Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Ítróttarblaðið Lassin Isaksen, umboð fyri føroysku fótbóltsdómararnar Savnsmynd: Álvur Haraldsen Rólant Waag Dam Talan gjørdist nevniliga um 3-1 sigur til heimaliðið. Føroyski lands liðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, hevur skotið fleiri mál seinastu dystirnar, men taldist ikki millum mál skjútt arnar í dag. Hann byrjaði á beinkinum, men tá hann kom inn eftir steðgin, var hann maðurin aftanfyri sein asta málið í dystinum, um framt at hann hevði nakrar royndir móti málinum hjá Sønderjyske. Troels Bech, venjari hjá Silkeborg, segði undan dystinum, at upp- gerðin móti Sønderjyske var ein sannur lykladystur hjá Silkeborg í heyst. Henda lykla dyst vunnu Troels Bech og hans ara menn, og liggur Silke borg harvið nummar sjey í bestu donsku fótbóltsdeildini við 13 stigum. Sama stigatal hevur bæði Sønderjyske og AC Horsens. Og tað er av sonnum tætt í Superliguni nú. Hóast 13 stig, so er bara eitt stig niður til Esbjerg, sum liggur skeivu megin niðurflytingarmarkið. Hinvegin eru bara tvey stig upp til Brøndby, sum er á fjórða plássi, sum gevur at- gongd til altjóða fótbólt næsta ár. Fremstir í donskum fótbólti eru sjálvandi FCK. Teir eru tíggju stig frammanfyri FC Midtjylland á øðrum plássi. rolant@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað er skríggjandi tørvur á fót- bóltsdómarum í Føroyum. Feskastu dømini eru, at Rúni Gaardbo, Eiler Rasmussen og Petur Reinert hava dømt tveir lands kapp- ingardystir í Vodafone deildini í sama leikumfari í september. Lassin Isaksen, sum er umboð fyri dómararnar, sigur, at tað er ikki nøkt andi, at dómarar døma tveir týðandi Vodafonedystir eftir tveim um døgum. – Dómarar hava, eins og spæl- ararnir, tørv á hvíld. Men vit hava ikki aðrar møguleikar, tí tað eru fáir at velja millum, sigur Lassin Isaksen. Trupulleikin var í farna mánað, at fýra av teimum átta dómarunum, sum døma í bestu deildini, vóru ikki tøkir vegna uttanlandsferðir og skaðar. Lassin Isaksen vísir á, at Fót- bóltssambandið kann ikki seta sum krav, at dómarar ikki fara av landinum í arbeiðsørindum og øðrum. Tað er eingin sáttmáli, sum leggur fót fyri teimum. – Dómarar døma, tí teir vilja. Ikki tí, at teir eru tvungnir. Vit hava ongan rætt at forða teimum, vísir hann á. Trupulleikin í feløgunum Fótbóltssambandið roynir at knýta so nógv folk at dómarahópinum sum tilber. Tað eydnast ikki nóg væl. Men trupulleikin er ikki beinleiðis hjá Fótbóltssambandinum. Tað er fyrst og fremst uppgávan hjá feløgunum at skapa áhugan fyri døming, sum støðan er. Feløgini tekna dómarar til dómaraskeiðini, sum Fótbóltssambandið skipar fyri. – Vit taka síðan hond um ein- staka dómaran. Men tað eru ov fá, sum ynskja at døma. Tað vísir upp møtingin til byrjunarskeiðini, sum ikki er nøktandi, sigur Lassin Isaksen. Ikki nøktandi Tú sær sjáldan uttanlands, at fót- bólts dómarar døma tveir lands- kapp ingardystir í sama leikumfari. Føroyska fótbóltssambandið hev ur ikki aðrar møguleikar. – Dómarar ynskja, og hava tørv á, fyrireiking til dystirnar. Fót- bóltsspælarar kunnu heldur ikki spæla tveir dystir við fullari megi eftir tveimum døgum. Tí ávirkar tað eisini dømingina, at dómararnir ikki fáa neyðugu hvíldina, sigur Lassin Isaksen, sum staðfestir, at Petur Reinert, Rúni Gaardbo og Eiler Rasmussen komu væl frá upp- gávunum, hóast strævnu skránna. uni@sosialurin.fo Holst vann fyri triðju ferð Skríggjandi tørvur á fótbóltsdómarum Fótbóltur – Tað eru ov fá, sum ynskja at døma, sigur Lassin Isaksen, sum er umboð fyri dómararnar Rógvi Baldvinsson hevur fingið landsliðsboð Rógvi Baldvinsson er við í føroyska landsliðshópinum, sum skal spæla móti Slovenia og Norður-Írlandi. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssabandinum. Brian Kerr, landsliðs venjari, hevur sent boð eftir verju spælaranum, sum hev ur staðið seg væl á U21-lands liðnum. Erling Jacobsen, Víkingur, hevur givið avboð, og tí er Baldvinsson boðsendur. Rógvi Baldvinsson er knýttur at hópinum hjá Ålgård, sum spælir í næst bestu deildini í Noregi. uni@sosialurin.fo Dómaraúrmælingur er heitið, sum verður nýtt um teir, sum Fótbóltssambandið metir, eru førir fyri at døma í bestu deildini. Í løtuni eru hesir dómaraúrmælingar: • Petur Reinert • Lars Muller • Rúni Gaardo • Dagfinn Olsen • Páll Augustinussen • Eiler Rasmussen • Ransin N. Djurhuus • Bárður Mortensen Superliga Triðja dystin á rað vann Silke borg. Mótstøðuliðið seinna partin í gjár var Sønderjyske, sum fór av leik vøllinum í Silkeborg við ongum Christian Lamhauge Holst