mánadagur 4. oktober 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 4. oktober · Nr. 141
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Við
kappingarbyrjan
meldaði
leiðslan í B36 út, at málsetningurin
fyri kapp ingaárið 2010 var at røkka
einum europeiskum plássi. Men so
hvørt sum liðið ikki hevur kent sína
vitjanartíð, tá møguleikarnir hava
verið til staðar, so er europeiska
vónin fána alsamt meira og meira.
Men seinastu umførini hevur
aftur gingið eftir vild hjá B36, og
ígjár lagaði alt seg væl hjá liðnum.
Víkingur á fjórða plássi tapti 0-3
ímóti EB/Streymi, samstundis sum
árstalsfelagið í Havn loksins vann
ein landskappingardyst í bestu
deildini út á Argjum. Teir ikki bara
vunnu, men vunnu sannførandi
5-0, og eru nú bert trý stig frá tí
sera týdningarmikla fjórða pláss-
inum, sum gevur rættin til at spæla
í Europa League komandi ár.
Samstundis sum B36 stríðist
fyri fjórða plássinum, so kann liðið
eisini koma at hava eitt ógvuliga
avgerandi orð at siga, um hvør gerst
føroyameistari í vodafonedeildini.
Í næsta umfari tekur B36 ímóti
NSÍ, sum enn livir í FM-vónini, og
á seinasta leikdegi tekur B36 ímóti
HB, sum er høvuðsbiðilin til FM-
heitið. Tí fær B36-venjarin, Allan
Mørkøre ongan sum helst trupul-
leika at seta sínar menn upp til tær
báðar seinastu uppgávurnar í hes-
um kappingarárinum.
Settu seg tíðliga á dystin
AB var væl við í byrjanini av dyst-
inum leygardagin, men tá fyrri
hálv leikur var hálvrunnin byrjaði
B36 at seta tingini uppá pláss.
Christian R. Mouritsen og Jákup á
Borg høvdu eitt frálíkt bandaspæl,
sum endaði við, at Christian R.
Mouritsen setti eitt flott langskot
í netið. Bert sjey minuttir seinni
hevði Klæmint Matras sett eitt inn-
legg hjá Hjalgrími Elttør í net ið, og
tá stóð teimum flestu greitt hvønn
veg tað bar.
Bert seks minuttir vóru farnir
av seinna hálv leiki, tá Róaldur
Jakobsen
við
ein um
vøkrum
dundur-langskoti hevði økt um
leiðsl una. Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki átti Róaldur ta av ger andi frí-
spælingina til Jákup á Borg, sum
økti til 4-0. Tá eitt lítið korter var
eftir av dystinum spældi Jákup
Hjalgrím Elttør frían, og hann
sveik ikki álitið, men skoraði trygt
til 5-0.
B36 spældi sera væl, men AB-
viðhaldsfólk eru illa nøgd við av-
rikið hjá AB-verjuni, sum als ikki
var vakin leygardagin. B36 bøtti
væl um málúrtøkuna við einum
5-0 sigri, og tað kann fara at vísa
seg at verða avgerandi á seinasta
leik degi.
heris@sosialurin.fo
B36 helt lív í
europeisku vónini
Vodafonedeildin Hesaferð bleiv B36 ikki til frens úti á Argjum.
Við einum knúsandi 5-0 sigri, samstundis sum Víkingur tapti
ímóti EB/Streymi, hevur liðið enn møguleika at røkka Europa
AB
0
B36
5
B36 fekk sjey stig ímóti AB
Hini bæði kappingarárini AB hevur verið í bestu fótbóltsdeildini (2007
og 2009) hevur árstalsfelagið í Havn havt stórar trupuleikar við AB,
men í ár var søgan øðrvísi. B36 fekk tveir sigrar og ein javnleik ímóti
AB í vodafonedeildini í 2010. 500 áskoðarar sóu AB og B36 spæla
javnleik 2-2 í fjórða umfari, sum var spælt tann 18. apríl. Tá skoraði
Stig Roar Søbstad fyri AB ímóti B36. Bárður Olsen javnaði fyri B36, og
Hjalgrím Elttør legði B36 á odda, men ímóti dystarenda tryggjaði Morten
Overgaard argjamonnum tað eina stigið. Tá liðini møttust í Gundadali
tryggjaði Jákup á Borg B36 øll stigini við einum sigursmáli, sum var
skotið tíðliga í fyrra hálvleiki. Var lítið sum skilti liðini tveir teir fyrstu
dystirnar, so var søgan ein heilt onnur leygardagin, tá B36 vann ein
knúsandi 5-0 sigur.
Viðmerkingar í 3. Hálvleiki:
• Allan Mørkøre trívist í frenalandi.
• Nú má Sjúrður Olsen bara bíða eftir
føstulávint. Tá er loyvt at sláa frensar.
• Var tað Sjúrður á Argjum sum segði: »Sikken en
kattepine,« í samband við støðuna á Argjum?
• Tað verða hvørki HB ella NSÍ, sum avgera FM, men vit,
og vit geva tað til EB/Streym. Heilsan ein hvítur tikari.
Viðmerkingar í 3. Hálvleiki:
• Hvør er tað, sum letur seg í reyð klæðir, fer út
at ferðast við fullum posa og kemur heim aftur
við ongum? Jólamaðurin ella B68? Veljið sjálvi.
• Eg havi bara eitt at siga:
Ogor, tygor, rotnar fikur.
• Ótrúligt, sum tað altíð eru dómararnir, sum
hava skyldina, tá lið tapa. Og skeg, at toftafólk
einans tosa um onnur lið, enn teirra egna.
Nikolaj Eriksen og hinir niður
flytararnir úr AB, megnaðu als
einki at gera við Klæmint Matras
og vælspælandi B36liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Tað tykist sum, at FC Suðuroy
hevur fingið um endan aftur í
stríðnum um at sleppa undan
niðurflyting.
FC Suðuroy vann 2-1 á heima-
vølli móti B68 leygardagin, eftir
at heimaliðið var greitt omaná
í seinna hálvleiki.
Palli Augustinussen legði
beinanvegin FC Suðuroy á
odda, og í seinna hálvleiki økti
Dan Djurhuus um leiðsluna,
eftir at Jón Krosslá Poulsen
hevði lægt væl inn fyri úr
vinstru.
Pól Jóhannus Justinussen
minkaði um munin til 2-1 stutt
undan leikloki, men heimaliðið
helt tørn.
uni@sosialurin.fo
FC Suðuroy
er nærri
bjargingini
Vodafonedeildin Suðuroyarliðið
vann 2-1 á heimavølli móti B68
FC Suðuroy
2
B68
1
FC Suðuroy fekk sjey stig ímóti B68
Megnar FC Suðuroy at bjarga sær rættin at spæla í
vodafonedeildini í 2011, so kunnu suðuroyingar hyggja aftur á teir
tríggjar dystirnar ímóti B68 við stórari gleði. FC Suðuroy fekk fulla
úrtøku – seks stig – ímóti B68 vesturi á Eiðinum í Vági. Tá liðini
møttust fyrru ferð í Vági tann 18. apríl, syrgdu Obi Charles við
tveimum málum, og Jón Krosslá Poulsen við einum máli fyri, at FC
Suðuroy vann 3-1. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Liðini deildu
stigini, tá tey møttust á Toftum við einum 1-1 javnleiki. Ndende
skoraði fyri B68 sjey minuttir áðrenn leiklok, men bert tveir
minuttir seinni javnaði Obi Charles fyri FC Suðuroy. Leygardagin
syrgdi FC Suðuroy fyri at halda lív í bjargingarætlanini við einum
2-1 heimasigri á B68 vesturi á Eiðinum í Vági.