Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Rithøvundurin Bjarne Åkes­ son Filholm er í løtuni í fer við at skriva eina bók um DFDS skibið m/s "Dronning Alexandrine"sum var bygt í 1927 á A/S Helsingørs Jern­ skibs og Maskinbyggeri. Skipið sigldi í mong ár á rutuni millum Keyp­ mannahavn og Tórshavn, umframt at tað eisini onk­ un tíð sigldi til Íslands og Grønlands. Dronning Alexandrine var best kend undir navninium Drotningin í Føroyum. Tá Drotningin gavst at sigla í 1965, varð skipið upphøgt í Hamburg. Bjarne Åkesson Filholm hevur áður skrivað bøkur um føroysk skip sum t.d. bøk urnar “Tjaldur", "Fire skibe med navnet Tjaldur" og "Nor søens Hurtigløbere". Í sambandi við at hann skrivar um m/s "Dronning Alexandrine" ynskir hann at koma í samband við fólk sum eiga myndir av skipinum ella annað tilfar. Eisini er hann áhugaður í onkrum søgum, kanska skemtisøgum, sum hava við Drotningina at gera. Áhugaði eru vælkomin at venda sær til: Bjarni Åkesson Filholm, Virkelyst 45, DK­ 9800, Hjørring, tel. 98 92 04 18. e­mail: bjarni@filholm.dk 11. juli 2005 fekk Frels unar­ herurin í Føroyum, Noreg og Í slandi nýggjar kommandørar (landsleiðarar). Tað var danska parið Carl og Gudr un Lydholm. Tey hava út búgv­ ing sum offiserar í Frels­ unarherinum og gingu í skúla í altjóða offisersskúlanum í London 1965 og 1966. Tey gift­ ust í 1967, og eiga trý børn. Í teirra tænastu sum frelsi soffiserar hava tey mill um annað havt ordr ar sum korpsleiðarar í Dan­ mark og í Ong landi. Tey hava ver ið divisjóns leiðarar (økis leiðarar), finans sekre­ tær, redaktør fyri Krigs ropet (viku blaðið hjá Frelsunar her­ inum), generalsekretær fyri Russland, havt ábyrgdina av eftirútbúgvingini hjá teimum russisku offiserunum, og tey hava verið kommandørar fyri Finnland og Estland. Carl Lydholm hevur ver­ ið virkin í tvørkirkjuliga ar­ beið inum í Danmark, har hann var limur í Nord isk Økumenisk Råd og Øko­ menisk Fællesråds for retn­ ingsudvalg, har hann eis ini eitt tíðarskeið var næst for­ maður. Gudrun Lydholm hev ur eksam í Teologi frá Køb en­ havns Universitet (Cand. teol). Hon var limur í Frelses­ armeens International Doc­ trine Council frá 1992­2004. Hon hevur verið virkin í tvørkirkjuliga arbeiðinum í Danmark, hon var limur í studiekomiteen og í altjóða ráðnum í Økomenisk Fæll­ esråd. Eisini hevur hon verið í Det Danske Bibelselskab. Ein nýggj tilvera byrjar 30. november, tá tey hava sín síðsta arbeiðsdag sum kommandørar. Men áðrenn tað, skulu hjúnuni á eina langa rundvitjan, har tey koma at hava farvæl møt­ ir. Tey vitja teir størstu bý­ ir nar í Noregi, Íslandi og Føroyum. Tá rundvitjanin er liðug, bíðar teimum ein tilvera sum pensjonistar í Keypmannahavn. Tey ætla sær tó ikki at sita hendur í favn, tey hava ætlanir um at skriva bók, gera okkurt filmarbeiði, og ikki minst fara tey at verða omma og abbi, tey eiga 9 ommu­abbabørn. Kommandørarnir siga farvæl Kommandørarnir Carl og Gudrun Lydholm koma at hava farvælmøti í Frelsunarherinum í Tórshavn sunnudagin 10. oktober. Bjarni Filholm skrivar um Drotningina m/s Dronning Alexandrine Rithøvundurin Bjarne Åkesson Filholm Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín Levi Gerðisheim doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ingrid Lucas Debesargøta 8,2 // 100 Tórshavn // Tlf. 31 05 54 // www.bailine.dk Niðari vegur 21 // 660 Søldarfjørður // Tlf. 28 08 04 Nú sansar at Tað stendur á tjóðrinum. Slepp tær av við teir leysu sentrimetrarnar. Stimbra áræði og mátt, so tú kemur í toppform! Vit gleða okkum til at síggja teg! Ring og bið um eina ÓKEYPIS OG ÓBINDANDI royndarviðgerð við figuranalysu TILBOÐ 10 viðgerðir + 2 fyri einki 20 viðgerðir + 4 fyri einki - galdandi í viku 40