mikudagur 6. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
14
Sosialurin
1. partur
Nógv verður sagt og skrivað
um kristindóm, bíbliuna osf.
í hesum døgum. Fólk hava
meiningar um Gamla Testa
menti, Nýggja Testamenti
og alt møguligt. Í summum
førum sær man, at tað er
ikki veruligt álvara aftanfyri,
men helst bert spott.
Nú er fyrst at siga, at
menniskju, sum ikki eru end
urføtt við Anda Guds, kunnu
ikki skilja tær heilagu skriftir
nar. Eingin skilir tær til fuln
ar, heldur ikki børn Guds.
Nei, sum himmalin er
hægri enn jørðin, eru leiðir
Mínar
hægri
enn
leiðir
tykkara, og hugsanir Mínar
hægri enn hugsanir tykkara!
Es. 55, 9.
Eg havi ongantíð fyrr
hugsað so nógv um hetta
sum nú hetta at Gud hevur
altíð verið, er og fer altíð at
vera.
Áðrenn fjøllini vórðu til,
og Tú skapti jørðina og jarðar
ríki, ja, frá ævunum til ævir
nar ert Tú, Gud! Sálmur 90,2.
Hetta er ófatuligt, hetta er
omanfyri tað, sum vit kunnu
hugsa, og enn minni kunnu
vit skilja hetta.
Er tað ikki tápuligt at vit
diskutera um hesa ómetaligu
veru, hendan stóra Andan,
sum um hann er á jøvnum
føti við okkum. Men aftur til
tað sum eg byrjaði við.
Óiva
eru
tað
mangir
føroyingar, sum ikki kenna
nógv til skriftirnar. Eisini
persónliga trúgvandi menni
skju. Bíblian hevur verið lisin
upp í kirkjunum í fleiri øldir,
men haðani hoyrir man ikki
nógv úr Gamla Testamenti.
Prestarnir prædika út av
frammanundan
útvaldum
tekstum, og hetta er so ár eftir
ár. Men Paulus ápostul sigur,
at øll skriftin er nyttulig til
lærdóm. 2. Timoteusbr. 3,16.
Eisini innan fyri sam
komur í Føroyum kundi
verðið lært meir, enn vit gera,
læran hevur ógvuliga stóran
týdning. Bíblian er ikki bara
ein gomul svørt bók, sum
summi eru farin at kalla
hana, men lærurík og einasta
bók í heiminum, sum gevur
okkum eina vón. Gamla
Testamenti er ein undurfull
bók, full av lærdómi um
Kristus og sera áhugaverd
eisini. Tað var henni Jesus
lærdi úr, tá ið hann aftaná
uppreisnina
fylgdist
við
tveimum lærisveinum til
Emaus, og tað stendur, at
hann lat upp skriftirnar fyri
teimum. Lukas 24.
Tað, sum eg nú fari at
nema eitt sindur við, er
Móselóg. Í øllum hesum
sum skrivað verður, verður
onkuntíð tikið til Móselóg,
sum at allar fyriskipanirnar
har vóru givnar til okkum
øll at halda. Hetta er ikki so.
Móselóg vísir okkum krøv
Guds og serliga tey 10 boðini.
Men allar fyriskipanirnar
í Mósebókunum eru ikki
ætlaðar okkum, sum ikki
eru jødar, tær vóru ætlaðar
ísraelsfólkið og givnar undir
heilt serstøkum umstøðum.
Tað var ein heilt serlig tíð,
tá ið Gud gav ísraelsfólkið
lógina.
Tó dømir lógin okkum øll,
sum Rómbr. sigur:
“– Nú vita vit, at alt, ið
lógin sigur, talar hon til
teirra, sum undir lógini eru,
fyri at hvør muður skal verða
teptur, og allur heimurin
verða sekur fyri Gudi.” 3,19.
Men lógin, sum so, og allar
fyriskipanirnar vóru bara
givnar til ísraelsfólk, sum
longu sagt. Vit síggja hetta
t. d. í Ápostlasøguni, 15. kap.,
tá ið heidningarnir byrjaðu
at koma til trúgv, at tá vóru
tað
summir
jødar,
sum
vildu hava heidningarnar at
umskera seg og halda lógina.
Teir vóru jú ikki umskornir.
0g í Efesusbrævinum sigur
Paulus í 2. kap. soleiðis:
Minnist tí, at tit áður
– tit, sum vóru heidningar í
holdinum og vórðu kallaðir
óumskornir av hini sokallaðu
umskering, sum verður gjørd
í holdinum við hondini –
minnist, at tit ta tíðina stóðu
uttan fyri Kristus, útistongd
frá borgararætti Ísraels og
lyftissáttmálunum fremm
and, uttan vón og uttan Gud
í heiminum! Vers 1112.
Heidningarnir
stóðu
uttanfyri og vóru tískil aldri
bidnir um at halda allar
fyriskipanirnar, sum Ísrael
hevði fingið. So skriftin
vísir týðuliga á, at tað
var jødunum, teimum um
skornu, lógin og allar fyri
skipanirnar vóru givnar og
ikki heidningum. Harafturí
móti
sigur
Ápostlasøgan
14,16, at Gud lat í farnum
tíðum allar heidningarnar
ganga sínar egnu vegir.
Hendan tíðin, tá ið Gud
gav
ísraelsmonnum
allar
tær
mongu
fyriskipanir,
sum okkum kunnu tykjast
løgnar og ringar at skilja, var
ein heilt serlig tíð. Gud vildi
nú koma niður at búgva hjá
fólki sínum, og tí skuldi ein
halgidómur byggjast.
Í 2. Mósebók 25. kapitli
sigur Gud við Móses, at
ísraelsmenn skuldu koma
við gávum, og at teir skuldu
gera ein halgidóm. Vers 8
sigur: Teir skulu gera mær
halgidóm; so skal eg búgva
millum teirra. Í 40. kapitli í
somu bók lesa vit, at arbeiðið
uppá samkomutjaldið var
liðugt:
So reisti hann forgarðin
rundan um tabernaklið og
altarið og hongdi upp for
hangið fyri portur forgarð
sins. – Nú var Móses liðugur
við verkið. Tá legði skýggið
seg niður á samkomutjaldið,
og dýrd HARRANS fylti
tabernaklið; Móses fekk ikki
farið inn í samkomutjaldið,
av tí at skýggið hvíldi á tí,
og dýrd HARRANS fylti
tabernaklið. Men á allari
ferð síni hildu Ísraelsmenn
avstað, táið skýggið lætti
av tabernaklinum; og táið
skýggið ikki lætti, fóru teir
ikki avstað, men bíðaðu
til tann dag, táið tað aftur
lætti. Tí skýggj HARRANS
lá
á
tabernaklinum
um
dagin, og um náttina lýsti
eldur í skýnum fyri eygum
Ísraelsmanna, á allari ferð
teirra. 2. Mós. 40, 3338.
Hetta var stórbær tíð í
søgu ísraelsmanna, men teir
kláraðu ikki at liva upp til
tað høga kall teir stóðu í, og
tað gekk bara niður á bakka,
inntil teir at enda mistu
landið, sum Gud hevði givið
teimum.
Framhald
Kjak
Móselóg, jødar og heidningar
Richard Danielsen
Vit hvílt hava – ligið mentalt í dvala
Nú róp kemur í – alt fer upp at gala
Við runu blaka, og kalla ein spaka fyri ein spaka
Í góðum tíðum – eingin sigur nakað!
Á fremsta beinki Tróndarson og Godtfred sita
Nei, ‘nú teir ikki gita, men vilja vita’.
Um leiðslu og nevndardygdir spyrja
Við børsskráseting, TÁ teir burdu byrja!
Nei, nú er í monnum ryggur,
lættari at sparka til ein ið liggur
Við børsskráseting allir vinklar eiga vendast,
og ikki bert av økonomum, so aðrar síður blendast
Tí nógvir eru vísmenn tá,
sum framtíð, forrætning og vinning sjá
Um kurs, solvens og innara virði,
og partabrøv – ja, upp bara skrivið!
Um leiðslu og nevndir ikki teir hugleiða,
ella starvsfólkadygdir og sjónarring breiða,
Um nevndarlimur er maður hampa
og leiðsluVINAbólkur forrætning til ampa
Um stór nevnd er ein bági,
og passivir limir ein vági
Hvussu kann ein vanligur jassur
íblástur geva –koncern í milliardaklassa?
Eingi krøv til nevndarlimir
“Eg kann sita – líka so væl sum hini”
Ein roynd varð gjørd at minka talið,
niðurstemmað á umsjónarráðsvali
Tað føroyska kenda syndromið,
um útjaðaraleiklut – vit kenslur hava nomið
Tað størri týdning, eisini her hevur fingið,
og síðani dygdir við dunnuhylasjónarringi
Var eldhugi, ágrýtni, eldsál í brúki?,
ella var tað bara at ganga forbí hini, til borðið við dúki
So spyrt tú meg, so skuldi nevndin í ‘sús og dús’,
í hesum føri! ,fyrst verði farin til hús
Ja, fleiri vit hava ‘í tíma sovið’
Miðlar, politikkari og økonomi
Ikki lært ávaringartekin at síggja,
Nú vit bert eyguni gníggja
Min vón um framtíð bjarta,
tí sakin liggur mær nógv á hjarta
Heilsan til teirra farnir av rók tí fremstu,
við samkenslu og ynskjum um framtíð bestu!
Bergun Kass (nevndarlimur 96-04)
Eik harmaljóð