Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Rúsan skal ikki rekast á vinnu ligum grundar l agi RÚSAN Pál Weihe, formaður í fyribyrgingarráðnum heldur, at Rúsan skal rekast á handilsligum grundarlagi Áki Bertholdsen Nú verða møguleikarnir kannaðir fyri gera eitt tættari tilknýti ímillum Rúsuna og Posta. Endamálið er at fáa rakst­ urin bíligari. Sofus Clementsen, stjóri í Posta, sigur, at enn er onki ítøkiligt hent í málinum, men at hetta er eitt hugskot, sum er reist fyri at effektivisera og rationalisera raksturin. Fleiri fyrimunir Kortini dugur hann at síggja fleiri eyðsýndar fyrimunir við at leggja Posta og Rús­ drekkasøluna saman. – Rúsdrekkasølan hevur seks deildir kring landið og eftir nýggjár hevur Posta sjey deildir kring landið – og tað er at kalla í somu plássum. – Samstundis vísir tað seg, at virksemið hjá Posta fyllir minni og minni, so stovnurin krevur ikki nógv pláss. Hann vísir eisini á, at Posta hevur rættiliga stórt goymslupláss á høvuðs støð­ ini á Óðinshædd í Havn. – Samstundis flytir Posta rættiliga nógv fyri Rúsuna kring alt landið, umframt at Posta hevur eitt fult útbygt útbreiðslusnet, bæði hvat viðvíkur flutningi til landið og til flutning innanlands, har bilar hjá stovninum eru á hvørjari deild tvær ferðir um dagin. Tí heldur Sofus Cle­ ment sen, at tað er ein fyri­ munur at hýsa báðum stovn unum undir sama taki við tað, at raksturin verður rationellari. – Tað er ein rationalisering bæði hvat hølisviðurskiftum og hvat flutningi viðvíkur, leggur hann afturat Sofus Clementsen legg­ ur afturat, at enn eru ong­ ar útrokningar gjørd ar, sum nágreiniliga lýsa fyri­ munirnar og vans ar nar við eini slíkari saman legging. Áki Bertholdsen – Vit mugu sleppa burtur úr hesi støðuni, at Rúsan verður rikin á handilsligum grundarlagi. Tað heldur Pál Weihe, formaður í fyribyrgingar­ ráðnum. Hann hugsar serliga um, at tað er eitt politiskt krav til Rúsuna, at hon skal geva eitt ávíst avlop um árið. – Tað verður ov nógv hugsað á handilsligum grund arlagið, tí hetta er at eggja rúsuni til at selja sum mest – Tað er ein støða, sum vit eiga at sleppa burtur úr. Hevði avlopið hjá Rúsuni av øllum illum verðið brúkt til fyribyrgjandi arbeiði, hevði tað verið linnandi umstøður. Men tað ger tað ikki, tí tað fer beint í stóra pott hjá landskassanum. Hann sigur, at ein sam­ anlegging ímillum Rúsuna og Posta er ikki serliga ítøkilig og tí veit hann ikki, hvat fólkeheilsuráðið hevði sagt til tað. Men hann kann so mikið sum tað, at ráðið er ógvu­ liga ivingarsamt um tað handilsliga prinsippið, sum tykist at liggja aftanfyri, nevniliga at økja søluna hjá Rúsuni. Hinvegin hevur Fólka­ heilsuráðið mælt til, at Rúsan verður løgd undir heilsumálaráðið og so kann ein ávísur samrakstur fáast við Apotekið. Men tað merkir ikki, at Apotekið eisini skal selja brennivín, ella Rúsan eisini skal selja heilivág, sum onk­ ur hevur speiðrikið við. Men talan kann vera um felags goymslustýring, bók­ hald o.s.fr. aki@sosialurin.fo Stórir fyrimunir at leggja Rúsuna og Posta saman SAMANLEGGING Stjórin á Posta sær fleiri eyðsýndar fyrimunir við at leggja Posta og Rúsuna saman Arbeiðsuppgávur í samstarvi við stjóran • Fyrireika tilfar til nevndina fyri Framtak • Samskifta við umsøkjarar, eftirkanna og meta um umsóknir og virði • Menna sáttmálar og avtalur • Uppfylging av gjørdum íløgum • Samskifti við vinnu og íleggjarar • Viðlíkahald av heimasíðu Framtaks Førleikar Umsøkjarin skal hava: • hóskandi útbúgving frá hægri læru- stovni • góð evni at greina, gott yvirlit og evni at raðfesta uppgávurnar • góðan málsligan førleika á føroyskum og enskum • góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt Vit vænta, at tú ert framsíggin og opin fyri at finna loysnir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan løgfrøði og/ella búskap frá privata ella almenna arbeiðs - marknaðinum. Setanartreytir Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. oktober 2010. Umsóknin skal sendast til: Framtaksgrunnur Føroya J. H. Schrøtersgøta 20 Postboks 3157 110 Tórshavn ella um teldupost ndw@framtak.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Niels Dann West, stjóra, á telefon 315966 ella 217548. Málsviðgeri Um Framtak Framtak skal eftir marknaðartreytum hava ein virknan leiklut sum kveikjari í føroyskum vinnulívi. Endamálið hjá Framtak er at virka fyri at menna og fjøltáttað føroyskt vinnulív samfelagnum at gagni. Framtak er vinnurekandi grunnur, sum eftir marknaðartreytum veitir framtakskapital við at seta partapening í og/ella veita ábyrgdarlán til nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum víðka um virksemið, skulu endurreisast og/ella ganga nýggjar leiðir. Gjøgnum sítt virksemi sum vágafúsur og tolin íleggjari hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin er frammi í tíðini. Framtak samstarvar við aðrar fíggjarligar íleggjarar at lyfta í felag, har váðin er stórur. Framtak bjóðar áhugaðum at søkja fjølbroytt og spennandi starv sum málsviðgeri. Tú kemur í tøttum samstarvi við stjóran at arbeiða við vinnuligum menningarætlanum og verða við til at menna Framtak til ein virknan íleggjara í føroyskt vinnulív. sansir.fo