mikudagur 6. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
Sosialurin
Eigi ikki part í semjuni
Fíggjarnevndarformaðurin, Anfinn Kallsberg, segði í morgun undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum,
at semjan, sum var gjørd um uppskotið, var millum Tjóðveldi og restina av samgonguni
Leo Poulsen
Framsøgumaðurin
hjá
Fólka flokkinum í fíggjar
málum, Anfinn Kallsberg,
hevði ikki bert rósandi orð
um
fíggjarlógaruppskotið,
sum er til fyrstu viðgerð í
Ting inum í dag og í morgin.
Hetta er fyrsta fíggjar
lógaruppskotið, sum verð ur
gjørt eftir at nýggj játt anar
lóg er sett í gildi, og hetta
merkir, at tey ymsu ráð ini
fáa tillutaðar nakrar fíggjar
karmar, sum tey skulu halda
seg innanfyri.
– Tað positiva er, at karm
arnir eru teir somu, sum
fíggjarnevndin samtykti í
vár. Síðani eru gjørdar upp
og niðurraðfestingar upp á
ávika vist 151 milliðónir krón
ur og 19 milliónir krónur, men
av teimum 151 milliónunum
eru 58 endaðar í sparingum,
segði Anfinn Kallsberg.
Hann segði eisini, at tað
nýggja í hesum er, at lands
stýrisfólkini nú eru púra
suveren á sínum økjum at
av gera, hvussu peningurin
verð ur nýttur.
– Fyrr fingu nevndirnar
í Løgtinginum høvi at gera
viðmerkingar
til,
hvussu
lands stýrisfólk ætlaðu at
nýta peningin, men tað fáa
tær ikki við nýggju lógini.
Tað er spell, og tí mugu vit
hyggja nærri eftir lógunum
og fáa tær broyttar, segði
Anfinn Kallsberg.
Hann segði víðari, at verð
ur lógin ikki broytt, kunnu
landsstýrisfólk ger júst sum
teimum lystir, og kunnu
enntá síggja burtur frá lógar
ásettum útreiðslum.
Í leysum lofti
At fíggjarnevndar formað ur
in ikki hevur havt fingurin
á
pulsinbum
alla
tíðina
kom eisini til sjóndar við at
hann hevði hug at finast at
lang tíðar íløgunum í fíggjar
lógaruppskotinum.
– Fleiri av hesum langtíðar
útreiðslunum eru als ikki
viðgjørdar politiskt og fleiri
teirra hanga í leysum lofti,
segði Anfinn Kallsberg.
Hann nýtti eisini tíð at
tosa um Viðareiðisloysnina,
sum tað eitur í fíggjar lógar
uppskotinum.
– Eg síggi, at Viðareiðis
loysnin, sum hon verður
nevnd, er við á einari lang
tíðar ætlan við fimm milión
um í ár og síðani 10 milliónir
komandi árini og at enda 35
milliónir. Hetta gevur til
samans 70 milliónir komandi
fimm árini til eina verkætlan,
sum kostar 120 milliónir. Men
øll vita, at tá farið verður at
bora ein tunnil, so verður
hetta gjørt eftir einum ári,
segði Anfinn Kallsberg.
Hann var eisini ónøgdur
við langtíðarætlanina við
Markna gilsverkætlanini, og
hann segði, at hóast ætlanin
verð ur skotin út eitt ár,
verður hon ikki bíligari fyri
tað.
Slagsíða
Allir teir tríggir fyrstu fram
søgumenninir høvdu okk
urt at fílast á í sambandi
við
fíggjarlógaruppskotið.
Torbjørn Jacobsen úr Tjóð
veldi heglaði uppskot og
sam gongu niður, sum kanska
eisini væntandi var frá ein
um andstøðupolitikara, men
eisini Magni Laksáfoss var
ónøgdur við stórar partar av
uppskotinum.
Anfinn Kallsberg helt, at
íløgusíðan á fíggjar lógar
uppskotinum
hevði
eina
álvarsliga geografiska slag
síðu við tað, at nógv tann
størsti parturin verður nýtt
ur í Suðurstreymi, ella rætt
ari í Havn.
– Vit skulu tó eisini
leggja merki til, at tær
stóru verkætlanirnar eru í
Havn, eitt nú Landssjúkra
húsið
og
skúla depilin
í
Marknagili,
segði
Anfinn
Kallsberg.
Fíggjar nevndar for mað
urin kundi eisini stað festa,
at talan verður ikki um 507
milliónir í halli á fíggjar
lógini, men um 524, tí tær frá
boðaðu 17 milliónirnar í eyka
útreiðslum, skulu leggj ast
aftrat umrøddu 507 millión
unum.
Og tá Bjørt Samuelsen
spurdi um, hvussu stór semjan
um fíggjarlógaruppskotið er
svaraði hann soleiðis:
– Tú skuldi havt lurt
að eftir tínum egna fram
søgu manni. Hann segði, at
eg átti ikki lut í semjuni og
tað er rætt. semjan er gjørd
millum Tjóðveldi og restina
av samgonguni.
leo@sosialurin.fo
Anfinn Kallsberg sigur seg ikki eiga lut í semjuni um fíggjarlógaruppskotið
Mynd: Jens Kristian Vang