mánadagur 4. oktober 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Klaksvík er aftur til reiðar at bjóða
teimum bestu av í fótbólti.
Tað er nú staðfest, at liðini, sum
fluttu niður úr Vodafonedeildini í
fjør, flyta upp aftur í bestu deildina.
07 Vestur og KÍ eru uppflytarar.
Kravið hjá KÍ undan viku skift
inum var at fáa eitt stig í seinastu
tveimum dystunum. Klaksvíkingar
fingu trý í gjár. KÍ vann á útivølli
móti næstbesta liðnum hjá NSÍ.
Úrslitið var 32.
Ungt fólk
Fótbóltsliðið í Klaksvík var fyri
nógvari frágongd í vetur. Todi
Jónsson,
Kristoffur
Jakobsen,
Hjallgrím Elttør, Jákup Mikkelsen,
Símun Joensen og Atli Danielsen
spældu á liðnum í fjør, men hildu
ikki fram.
Manningin hjá KÍ hevur verið
sera ung í hesum kappingarárinum.
Sæð burtur frá Gunnari á Steig
og Steffan Kalsø, so er talan um
leikarar, sum eru lutfalsliga nýggir
í fótbóltshøpi.
07 Vestur vann aftur
07 Vestur tryggjaði sær uppflyting
í farnu viku. Liðið skal nú royna at
halda fast um oddasessin í deildini,
og ikki lata KÍ fara fram um á
stigatalvuni.
Felagsliðið úr Vágum greiddi sína
skyldu í gjár. Uppflytararnir vitjaðu
hjá næstbesta liðnum hjá B68, og 07
Vestur vann 20.
Hoyvíkingar komnir fyri
FC Hoyvík hevur róð tungan sjógv
so at siga alt kappingarárið.
Liðið var í niðurflytingarvanda
stóran part av árinum. Rúni Nolsøe,
sum var venjari, takkaði fyri seg
sum venjari miðskeiðis í kappingini.
John Eystberg fekk ábyrgdina, og
síðan hevur gingið støðugt framá.
Úrslitið var 33, tá TB vitjaði hjá
FC Hoyvík í gjár.
uni@sosialurin.fo
KÍ er aftur í Vodafonedeildini!
Fótbóltur Klaksvík hevur umboð í bestu føroysku fótbóltsdeildini í 2011.
Tað var greitt um vikuskiftið, tá KÍ vann sær pláss í Vodafonedeildini
AB II – HB II 0-2 (0-0)
Dómari: Birgir Sondum
0-1: Svenn Fuglø Jacobsen, 65.
0-2: Óli Arge, 79.
NSÍ II – KÍ 2-3 (1-1)
Dómari: Rói Jacobsen
0-1: Niels Pauli B. Danielsen, 6.
1-1: Andrias á Líknagøtu, 30.
1-2: Heri Klein Olsen, 67.
1-3: Niels Pauli B. Danielsen, 85.
2-3: Rógvi Højgaard, 90.
VÍK II – EB/S II 2-0 (1-0)
Dómari: Alex Troleis
1-0: Magnus G. Dalbø, 11.
2-0: Andras Mikkelsen, 54.
FC Hoyvík – TB 3-3 (1-1)
Dómari: Johan Petur Michelsen
1-0: John T. Poulsen, 3.
1-1: Petur Mortensen, 34.
1-2: Rógvi Joensen, 55.
2-2: John T. Poulsen, brts., 62.
2-3: Tórður Mortensen, 84.
3-3: Jan Mølvad Laursen, 86.
B68 – 07V 0-2 (0-1)
Dómari: Bent Tommy Linklett
0-1: Tór-Ingar Akselsen, 20.
0-2: Jens Erik Rasmussen, 54.
Atli Danielsen og FC Roskilde eru vælkoyrandi fyri
tíðina. Seinnapartin í gjár vunnu teir 12 á botnliðnum
Hvidovre og hava harvið flutt seg miðskeiðis upp í
stigatalvuna. Hetta er fjórði dysturin á rað, at Atli
Danielsen og liðfelagar hansara fara ósigraðir av
vøllinum. Farna vikuskiftið spældu teir 33 móti Kolding,
og teir báðar dystirnar fyri henda vunnu teir. Góða
gongdin kemur væl við eftir heldur laka úrtøku fyrstu
dystirnar hetta kappingarárið. Fimm dystir gingu áðrenn
fyrsti sigurin kom til hølvdar, FC Roskilde tapti tríggjar
teir fyrstu og spældu síðani tveir javnar, áðrenn teir
komu á beint í 23 sigrinum á Fredericia. Atli Danielsen
byrjaði sum vant dystin á sentrala miðvøllinum, men
varð skiftur út 20 minuttir fyri tíð. Miðvallarleikarin úr
Klaksvík tiltuskaði sær eitt gult kort í fyrra hálvleiki, og
tískil tordi venjarin ikki at lata Atla Danielsen fullføra
dystin,tí í tætta dystinum vóru sannlíkindini fyri einum
næsta gula korti ikki lítil. FC Roskilde liggur nú nummar
sjey í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 12 stigum.
Sama stigatal hevur Skive, ið tó hevur eitt vet betri
málúrtøku. Við sigrinum gjørdi FC Roskilde seg eisini
leysan av botninum, og nú eru fimm stig niður til liðini
niðanfyri markið.
rolant@sosialurin.fo
Atli leysur av botninum