Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Í næstum verður ymiskt virk semi hjá Rúsuni kanska bjóðað út. Tað er í hvussu so er eitt hugskot, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum hevur reist. Hann sigur, at lógin álegg­ ur Rúsuni at hava eitt ávíst avlop. Men samstundis áleggur lógin eisini at Rúsan skal tálma nýtsluni Í hesum sambandi varð prísurin hækkaður nakað síðani og tað førdi til minni sølu. – Av tí, at sølan er minkað, er avlopið minkað. Men kravið til avlop er stórt og tí má sølan økjast fyri at halda lógina. Sostatt mugu onnur stig takast fyri at halda lógar­ kravda avlopskravið, sigur hann. – Hetta eru krøv, sum eru fullkomiliga í andsøgn við hvørt annað og tað setir avvaraðandi landsstýrisfólk í eina rættiliga stóra knípu. Tað er ringt at blása og hava mjøl í munninum, men landsstýrismaðurin má halda lógina, annars fær hann trupul leikar mótvegis Løg ting inum. Sostatt liggur Johan Dahl, sum lús ímillum tvær negl. Landsstýrismaðurin sigur, at tað besta hevði verið at sloppið Rúsuni undan einum kravi um avlop. – Ístaðin fyri kundu av­ gjøldini verðið hækka, men so sleppur Rúsan undan ábyrgd ini at bera eitt ávíst avlop í landskassan um árið. Ella kann Rúsan skipast uttanfyri fíggjarlógina, akku­ rát, sum Apotekið. Bjóðast út Men eydnast tað ikki, er neyðugt, at taka onnur stig takast fyri at kunna halda lógina. Eitt av hesum stigum er at Rúsan og Posta verða sam­ ansjóðað. – Tað kann hava fyrimunir við sær við umsiting, hølum, flutningi og øðrum, sigur Johan Dahl. Men hann staðfestir eisini, at verður virksemi hjá Rús­ uni lagt út til onnur, má tað bjóðast út í fríari kapping. ­ So kann Posta bjóða upp á virksemi á jøvnum føti við aðrar veitarar, tí tað ræður um at fáa tað bíligasta tænastuni, leggur hann afturat. Johan Dahl sigur, at enn er ongin avgerð tikin, men at hetta eru møguleikar, sum eru nevndir fyri at kunna halda lógina. Í hesum sambandi nevnir hann eisini, at eftirsum bryggja rí kortini hava sølu­ støð kring landið, hví so ikki bara fáa øl í handlarnar – Tað er væl ongin munur á at fara í ein handil og at fara í eitt depot at keypa, sigur hann. Hann sigur, at alt hetta eru viðurskifti, sum mugu takast upp politiskt. Men hann leggur afturat, at tað átti at borið til at fingið semjur um eina skilagóða loysn. aki@sosialurin.fo Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni váttar, at tey hava tosað við Posta um samstarv. Vit hava greitt frá, hvør okkara tørvur er og meiri er ikki hent í málinum. – Hetta er alt á kann ingar støði enn, sigur hon Hon sigur, at Posta er væl fyri, hvat hølum og flutn ingi viðvíkur og støðan er longu tað, at Posta flytir rættiliga nógv fyri Rúsuna frammanundan. Men hon leggur dent á, at Rúsan kann ikki framman undan taka ein veitara fram um ein annan og skal virksemi hjá Rúsuni í samstarv við aðrar stovnar ella fyritøkur, er ongin ivi um, at má tað bjóðast út í almennum útboði. Hava tosað saman RÚSAN Ein møguleiki, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hugsar um, er at bjóða virksemi hjá Rúsuni út og so kann Posta bjóða á jøvnum føti við aðrar veitarar Virksemi Hjá rúsuni bjóðast út RÚSAN Nú verður kannað eftir, hvussu raksturin hjá Rúsuni kann verða effektivari. Ein tanki er at bjóða virksemi hjá Rúsuni út í almennum útboði, men stjórin á Posta sær stórar fyrimunir í at leggja Rúsuna og Posta saman