Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Kjak Jóannes Eidesgaard Hetta er sjálvandi undirhald­ andi, men neyvan fær almenningurin nógv annað burtur úr tí. Tað er eisini í fínasta lagi, at Hermann við síni vitan og sínum drúgvu royndum setur sínar atfinn­ ingar fram, men ein fortreyt má tó altíð vera, og tað er, at tað er fakliga undirbygt og ikki bara rein “massakra.” Hermann var ikki sakligur, tá hann tórskvøldið í Degi og Viku umrøddi uppskotið hjá landsstýrinum um at leggja tilfeingisrentuskatt á fiskivinnuna og alivinnuna Málið hjá landsstýrinum hevur mongu seinastu árini verið at breiðka um skatta­ grundarlagið. Hetta merkir, at man vil fáa fleiri herðar at bera byrðarnar, soleiðis at byrðan hjá tí einstaka ikki verður alt ov tung. Uppskotið hjá landsstýri­ num er eitt lið í hesum arbeiði, tað er eingin loyna yvirhøvur. Her er talan um ein sera lítlan skatt uppá 3,5 %, sum verður lagdur á tilfeingisrentuna. Hetta er ein skattur av tilfeingisrentuni. Tilfeingis­ renta er tann servinningur, ið fæst av, at eitt tilfeingi er avmarkað. Ikki er óvanligt at leggja skatt á tilfeingisrentu í øðrum londum. Eisini í okkara egnu lóggávu kenna vit eitt annað dømi um skatt á tilfeingisrentu, nevnlig í oljuskattalógini, har álagdur er ein tilfeingisrentuskattur á oljuvinnuna, um olja verður funnin í Føroyum. Tey, ið virka í fiskivinnuni, hava fingið ein rætt at fiska, ið onnur ikki kunnu fáa. Tey, sum virka í alivinnuni, hava fingið ein rætt at troyta firðirnar, sum onnur ikki kunnu fáa. Tí er tað heldur ikki órímiligt, at tey skulu gjalda ein lítlan serskatt uppá 3,5 %, tá tey fáa serliga stórar vinningar Hermann, tú kallar hetta eina revsing av teimum, sum klára seg væl. Her mistekur tú teg. Hetta er als ikki nøkur revsing, men ein skattur á serliga stórar inntøkur. Og var talan um revsing, so hevði talan tó ikki verið um nakra harða revsing, bara 3,5 % av inntøkunum aftaná, at allar útreiðslur vóru drignar frá. Í Degi og Viku seinasta hóskvøld eggjar tú nærmast til kollvelting. Tú kallar upp­ skotið um tilfeingisrentu­ skatt fyri skattastuldur. Tað er í sjálvum sær langt úti. Hvat so við vanligum felagsskatti, lønarskatti ella lønhæddaravgjaldi? Er tað stuldur? Men finalan hjá tær í sjónvarpinum var í serflokki. Tú sigur, at tú als ikki skilur, at vinnan yvirhøvur letur tað ganga. Tú skilur ikki, at vinn­ an góðtekur hetta. Leggur tú her upp til reint anarki? Tað hevur gjøgnum heimssøguna mangan verið eggjað til kollvelting. Men altíð hevur talan verið um, at tey ognarleysu skuldu fremja kollvelting móti teim­ um ríku. Men Hermann her vendir tú øllum á høvdið. Tú eggjar teimum ríku, ið vinna 10 og 100 tals milliónir at fremja kollvelting móti landsmyndugleikunum, tí tey til landshúsarhaldið skulu gjalda ein tilfeingis­ rentuskatt uppá 3,5 % av sínum vinningi. Eg segði á tíðindafundi­ num, og tað er eisini nevnt aðrastaðni, at okkara upp­ skot til tilfeingisskatt er ivaleyst ikki tað mest opti­ mala, tí tað fremur onga tillaging av fiskiflotanum. Eg segði eisini, at vit bert skulu hava hetta uppskotið í eitt ár, og at vit frá 2012 skulu hava eitt støðugt tilfeingisgjald. Eg hevði satt at siga roknað við, at tú, sum næstan einsamallur hevur staðið í oyðimørkini og rópt um tilfeingisgjald, onkursvegna fór at fegnast um, at nú er brostið fyri nev – men gakk. Eg hevði í mínari góðu trúgv roknað við, at tú fór at siga, at hatta var eitt rímiligt fyrsta stig. Tillaga flotan, jú sjálv­ andi skulu vit tað. Men skal Fíggjarmálaráðið við skatti taka sær av hesum, ella kundi tað hugsast, at Fiskimála­ ráðið gjøgnum sína lóggávu setti eina tillaging í verk? Hetta eru spurningar, sum eg fegin vil kjakast um. Skulu vit veruliga hava kollvelting her í landinum Hermann, so mugu vit hava okkurt frægari í skjøldrinum enn ein evarska lítlan til­ feingisrentuskatt upp á 3,5%. Ver nú sakligur Hermann Oskarsson ! Líkt er til, at Hermann Oskarsson seinastu tíðina hevur lagt seg eftir at skjóta alt, sum eg komi við, til “devils og til dólg.” Eru vit í Fíggjarmálaráðnum bjartskygd um fíggjarvánirnar, so sigur Hermann, at tað gongur av skriðuni til. Siga vit hin vegin, at enn eru mjørk skýggj tíverri at hóma, ja so er boðskapurin frá Hermanni, at vit standa beint framman tí heilt stóra “boominum.” Skal ætlanin hjá SEV um at útvinna vatnorku úr økinum báðumegin Sundalagið fremj­ ast skynsamiliga, eru fleiri atlit at taka. Eitt er, um vit, sum búleikast í økinum, tola størri tap av náttúruvirðum, annað er, um íløgan fíggjar­ liga stendur mát við aðrar orkukeldur. Her fari eg tó at reisa spurningin um ikki SEV­ætlanin hóttur lívið í Sundalagnum. Sundalagið er trongi fjørð­ urin millum Eysturoynna og Streymoynna. Norðuri frá Torvanesi og suður til Kjalnes eru 24 kilometrar. Um Selatræsleiðina har fjørð­ urin er breiðast, er hann um 2 kilometrar, og har hann er smalast í Streyminum, er hann 0,2 kilometrar, tað vil siga í rundum tølum 1 kilometur breiður í meðal. Dýpið er heldur ikki so stórt, á miðfjørði eitt stað millum 4 og 60 metur. Tá vit so hava fleiri grynnur á leiðini, Víkagrynnuna, Norð­ skálagrynnuna og Morkra­ nesgrynnuna, eru hesar tarnandi fyri einum fríum vatnskifti í Sundalagnum, so í fittan mun verður tað sama vatnmongdin sum við sjóarfallsrákinum í miðjuni, verður flutt aftur og fram. Fram við Sundalagnum liggja bygdirnar sum perlur á snóri, 14 í tali, við 2.500 íbúgvum. Felags fyri allar hesar bygdirnar er, at alt skitt­ vatnsútlát, bæði frá privat­ um og vinnufyritøkum, fer beinleiðis út í Sundalagið, eitt útlát, sum at vísa seg ikki hevur køvt lívið í Sundunum. Nú arbeiðir SEV, orku­ felagsskapur okkara, við ætlanum um at savna alla vatnnøgdirnar úr fjøllunum báðumegin Sundalagið, fyri at vinna orku úr vatninum, sum so verður leitt út Eysturoyarmegin norðanvert Ljósáir, og Streymoyarmegin sunnanvert Haldórsvík. Við hesi ætlan broyta vit eina javnvág í náttúruni, sum vit møguliga ikki kenna fylgjurnar av. Spurningurin er, um ikki áirnar í Sunda­ lagnum hava verið ein so mikið týðandi faktorur í mun til vatnskiftið, at tær eiga lívið í Sundunum. Hvat verður endin um vit halda á fram við at dálka, fólkatalið økist, samstundis sum áarmunnarnir tømast? Verður tá nøkur bergylta á Hvalvík ella nøkur skrubba undir Hallinum? Hvussu við alingini, sum er týðandi vinnuvegur her í økinum? Verður Sundalagið egnað sum alipláss við broyttu vatn­ útleiðingunum? Kanningar, sum vóru gjørdar síðst í 80’unum í sam­ band við alingina í Sundalagn­ um norðan fyri Streym, vístu stóran vanda fyri oxigentroti niðri við botn, sum so rotnar. (Meira um málið í bókunum “Havið” eftir Boga Hansen og “Fiskirannsóknir nr. 6”). Tá nú SEV­ætlanin kon­ sentrerar vatnútlátini so munandi, reisur inntrivið iva um fylgjurnar. Vit, sum búgva kring Sundalagið, longsta fjørð í landinum, høvdu kent okkum tryggari um neyvar árinskanningar vóru gjørdar, innan fleiri kreftir verða lagdar í fyrireikingarnar av vatnorkuútbyggingini. Hóttir SEV Sundalagið? Hans Dávid Dam