mánadagur 4. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
28
Sosialurin
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
Hóast Føroyar hava havt
seyða-og
neytahald
í
øldir, eru vit ikki komin
serliga langt, tá ræður um
góðkend
sláturviðurskifti.
Avleiðingin
hevur
verið,
at einki føroyskt kjøt er at
síggja í handilsdiskunum í
matvøruhandlunum
kring
landið. Um slátur ikki fer
fram
undir
góðkendum
viðurskiftum, liggur seyða-og
neytakjøt heldur ikki lógliga
í diskunum.
Í sínari tíð hevði MBM,
Meginfelag Búnaðarmanna,
sláturvirki í Hósvík, men
seinnu árini hevur einki
slátur verið á virkinum,
sum P/F Poul Hansen nú
eigur. Felagið hevur í staðin
brúkt hølini til framleiðslu
av ymiskum kjøtvørum og
matvørum annars.
Sonevnd durasøla av kjøti
er kortini ikki ólóglig, og tað
merkir, at ein bóndi, sum
hevur seyð ella neyt, kann
selja beinleiðis til síni privatu
viðskiftafólk.
Soleiðis hevur tað altíð
verið.
Fingið góðkenning
Í síðstu viku fekk Krás í
Hósvík góðkenning til slátur
av seyði, og fríggjadagin
flettu tey á virkinum fyrstu
lombini.
Sosialurin var á staðn-
um og tók nakrar myndir,
meðan fólk hjá Krás flettu,
samstundis
sum
bæði
djóralækni og umboð fyri
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
una vóru á staðnum.
Í eina tíð hevur Krás
riggað gomlu hølini, sum
áður vóru brúkt til slátur,
til aftur, og í síðstu viku
eydnaðist virkinum so at fáa
góðkenningina upp á pláss.
Kjøtvørur hjá Krás, ið
virkið fær burtur úr seyði-
num, sum verður flettur í
heyst, fær eitt góðkenningar-
stempul, eins og vit kenna
tað á eitt nú íslendskum kjøti,
sum kemur higar til lands.
Undir vitjanini á Krás
fríggjamorgunin, sást týði-
liga, at umboðini fyri heilsu-
myndugleikarnar, sum vóru
á staðnum, tóku sítt arbeiði
í álvara. Tær báðar kvinn-
urnar, djóralækni og umboð
fyri HS, vóru við alla tíðina
og leiðbeindu, um okkurt var,
sum tær hildu kundi verið
øðrvísi.
Vit skiltu tó á teimum eins
og á starvsfólkunum á Krás
annars, at tær vóru sera
væl nøgdar við tað, tær sóu
á virkinum hendan fyrsta
dagin.
600 umbidnir
Alberg Gaardlykke, sum er
leiðari á Krás, sigur, at virkið
bara kann fletta teir dagar,
eingin matvøruframleiðsla
er á virkinum.
- Nú flettingin er fyri,
hava vit tí valt at taka
fríggjadagin burtur úr sum
framleiðsludag, og soleiðis
hava vit møguleika at fletta
fríggjadag og leygardag.
Alberg
sigur,
at
Krás
keypir seyðin frá bøndrum,
men
framvegis
vantar
teimum einar 400 lomb.
- Higartil hava vit keypt
200 lomb, men matstovur
og handlar hava umbiðið
600 lomb frá okkum. Tí eru
bøndur, sum enn ikki hava
gingið fjøllini, vælkomnir
at
seta
seg
í
samband
við okkum, segði leiðarin
fríggjadagin.
Alberg Gaardlykke sigur,
at tað serliga eru matstovur
og handlar, sum hava um-
biðið føroyskt lambskjøt frá
Krás.
- Vit hava eisini møgu-
leikan at skera kjøtið fyri tey,
sum vilja keypa frá okkum,
og eitt nú hava fleiri biðið
um, at tjógv verða útbeinað,
sigur hann.
Vit kunnu leggja aftrat,
alt alt úr seyðinum verður
selt, tó verður einki gjørt við
blóð og vembur.
vilmund@sosialurin.fo
Góðkent seyðakjøt frá Krás
GÓÐKENNING Undir eftirliti av djóralækna og umboði fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
kundi Krás í Hósvík fríggjadagin fletta fyrstu lombini sum góðkent sláturvirki
Eyðun er royndur í leikum
Her verður seyðurin avlívaður
Djóralækni og umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
vóru á staðnum fríggjadagin og leiðbeindu
Alberg Gaardlykke er leiðari á Krás
Jákup hongur krovini upp í “hjallnum”