so svaraði Stjørnan aftur á útivøllinum í Vági Uppflytararnir úr Kyndli vunnu fyrstu stigini í hesum kappingarárinum, tá liðið vann í Vestmanna Mynd: Álvur Haraldsen KÍF vann greitt á Team Klaksvík í Kollafirði mynd: Álvur Haraldsen Gerster við virðis­ miklum broytingum Hondbóltur Henrik Gerster, venjari, hevur onkursvegna broytt nógv í spælinum hjá Kyndli eftir sjey døgum. Kyndil vann uppiborið móti VÍF í Vestmanna í gjár VÍF - Kyndil 19-30 (10-14) Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 5-2 20 min.: 6-6 40 min.: 13-20 50 min.: 15-25 VÍF: Agnas Olsen 7, Liljan Djurhuus 5, Tóra Seloy 4, Torgunn Johansen 2, Marita á Rógvi 1. Venjari: Kári Mortensen Kyndil: Anja Heinadóttir 7, Heidi Maria Akselsen 7 (1), Turið Arge 6, Guðrið Eystberg 3, Anna Sofía Hjalt Mohr 3, Randi Wardum 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Jórun Ludvig 2, Anna Brimnes 1. Venjari: Geir Wardum Útvísingar: VÍF 2 – Kyndil 4 VB - Stjørnan 21-34 (12-10) Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen 10 min.: 4-1 20 min.: 9-3 40 min.: 14-16 50 min.: 18-27 VB: Gintave Lydekaite 7 (2), Svava Vestergaard 5, Rannvá Johannesen 2, Una Egilsdóttir 2 (1), Gurið Mortensen 2, Monika Samuelsen 1, Helga Kjærbo 1, Justiva Balzarviciute 1. Venjari: Egill Steintórsson Stjørnan: Durita Christophersen 10 (2), Valentina Suciu 8, Una Olsen 5, Nicoletta R. Hansen 5, Judit Hansen 4, Ella Petersen 1, Sylvia Hansen 1. Útvísingar: VB 5 – Stjørnan 3 VÍF – KYNDIL 28-31 (14-16) Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 5-5 20 min.: 9-11 40 min.: 17-22 50 min.: 22-25 VÍF: Áki G. Olsen 7 (1), Niels Andreasen 5, Sámal Jákup Djurhuus 5, Joen P. Høgnesen 5 (1), Magnus Muller 2, Bjarti Hansen, Agnar Joensen 1 (1), Jákup A. Joensen 1. Venjari: Dia Midjord Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10 (3), Kristoffur Kristoffersen 9, Hans Arni Thomsen 4, Josef Abrahamsen 3, Rani Ellingsgaard 3, Kenn Zachariasen 1, Rúni Johansen 1. Venjari: Henrik Gerster Útvísingar: VÍF 5 – Kyndil 7 KÍF – Team Klaksvík 39-28 (20-11) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen 10 min.: 4-1 20 min.: 10-5 40 min.: 27-14 50 min.: 33-19 KÍF: Andrias Nielsen 7, Niklas Reginsson 6, Ingi Johannesen 6, Teitur Joensen 4, Arnbjørn Hansen 3, Pól Finnur í Hómrum 2 (1), Rúni Joensen 2, Ási Dam 2, Jákup Trygvason 2 (1), Pætur Johannesen 2, Suni Johannesen 1. Venjari: Jan Ottosen Team Klaksvík: Zarko Pejovic 7, Damir Oros 6, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jón Jacobsen 4, Dánjal Kjærbo 4, Jógvan Hansen 1. Venjari: Poli J. Hansen Útvísingar: KÍF 8 – Team Klaksvík 5 Neistin – H71 31-22 (16-13) 10 min.: 4-5 20 min.: 7-9 40 min.: 21-18 50 min.: 24-19 Neistin: Heini Hanusarson 12 (1), Ingi Olsen 7, Rósing Rasmussen 4, Jón Ludvík 3, Finnur Hansson 3, Sjúrður Thomassen 1, Jákup Hentze Apol 1. Venjari: Ingi Olsen H71: Dánjal Tórgarð 6 (3), Boloan Florea 5, Hans Kári Hansen 4, Rógvi Sørensen 3, Sigmund Nolsø 2, Rúni V. Højgaard 1. Venjari: Daniel Rapa og Petur M. Petersen Útvísingar: Neistin 5 – H71 4x