mikudagur 6. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
Sosialurin
Í Sosialinum í dag verður
greitt frá, at skrivstovumaður
í Fiskimannafelagnum Olaf
Johansen er »burturvístur«
úr sínum starvi.
Fari at gera fylgjandi
viðmerkingar til hetta mál:
Olaf hevur arbeitt í FF
í eini 35 ár. Av hesi longu
tíð hava vit arbeitt saman í
meira enn 30 ár.
Hesa tíðina menti FF seg
til at vera eitt tað virknasta
fakfelag í landinum, sum
skapti framstig hjá fiski
monnum á øllum økjum.
Her er nóg mikið at nevna
sjómansskattaskipanin,
sum higartil hevur givið
sjómonnum um ¾ milliard
krónur. Arbeitt varð við
miðvíst at undirbyggja sjónar
miðini
hjá
fiskimonnum.
Hetta var millum annað
gjørt við at menna eina
hagtalsskipan
fyri
fiski
menn, sum nógv hava verið
imponeraðir
av,
eisini
í
útlandinum. Slíkt krevur
dugnalig
hjálparfólk.
Og
tað hevur nógv tað longstu
tíðina verið Olaf.
Eg kann bert bera honum,
at hann hevur verið eitt
álitisfólk, sum samvitskufult
hevur gjørt sítt arbeiði og
meira til. Kenni einki til, at
tað kann setast ein fingur á
tað, sum hann hevur avrikað.
Hann hevur eisini brent fyri
fiskimenn og sínum arbeiði.
So hann hevur í hvussu
er uppiborið eina virðiliga
viðferð frá felagnum.
Ræðulig mura
Tað, sum Jan Højgaard nú
hevur gjørt, er fullkomiliga
ólógligt, umframt at tað er
skakandi hjartaleyst. Tað
stendur greitt í viðtøkum
felagsins, at tað er nevndin,
sum setir starvsfólk. Tí er
tað eisini bara hon, sum kann
siga fólk úr starvi.
Men sum ikki eina ferð
hevur Jan Højgaard sett
nevndina uttan fyri eitt mál,
har tað greitt er hon, sum
hevur avgerðarrættin.
Burturvísingin av Olafi
er eitt álvarsamt rættarbrot.
Tað eru heilt greiðar reglur
um burturvísing. Tær eru,
at viðkomandi skal hava
forbrotið seg álvarsliga móti
arbeiðsgevaranum, sum t.d.
at hava tikið av kassanum.
Hetta
mál
vísir
enn
einaferð, at Jan Højgaard
er uttan menniskjansligar
kenslur. Av eini ella aðrari
orsøk skal hann hevna seg
inn á Olaf. Og tað er ikki
við náði. Olaf skal líða ta
eyðmýking at verða snøgt
sagt blakaður út í tún úr
sínum arbeiðsplássi gjøgnum
35 ár. Jan Højgaard er enntá
so fúlur, at hann ætlar, at
tað skal vera uttan nakra
uppsagnarløn.
Tað
er
enn
meira
avdúkandi
fyri
muruna
í Jan Højgaard, at hann
veit væl, at Olaf er sjúkur
maður. Hann brúkar fleiri
tímar annan hvønn dag á
Landssjúkrahúsinum
til
dialysu. Hetta er nóg hart
fyri ein og hvønn. So her
er bókstavliga talan um at
sparka eftir einum liggjandi
manni.
Tað sigur nakað nógv um
Føroya Fiskimannafelag, at
hetta kann Jan gera, tí hann
heldur seg hava uppbakking
frá nóg nógvum nevndar
limum, uttan mun til, hvørja
beistagerð hann fremur.
Samstundis hevur hansara
»stílur«
uppbakking
frá
meirilutan av fiskimonnum
umframt
(parta)politiska
uppbakking.
Kjak
Hanus Samró
formaður í HUXA
Tað tykist, sum ungdómurin er lætt offur, tá ið
fíggjaruppskot verða løgd fyri tingið. Fyrr í ár gekk tað
út yvir stuðulsupphæddina til hægri lesnað, og aftur
hósdagin 7. oktober liggur uppskot fyri tingið, hvørs
endamál er skerja íløgu í framtíð føroyinga.
Uppskot
Í fíggjaruppskotinum verður skotið upp, at lesipeningur
til heimabúgvandi lækkar frá 2.200 kr. til 1.800 kr. um mán
aðan, aldursmarkið til hægri lesandi hækkar til tjúgu ára
aldurin, og ferðastuðulin uttanlands lækkar við 1.000 kr.
(samstundis sum prísurin av flogferðaseðlum fer upp).
Næmingar við arbeiði verða eisini revsaðir fyri hvørjar
1.000 kr., sum inntøkan fer upp um 10.000 kr. Við hesum
uppskotinum sparir Landskassin níggju milliónir krónir.
Undranarsamt
Landsstýriskvinnan við mentamálum, Helena Dam á
Neystabø, ið umsitur lestrarpening, mótsigur sær sjálv
ari, tá ið hon sigur í Løgtingsmál nr. 25/2010: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, at:
best hugsandi íløgan í framtíðina, bæði fyri hin einstaka
og fyri samfelagið alt, er, at so nógv sum møguligt fáa eina
holla útbúgving, serliga sum støðan nú er við arbeiðsloysi.
Tí eru játtanirnar til útbúgving raðfestar høgt.
Nei!
Við hesum samtykki tyngist útbúgvingarbyrðan, tí sjálvt
um næmingarnir búgva heima, skal húsaleiga møguliga
rindast. Haraftrat eru 1.800 kr. um mánaðin ikki nógv
í heimsins dýrasta landi. Helena Dam á Neystabø ger
eisini mismun á lesandi, tá ið aldursmarkið hækkar
til tjúgu ár. Men sambært uppskotinum er: torført at
meta um, hvar skerpaðu krøvini til lesandi undir 20 ár
á miðnámsskúlunum geva í sparingum”. Er tað ikki ov
vágafult at fara í holt við slíkt, tá ið tað er óvist, hvørjar
avleiðingarnar verða? Er tað ikki ov vágafult at lækka
lesipeningin, tá ið Føroyaland bløðir ungdóm? Nei,
um útbúgvingar verða raðfestar í hesum landið, so er
hátturin misskiltur, tí eins og við øllum íløgum, er tað ein
spurningur um tíð. Vit mugu hugsa longri enn ár 2011, tá
ið vit hava við útbúgvingar at gera.
Hugsa longri
enn ár 2011,
Helena?
HUXA er í móti
uppskotinum um
broytingarnar av
lestrarstuðulsskipanini
Óli Jacobsen
Jan Højgaard sparkar
liggjandi mann
Mentamálaráðið og Marjun
Patursson hava í dag gjørt
avtalu um, at hon beinanvegin
fer úr tíðaravmarkaða starvi
sínum sum landsbókavørður,
sum hon hevur røkt síðan
september 2008.
Mentamálaráðið vil stað
festa, at avtalan er gjørd
í
fullari
semju
millum
partarnar, og ráðið fer at
takka Marjuni Patursson fyri
hennara drúgvu tænastu á
Føroya
landsbókasavni.
Marjun
Patursson
hevur
verið í starvi sum bókavørður
á
Føroya
landsbókasavni
síðan 1982. Í tveimum umfør
um hevur hon verið avloysari
fyri 1. bókavørð og í tveimum
umførum
verið
virkandi
landsbókavørður.
Harum
framt var hon leiðari fyri
verkætlanina at samskipa
føroysku bókasøvnini í ein
felags dátugrunn.
Mentamálaráðið
hevur
sett Armgarð Weihe, fulltrúa
á Mentamálaráðnum, sum
virkandi landsbókavørð fram
til 1. januar.
Landsbókavørðurin farin frá