mánadagur 4. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Captain F
Vodafonedeildin Fróði Benjaminsen
prógvaði aftur leygardagin, at hann
er tann føddi liðskiparin. Hann skeyt
tvey mál og gekk undan á sínum liði
Uni Holm Johannesen
Fróði Benjaminsen er føroyska út
gávan av »Captain Fantastic«, sum
er eyknevnið hjá Steven Gerrard úr
Liverpool.
Tað er eingin í føroysku kapp
ingini, sum stendur manninum við
10talinum hjá HB kurl.
Var tað ikki staðfest framman
undan, so slóð hann tað rimmarfast
við sjeytummaseymi í Gundadali.
Hann líktist aftur hesa ferð
burtur úr á vøllinum. Ein sann ur
vinnari. Stríðshugaður og heil
hjart aður á miðvøllinum. Djarvur
og rann ongantíð undan mótstøðu
monnunum.
Krøkti
bóltin
frá
teimum. Maskinmeistarin í maskin
rúm inum. Øðrvísi enn hinir. Las
flytingarmynstrini og renni tein ar
nar hjá viðleikarunum. Tók ferðina
úr spælinum, tá tørvur var á tí.
Setti ferð á í umstillingsspælinum.
Málsøkin.
Tann føddi liðskiparin.
Afturhaldin
Fróði Benjaminsen er bersøgin í
sínum spæli.
Men tað er hann ikki í viðtalu
við fjølmiðlarnar aftaná dystin.
Hann sigur ikki nógv. Ger skjótt
av og grundgevur ikki óneyðugt.
Tað tykist ikki sum, at honum
dámar at vera í andglettinum. Hann
vil helst, at úrslitini tala sína søk.
Tað riggar væl og virðiliga.
Málini
Fróði Benjaminsen, sum hevur
fingið sína uppaling á Svanga skarði
á Toftum, gekk undan hjá føroya
meistarunum í odda dystinum leyg
ar dagin.
Miðvallarin tóktist ikki petti
trýstur, tá hann sendi brotssparkið
trygt framvið András Gango.
Minuttin undan hvíldini lat
hann seg aftur fagna av sínum við
haldsfólkum. Hann setti rúkandi
ferð á bóltin úr 25 metrum, sum fór
framvið sakleysa málverjanum og í
málið.
Soleiðis snaraði hann úrslitinum
á eftir lítlari løtu.
Aftaná hvíldina fór hann í leik
lutin sum bóltvinnari. Og aftur
royndist hann væl.
Stóra ávirkan
Fróði
Benjaminsen
hevur
átt
høvuðs leiklutin á føroyska fót
bólts pallinum í hesum kapp ingar
árinum.
Hann hevur verið betri enn
hinir, og tað er ein av orsøkunum,
at HB er nú á meistarakós.
Tú veit so at siga altíð, hvat tú
fær frá honum. Benjaminsen er
sera støðugur í sínum avrikum, og
tað er sjáldan, at hann spælir undir
sítt støði.
Tað merkist eisini ofta, at mót
støðumenninir hava virðing fyri
honum. Annað hvørt sæst tað, tí
teir ofta skumpa meira undir hann
fyri at steðga honum.
Ella er virðingin so stór, at teir
renna nærmast undan.
Aftaná at vunnið nærdystirnar
móti Jann Inga Petersen og Justinus
R. Hansen, sum stríddust mannliga
á miðvøllinum hjá NSÍ, fer hann
nú við føroyska landsliðnum til
Slovenia, har hann skal takast við
enn sterkari mótstøðuleikarar.
Men honum líkt, so ræðist
hann neyvan heldur ikki tað upp
gávuna.
Avgerandi hendingar
Tað var serliga aftaná tvær hend
ingar í dystinum, at NSÍ hevði
trupult við at reisa seg.
Runavíkingar vóru á odda, tá
Jens Joensen framdi eitt púra
óneyðugt brotsspark í fyrra hálv
leiki. Bólturin tók í hondina, tá
hann púra ótrýstur skuldi
sparka leðurkúlina burtur.
HB
3
nsÍ
2
FAKTA
Navn: Fróði Benjaminsen
Føðingardagur: 14. desember í 1977
Aldur: 32 ár
Pláss: Verja og miðvøllur
Felag: HB
Landsdystir: 62 dystir
Mál á landsliðnum: 3 mál
Yrkisleið:
1994: B68, 4 dystir
1995: B68, 10 dystir
1996: B68, 22 dystir / 3 mál,
1997: B68, 24 dystir / 3 mál
1998: B68, 22 dystir / 9 mál
1999: B68, 23 dystir / 4 mál
2000: B68, 18 dystir / 8 mál
2001: B68, 23 dystir / 15 mál
2002: B68, 24 dystir / 5 mál
2003: B68, 23 dystir / 6 mál
2004: Fram Reykjavík, 16 d. / 3 mál
2005: B36, 27 dystir / 7 mál
2006: B36, 23 dystir / 11 mál
2007: B36, 29 dystir / 9 mál
2008: HB, 23 dystir / 6 mál
2009: HB, 29 dystir / 11 mál
2010: HB, 27 dystir / 12 mál
kelda: www.faroesoccer.com
Viðmerkingar í 3. Hálvleiki:
• Vespurnar gloymdu broddin aftur í reiðrinum. Gott, HB.
• Frode den gode. Kampe afgør så ofte, han kommer jo
fra Tofte. På Tofte kan vi nemlig ikke li’ klubben NSÍ.
• Heðin Mortensen burdi sett Fróða
í starv sum vesputýnari.
• HB-liðið er bygt av útlendskum monnum og av
bygdamonnum. Fúl skomm av HB at kalla seg havnalið.
• Koyr á NSÍ! Tað er í mótgongd, teir sterku
vísa karakter. Sterkir, dreingir!
• Hann er sterkur í luftini. Hasin har LUFTHANSA.
Tveir heimadystir munaðu hjá HB
Tað fer altíð at verða eitt tjak, tá tvey lið møttast tríggjar ferðir í einari
landskapping, har annað so hevur heimavøll í tveimum av trimum
dystum, hvørt tað er rættvíst ella ikki, at annað liðið fær ein ítróttarligan
fyrimun av at verða á heimavølli á tveimum sinnum. HB slapp at møta
NSÍ tvær ferðir í Gundadali, og syrgdu HB´arnir fyri at fáa fult í báðum
heimadystunum. Tá liðini møttust í fjórða umfari í Gundadali, var NSÍ
á odda 1-0, tá 90 minuttir vóru farnir, men í yvirtíðini syrgdu Hendrik
Rubeksen og Andrew av Fløtum fyri, at HB fekk øll stigini. 1.000
áskoðarar sóu NSÍ og HB spæla við Løkin í Runavík tann 19. juni. NSÍ
sigraði 2-0 við tveimum málum, sum Christian Høgni Jacobsen setti í
netið. Leygardagin var tað so aftur HB, sum dróg tað longra stráið við
einum 3-2 heimasigri.
Captain fantastic,
Fróði Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen