Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 4. oktober · Nr. 141 Sosialurin Ítróttarblaðið antastiC! HB javnaði, og minuttin seinni legði heimaliðið seg á odda. 2-1. So fekk NSÍ brotsspark. Lars Muller, dómari, var helst ov skjótur at blása í floytuna, tí sekundið aftaná, at ein HB-verjuleikari tók hondina til hjálpar í brotsteiginum, fingu gestirnir bóltin í málið. Málið var ikki viðurkent, men fingu heldur brotsspark. Christian Høgni Jacobsen mis- nýtti brotssparkið, tí hann sendi framvið málinum. Minuttin seinni økti Fróði Benjaminsen til 3-1. Tað vóru tvær hendingar, sum vóru ov stórur biti hjá runa- víkingunum. – Eg veit ikki, hvat hendir. Alt er ímóti okkum ta løtuna. Fyrsta brotssparkið setir teir ígongd. Um vit høvdu verið á odda í hálv leik inum, so hevði dysturin ver ið ein annar, sigur Jonhard Frederiksberg. – Vit koma nógv betur frá fyrra hálvleiki. Tað hevur týdning fyri okkum, at vit javna við fyrsta brots sparkinum, men tað er uppi borið, at vit eru á odda við tveimum í hálvleikinum, sigur Fróði Benjaminsen. uni@sosialurin.fo Framrættaður venjari Fótbóltur Julian Hansen, venjari, hevur gjørt greitt, at hann ætlar at fáa eyðkenda HB-spælið aftur. Tað riggaði væl undan steðginum Uni Holm Johannesen Tað vóru fleiri, sum ikki reið- iliga skilti, hví Julian Hansen brádliga loysti Kristján Guð- mundsson av sum HB-venjari. Úrslitini vóru ikki nøktandi, var grundgevingin hjá leiðsl- uni. Men tað ber ikki til at fleingja ábyrgdarmenninar fyri av gerðina. 10 stig av 12 møguligum móti Víkingi, AB, EB/Streymi og NSÍ er í øllum førum nøktandi. Og føroyameistararnir eru á meistarakós. Julian Hansen hevur havt knappa tíð, men í smáum ger hann sína ávirkan galdandi á spælið. – Eg ræðist ikki at spæla framrættaðan fótbólt og leypa á við nógvum monnum, segði hann í viðtalu við Sosialin, tá hann var settur sum venjari. Tað sást serliga í gjár. Rógvi Holm var ikki biðin at loysa uppgávuna sum miðverji hesaferð. Tað var Vagnur Mohr Mortensen, sum er væl meira trygg ur við bóltinum, hinvegin. Hann royndi stundum at spæla bólt, heldur at sparka hann langt fram eftir vøllinum, sum stóri og sterki Rógvi Holm hev- ur ofta hug til. Á miðvøllinum vóru Fróði Benjaminsen, Milan Kulic og Rókur av Fløtum Jespersen, sum eru sera dugnaligir bólts- spælarar. Teir fluttu bóltin sera væl bóltin úr síðu í síðu í fyrra hálvleiki. Ofta varð Rógvi Poulsen eisini spældur ígjøgn- um í høgru síðu. Tað var í fyrra hálvleiki, at HB spældi tað spælið, sum liðið er eyðkent fyri. »HB-spælið« við fáum nertinum, skjótum, hug flogs ríkum og beinleiðis álops spælið. Gestirnir úr Runavík runnu í løtum bara aftaná. Fróði Benjaminsen er nøgdur. – Vit hava breiðan hóp, og tað ber til at flyta spælararnar, alt eftir, hvat venjararnir leggja dent á. Vit spæla væl í fyrra hálvleiki, men eftir hvíld- ina verður tað rótut. Tað var kanska tí, at nógv stóð upp á spæl seinastu løtuna, sigur Fróði Benjaminsen. Hans á Lag varð skiftur inn, tá fáir minuttir restaðu í. Hann var fyrst fluttur fram í álopið, tí ætlanin var helst, at hann skuldi vinna luftbóltarnar. Men hann var skjótt boðsendur aftur í verjuna at verja fyri longu bóltunum, sum komu hin vegin. Eg ræðist ikki at spæla framrættaðan fótbólt og leypa á við nógvum monnum JUlian Hansen, Hb venJari Rógvi Poulsen Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ leikararnir vóru misnøgdir við at dómarin ístaðin dømdi brotsspark, tá bólturin var ávegis í mál. Liðskiparin Christian Høgni Jacobsen sendi brotssparkið framvið málinum Mynd: Álvur Haraldsen