Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 16 Sosialurin Kvøða til Poul Poulsen vanliga nevndur Poul á Skalla, Hvalba á 80 ára degnum 6. oktober 2010 lag: Alpe rosen Sendi heilsu heim til Poul á Skalla Nú tú fyllir áttati í dag Vildi fegin heima hjá tær verði Nú tú situr har í góðum lag Har á Heygsvatni so mangar dagar Spaldi tú við bátar og við skip Hetta vatn tað dróð teg út á havið Har tú seinni komst til rættan mann Mangan dagin Poul ei var at síggja Undir Garshamri hann lá og svam Mamman spurdi hvar er Poul nú farin Lítli mín hvar er tú blivin av Ungur fór tú út á lívsins havið Har við Drátti kundi verða við Síðani við snotiligum fari Kallsenni jú erpin tá tú var Mangt eitt fótaspor tú hevur gingið Har í Dagmarsvig tey ár tú vart har við Sólborg og við Skallabrøður hetta alt tú segði fyri mær Har við kobba steinar og tre brødre Mangan tú við Skallabrøður lá Og til Grædefjørð og so Kokoyggjar Alt tú minnist enn hvar í tú vart So við norskum trolarum at sigla Longva Sjøvik sigldi tú tá við Mangur norðmaður tá mátti siga "Fine grejer Poul, jo det er bra! Nú eg endi kvøðu mína til tín Eg tillukku ynski tær í dag Harrans hond skal yvir tær nú vera Hendan dag og framtíð tína við Hjartaliga tillukku frá Johan Thomsen, Hvidovre Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Listamálarin Amariel Norðoy fyllir 65 ár 9. oktober 2010. Amariel Norðoy var føddur 9. oktober 1945 í Klaks vík. Ann ar heims­ bar dagi var kom in at enda hetta árið. Tey, sum vuksu upp eftir hesa van lukku ligu tíð, vóru merkt av krígs­ árunum. Hóast kreppu, kalt kríggj og trongar dagar í fimti árunum, var vónin um ein heim í friði so mikið sterk, at fólk aftur vóru farin at trúgva uppá eina framtíð. Eisini vildu nógvir føroy ingar sleppa at ráða fyri borgum sjálvir. Amariel vaks upp í Klaksvík. Tey vóru 12 fólk í húsi. Foreldur, 6 dreingir og 4 gentur. Pápin róði út. Hann hevði nógvar munnar at metta. Johan David, sum hann kallaðist, var ættaður úr Klaksvík. Hann var sjálvur fimti um motor bátin “Norðan”, KG 334, sum teir fiskaðu væl við. Hetta, og so tað at Klaksvík, tá sum nú, var drívmegin innan fiskivinnuna í Før­ oyum, hevði stóra ávirkan á viðkvæma drongin. Sum hjá flestu dreingjum tá í tíðini var tað eisini sjógv­ urin ið lá fremstur í hug­ anum hjá Amarieli. Fjúrtan ára gamal fór hann um summarið 1960 til Grønlands við skonnartini Tinganes sum kokkadrongur, og var hann við hesum skipi til út á heystið. Árið eftir fór hann aftur til Grønlands við Tinganesi, men nú til at rógva út. Hetta var spennandi um­ hvørvi hjá ungum drongi at vera í. Heimbygdin og útróðurin í Grønlandi góvu Amariel eina kjølfestu, sum hevur hildið eini tryggari javnvág í lívssiglingini. Brøðrasamkoman átti ein stóran leiklut í andaliga lívinum í Klaksvík, tá Amariel vaks upp. Samkom­ an ávirkaði samfelagið betýði ligt. Amariel tók við per són ligari trúgv á ungum árum. Hann fór í karið í Betesda, og fylgjandi tíðina bæði vitnaði og talaði hann á møtum. Politiskt var tað loysing frá Danmark, ið var aðalmálið. Amariel var við til at stovna Unga Tjóðveldið, og var sera virkin í felags­ skapinum. Afturkomin úr Grønlandi kom Amariel í læru sum skipstimburmaður á Bedingini hjá Kjølbro í Klaks vík. Honum dámdi stak væl hetta arbeiði. Kreftirnar hevði hann sum ein bjørn, og hegnið er gott. Men tað bylgdist eisini nakað annað í unga klaksvíkinginum; hann hevði listargávur, og hetta trokaði seg fram í huganum. Eftir lokna læru var hann við til at byggja fleiri deksfør. Men forvitna kunstneriska eygað vildi nakað annað. Hann leitaði sær til menn, ið vóru kønir innan økið. Eggjaður av m.ø. Janusi Kamban og Ingálvi av Reyni, søkti Amariel inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann byrjaði har í 1977, og fekk hann so mætar menn sum eitt nú Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen, professarar sum mentorar. Amariel er giftur Mari­ onnu, fødd Petersen. Tey vóru næstu grannar. Hann hevði gott eyga á henni, men har var eisini ein annar, ið lá framvið. Ein dagin sá Amariel Marionnu koma frá arbeiði. Beint framman fyri hann gekk sambiðilin. Tá varnaðist Amariel, at hesin rivalur ikki var tann hávaksni fýrur, sum hann hevði hildið hann vera. Tá hann gjørdist greiður yvir, at drongurin var lægri av vøkstri enn hann sjálvur, ernaðist hann. Sjálvsálitið mentist munandi. Hann spenti bringuna framúr sær og steig tungliga. Tá Mari­ anna dagin eftir gjørdi sær ørindi inn til Norðoy, stóð Amariel í hurðini. Hann plagar at fortelja, at tá Mari­ anna steig fótin á triðja trappu trinið, hendi undurið. Har rann saman millum tey í einum splittsekundi, og tað so neistarnir fuku. Nú Amariel fyllir 65 ár, hava tey bæði hildið saman í 42 ár. Tey giftust í 1970 og fingu sonin Mayfinn í 1970, og dóttrina Kristionnu í 1974. Tey bæði hava rík að familjuna við sjey barna­ børn um. Á Kongaliga Kunst­ akademinum á Char lotten­ borg við Kongens Nytorv í København víðkaðist sjóna­ rringurin so hvørt. Har bleiv teknað og málað, har varð lisið og diskuterað. Listafólk og søvn vórðu vitjað, eins og tey gjørdu ekskursiónir í onnur lond. Í øllum hurli­ vasanum í árunum eftir ung­ dómsuppreisturin í Paris, sum fekk almikla ávirkan á brotið við stirnaðu borgaravirðini í vesturheiminum, marx ist­ iskar koll veltingar fylkingar, Flower Power – rørsluna, Vietnamkríggið, Kalda Kríggið, reyðsokkarørslur, p – bollar og pornobylgjur, hash og LSD, sigldi ungi klaks­ víkingurin millum boðar og sker. Lívið bleiv livað fult út, men kjølfestan heimanífrá skeytst ongantíð. At bar­ lastin lá trygg sæst eisini í avrikunum hjá Amariel. Sum árini eru gingin sæst ein týðulig tematisering av upprunaumhvørvinum í Klaksvík. Serliga í máln­ ingunum, har “sluppungin” Norðan og sjógvurin, más arnir, fiskimenn og næstringar spæla við í skiftandi ljósi. Seinnu árini hava framsýningarnar hjá honum fleiri ferðir borið heitið “Útróðrarbørn – Sálmar lívsins”.= Amariel Norðoy hevur hildið fast við sín uppruna, hansara samleiki vikast ikki. Tá trongskygni hevur trokað seg inn á hann, hevur hann dugað væl at flust hylkini av smáligari hugsan uttanav sær.= Hann er vorðin heimsborgari, ein kosmopolittur, sum ikki hongur seg í lokalt smá­ klandur. Listarliga hevur Amariel ongantíð staðið sterkari enn nú. Í hesum heiðursriti eru nakrar av hansara nýggjaru akvarellum vístar. Tær lýsa ikki áður­ nevnda tema so væl sum olju­ og akrylmálningarnir og steinprentini, men liva sítt egna, kanska heldur meira abstrakta lív. Kraftmiklar og litríkar. Vónandi eigur hesin fryntligi og sera arbeiðssami listamálari nógv góð og skapandi ár eftir av lívsskeiðinum, Føroya landi til sóma. Í sambandi við 65 ára føðingardagin, leygardagin 9. oktober, verður móttøka í Lambagerði 1 í Havn. Eyðun Waagstein Amariel Norðoy 65 Tíðindaskriv Leygardagin 9. oktober frá kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Amariel Norðoy er føddur í 1945 í Klaksvík. Hann er málari og grafikari. Amariel hevur sýnt fram ymsastaðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunst­ akademi, København, 1977­ 83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ym isk tíðarrit og bøkur. Aftur vendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skift­ andi ljósið, Báturin og Út­ róðrar børn, flestu mynd­ irnar eru íblástur frá upp vøkstr inum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður. Fram­ sýn ingin verður opin til 14. oktober, týsdag til hósdag kl. 15 til 18. Amariel Norðoy í Galerie Focus