mánadagur 4. oktober 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
ÍF vann uppiborið 3-0. Eingin
ivi um tað.
Øssur Dalbúð, sum er topp-
skjútti hjá fuglfirðingum, skeyt
tvey av málunum, og Bartal
Eliasen stóð fyri fyrsta mál-
inum, tá hann umsetti brots-
spark til mál.
B71 er nú bara eitt stig
framman fyri FC Suðuroy, sum
vann fulla úrsøku um viku-
skiftið.
Fuglfirðingar,
nummar
fimm, eru ájavnir við Víking,
sum er nummar fýra, á stiga-
talvuni. Bæði liðini hava 40
stig, og málmunurin hjá Víkingi
er +9, og hjá ÍF +8.
Fjórða plássið ber atgongu-
merkið til evropiskan fótbólt
við sær.
Um tað verður Víkingur
ella ÍF, sum fer at vinna fjórða
plássið, verður ikki minst
avgjørt í 27. og seinastu um far-
inum, tá grannarnir hittast í
Sarpugerði.
Í 26 .umfari fær ÍF vitjan av
HB, og Víkingur skal spæla á
útivølli móti FC Suðuroy.
ÍF við kós
móti Evropa
Vodafonedeildin Fuglfirðingar
vunnu trivaligan heimasigur á B71.
Møguleikin hjá ÍF at sleppa upp í part í
Evropa er góður, og tapið ber við sær,
at B71 er nú nærri niðurflytingini
ÍF
3
B71
0
Klassamunur
í Sarpugerði
EB/Streymur gjørdi bart í fyrra hálvleiki og skeyt trý mál.
Mynd: Sofus D. Johannesen
Vodafonedeildin Við einum sannførandi 3-0 sigri á
Víkingi, halda sundalagsmenn lív í FM vónini. Sum úrslitið
gevur ábendingar um, so var klassamunur á liðunum, har EB/
Streymur reelt avgjørdi dystin fyri steðgin. Úrslitið hevur við
sær at sundalagsmenn nú eru harðasti kappingarneyti hjá
HB á fyrsta plássinum, meðan Víkingur nú má hugsa um at
halda fast í fjórða plássinum, sum gevur evropiska luttøku.
Ólavur Øre Hansen
Talan var um ein dyst, har nógv stóð
uppá spæl hjá báðum liðunum, men
tað vóru gestirnir úr Sundalagnum,
sum vóru klárt betra liðið, og vunnu
ein sannførandi 3-0 sigur á Víkingi.
Sigurin hevur við sær at sunda-
lagsmenn nú eru á øðrum plássi í
stigatalvuni, og eru harvið størsta
hóttanin ímóti HB á fyrsta plássi,
og sambært venjaranum hjá EB/
Streymi, so spæla teir fyri sínum
kjansi.
– Tað einasta vit kunnu gera,
er at hugsa um okkara dystir. Vit
kunnu ikki avgerða FM-heitið sjálv-
ir, og tí er alneyðugt hjá okkum
ikki at fokusera uppá hini liðini,
men halda fokus á okkara avrik.
So má tað bera ella bresta, segði
ein væl nøgdur Heðin Askham eftir
dystin.
»Kollektivur offday«
Meðan Sundalagsmenn fegnast
um sig urin, so hevur Víkingur
nógv at rættað uppá innan næsta
dyst. Avrikið hjá Víkingi var als ikki
nøkt andi, um teir skulu varðveita
týdn ingarmikla fjórða plássið, sum
gevur evropiska luttøku.
Áður so trygga Víkinga verjan
var ikki til at kenna aftur, og
gjørdu vertirnir alt ov nógvar feilir
í verju støðum, meðan tað manglaði
hugflog og ferð í álopspartinum.
Stutt sagt, so var einki veiggj í
felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík,
sum hevði ein »kollektivan offday«
Avgjørdu fyri steðgin
Eftir eina varliga byrjan frá báðum
liðunum, so vóru tað gestirnir úr
Sundalagnum, sum tóku alsamt
meira yvir. Við góðum trýstspæli
megn aðu grammu gestirnir at seta
heldur ótryggu Víkinga verjuna
undir trýst.
Ágangandi stílurin hjá EB/
Streymi var eisini grungarlagið
und ir fyrsta málinum, har Pauli G.
Hansen var fyrstur á einum returi
frá mál verjanum, meðan verjan hjá
Víkingi ikki kláraði at fylgja við.
Løtu seinri var aftur galið hjá vert-
unum, tá Gudmund Nielsen hegn-
isliga smekkaði bóltin í kassan til
2-0, eftir gott uppspæl
Fram móti hálvleiksteðginum
kundi Sorin Anghel økti til 3-0, og
so var dysturin í roynd og veru av-
gjørdur. Tí Víkingur hevði einki
víst, meðan sundalagsmenn vóru
skarpir, og kundu havt skorað enn
fleiri mál fyri steðgin.
Í seinra hálvleiki royndi Víking-
ur at leggja trýst á gestirnar, og
komu fram til eini tveir líkinda
kjansir, sum tó blivu misnýttir.
Av tí sama køvdist vónin hjá vert-
unum sum minuttirnir gingu, og
sundalagsmenn vunnu ein sann-
førandi 3-0 sigur.
Víkingur
0
EB/Streymur 3
Jógvan Martin Olsen:
Avrikið
ikki
nøktandi
– Vit spældu út av lagi vánaligt í
móti EB/Streymi. Í verjupartinum
geva vit teimum tvey sera bílig
mál, har vit standa og sova, meðan
teir skora uppá retur frá mál verj-
anum. Somuleiðis mangla vit hegni,
neyvleika og heppni í álops part-
inum, segði Jógvan Martin Olsen
eftir dystin
Samanumtikið metti Jógvan
Martin at sigur hjá EB/Streymi var
fult uppibornan sigur, tí teir vóru
grammari og vildu meira, meðan
hansara lið als ikki rakti dagin.
– Vit hava nógv at arbeiða við
innan komandi dyst. Tí har skal
eitt heilt annað avrik til, um vit
skulu varðveita fjórða plássið, segði
venjarin hjá Víkingi at enda.
B71 fekk bert eitt stig ímóti ÍF
Um B71 bjargar sær enn eitt kappingarár í vodafonedeildini,
so eru tað ikki dystirnir ímóti ÍF, sum hava munað tað stóra
í tí roknskapinum. Einasta stigið B71 fekk ímóti ÌF kom, tá
liðini møttust í fjórða umfari í Fuglafirði. Rógvi Jacobsen, sum
hevur verið ein heldur sjáldsamur gestur í vodafonedeildini í ár,
legði ÌF á odda beint fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki
syrgdi Símun Hansen fyri, at B71 fekk eitt stig við sær aftur
til Sandoyar. Tá liðini hittust í Traðardali á Sandi í trettanda
umfari, syrgdu Øssur Dalbúð og Andy Olsen fyri, at ÌF fekk
fult. Leygardagin átti Øssur Dalbúð aftur sín stóra leiklut við
tveimum málum, tá ÌF vann ein tryggan 3-0 heimasigur á B71.
Tveir javnleikir og ein knúsandi sigur
EB/Streymur vitjaði Víking tvær ferðir í Sarpugerði, meðan teir tóku
ímóti Vìkingi á einum sinni við Margáir. Báðu tær fyrru ferðirnir
liðini møttust í landskappingini í ár endaði dysturin við sama úrsliti,
nevnliga javnleiki 2-2. Gongdin í báðum javnleikunum var rættiliga
meinlík. Tá liðini hittust í Sarpugerði í fjórða umfari, var EB/Streymur
á odda 2-0, tá eitt stórt korter restaði av dystinum. Men seinastu
løtuna megnaði Víkingur at fáa tvey mál. Søgan endurtók seg við
Margáir. EB/Streymur var á odda 2-0 ímóti Víkingi, longu tá ein
hálvur tími var leiktur, men í seinna helmingi av seinna hálvleiki
skoraði Finnur Justinussen tvær ferðir. EB/Streymur kom aftur á odda
2-0 leygardagin, men hesaferð hildu teir leiðsluna, og útbygdu hana,
og fingu soleiðis fimm stig ímóti Víkingi hetta kappingarárið.
Viðmerkingar í 3. Hálvleiki:
• Eli við aftur? Hvar vístu teir dystin? Á History Channel?
• Syngja teir hjá EB/Streymi:
Omanfyri EIKilund hongur Nordik-steypið.
• Hann er fegin, hann er egin, hann er
Heðin, fær sær FM beinanvegin.