mikudagur 6. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
Sosialurin
Fríggjamorgunin nakað fyri
middag hoyrdist ein øgilig
skotríð úti á havnini, hugdi
út og sá, at sjógvurin út fyri
Dánjaljákupsastíggj
allur
stóð í einum roki. Fyrsti
tankin var, har er omanlop,
men har lá ein bátur beint
útfyri, og so var gitin gáta,
hann skeyt aðru skotríðina.
Tríggir mans, helst við hvør
sínari 5-skots byrsu, í øllum
føri vóru skotini so títt og
nógv, at í hvussu er eini 15
skot vóru í hvørjari ríð. Hvat
er hetta fyri nakað? hugsaði
eg, og skjótt kom tað mær í
hug, at í dag er fyrsti oktobur,
loyvt at skjóta skarv! tað var
tað- teir skutu skarv!
Eg má siga, at eg var skelk-
aður, álvaratos kann skarvur
ella ein hvør annar fuglur,
sum leitar sær higar inn á
havnina, ikki fáa frið????
Mátti so fara at kanna,
um tað var loyvt at skjóta
fugl inni á havnini, men fekk
einki nøktandi svar, so her er
okkurt ógreitt.
Veit ikki hvørja heimild
bygdarráðið hevur, men fari
staðiliga at heita á tær æraðu
frúur og harrar, sum har sita,
at bera so í bandi, at slíkt
barbarí ikki endurtekur seg.
Hesin báturin lá so og sigldi
millum Dánjaljákupsastíggj
og Egilsnes, ein teinur upp
a einar 4-500 metrar, í einar
tríggjar fýra tímar, og skotini
dundu títt og ofta tveir teir
fyrstu tímarnar, men so
hæsaði spakuliga av, sum
rímuligt er, tí nú høvdu teir
púrgjørt hvørt einasta nev,
sum har sat. Eru teir glaðir?
erpnir? Munu teir halda seg
hava gjørt eitt bragd? Hava
teir bjargað nøkrum frá at
doyggja í hungri?
Eg haldi slíkt er barbarí út
um øll mørk! Allur sjófuglur,
sum leitar sær inn á eina
og hvørja havn, vík, vág ella
fjørð, har fólk býr við, skal
fáa frið, tað skuldi ikki verið
neyðugt at heitt á fólk um
slíkt, tað mátti verið hvørjum
sámuliga
siviliseraðum
persóni greitt og sjálvsagt.
Hetta skal ikki skiljast,
sum at eg eri ímóti at land-
sins tilfeingi verður troytt,
sjálvandi skulu vit nýta tað
tilfeingið, sum hetta landið
kann veita okkum, hvat
skulu vit annars vera her
til? At eta pitsu og lasagnu
og blaka vembur og annað
gott av seyði burtur, er í
mínum huga nær um sama
barbaríið, sum fyrrnevnda
skarvamorð, men vit mugu
læra okkum, at fuglur og
annað livandi ikki bara skal
drepast, okkurt stað má
vera har hesi ólukkudýrini
fáa frið, t.d. tey fyrr nevndu
støðini. Eisini áttu vit at
havt eina siviliseraða støðu
til skotváp og veiðu, so ikki
hvør d..... h..... bara hann er
fyltur 18 ár, kann fara út at
veiða við byrsu og myrða
frá hond, so einki er eftir til
komandi ættrarlið.
Er nóg mikið av skarvi
ella øðrum fugli til, so haldi
eg tað vera í lagi at veiða sær
eitt kók ella tvey, men álvara
tos, tríggir mans við hvør
sínari “pump-gun” myrða
frá hond inni á havnini
her?????,
hugsið
tykkum
til, um nú hvør maður, sum
átti bát og byrsu, gjørdi tað
sama, so lógu einir hundrað
bátar og kanska 300 byrsur
og plaffaðu í allar ættir, og
tað var ikki ein einast fuglur
eftir á lívi.
Eru vit nú so nógv ríkari
og glaðari, nú hvørt skarvs-
bein, sum her inni sást fyri
middag fríggjadagin antin
er myrt ella jagstrað burtur
hiðani?????
Kjak
Bjarki Skúvadal
Skarvahópmorð inni á Vestmanna
Eg havi áður verið sera
atfinningarsamur móti Fugla-
fjarðar býráð - serstakliga
havi eg funnist at eldrapoli-
tikkinum og skúlapolitikki-
num. Eg má tiverri halda
áfram, tí vitloysið í Fuglafjarð-
ar kommunu er so vilt, at orð
næstan ikki eru fyri tí.
Tað kann væl verða, at
eg eri eitt frábrygdi sum
fuglfirðingur, tí fuglfirðingar
annars eru vanliga fittir,
nikka og góðtaka alt, men eg
dugi ikki at láta sum einki.
Atfinningarnar
verða
ikki gjørdar fyri at verða
negativur, men eru ein erlig
knokkroyting av almennum
persónum, fyri at teir kunnu
taka tað arbeiðið teimum er
latið upp í hendur við størri
ábyrgdarkenslu, og verða
greiðir yvir, at óregluligar
avgerðir verða revsaðar.
Eg sat sjálvur í býráðnum
í 8 ár, og setti mær sum
høvuðsmál at fáa lagt til
rættis eina langtíðarætlan
fyri Eldraøkið og Skúlan. Ta
søguna havi eg fyrr umrøtt,
so eg skal lata vera at endur-
taka meg sjálvan.
Eg hevði ikki meira enn
latið hurðina aftur eftir mær,
fyrr enn langtíðarætlanin
fyri skúlan varð skrottað
til fyrimuns fyri eini “Fata-
morganaætlan”sum
liggur
einastaðni langt frammi í
framtíðini, helst er rætta
heitið “UDE I DET BLÅ”.
Ikki tí, ein vælmannað
nevnd er sett til at arbeiða
í einum tómrúmi sum ikki
er okkum ókunnugt. 30 ára
dreymurin er framvegis bert
ein dreymur, og barnaskúlin
heldur tískil fram í skammi-
ligum hølisviðurskiftum.
Tað eina skattaprosentið,
sum avsetast skuldi til Ellis-
heim varð broytt til at brúk-
ast til dagligan rakstur. Flestu
av sitandi politikarunum eru
tískil sannir orðloysingar
Soleiðis
er
politikkur
tíverri oftani. Brotin lyftir
og tóm orð.
MEN!!!!!
Tá eg hoyrdi, at peningurin
(7 milliónir krónur), sum
settar vóru av til Ellisheim
varð tikin av kontoini, tá bar
ikki til at verða fittur longur,
eg fannst tí at avgerðini.
Um peningur skal takast
av konto, sum settur er av
til ávíst endamál, so skal
tað góðtakast á tveimum
býráðsfundum. Í hesum føri
hevði tað yvirhøvur ikki verið
fyri á nøkrum býráðsfundi,
og tískil varð kontoin tømd í
heimildarloysi.
Á
góðum
føroyskum
“PENINGURIN
VARÐ
STOLIN” av kontoini.
Orðini eru hørð – og kunnu
eisini gera, at eg verið stevndur
fyri tey. Tað eri eg ikki bangin
fyri – Eg skal eisini møta, og
tala mína søk, um so verður.
Men krimiin er ikki av enn.
Sum árið gekk, fór ringa
samvitskan at níva politikarar
og fyrisiting. Í desember mánaði
verður tí innkallað til fund.
Punkt á skránni er: At
gjalda innaftur STOLNA pen-
ingin, men andstøðan saman
við Kristinu Toftegaard segði
nei til at rætta feilin.
Varð tað ikki Kvinnuflokk-
urin, sum vildi arbeiða fyri
teimum bleytu virðunum???
At stjala peningin sum
avsettur varð til Ellisheim og
brúka hann til gjald av kostnað-
armiklum luftkastellum. Er tað
at verja tey bleytu virðini???
Mín persónliga meining er:
At øll andstøðan saman
við
Kristina
Toftegaard
fáa møguleikan at ganga
barnaskúlan umaftur. Tey
eru so avgjørt ikki búgvin til
at taka avgerð fyri onnur.
Roknskapurin
verður
undrunarvert á býráðsfundi
góðtikin, uttan so frægt sum
eina atfinning frá nøkrum
býráðslimi. Andstøðan sat
so smoykin, sum bukaðir
hundar, og tordu ikki at lata
munnin upp. Ein einkisigandi
grannskoðaraviðmerking,
setti heldur eingi krøv.
Heimildarloysi er fram
vegis heimildarleyst
Ein
HOUSA
fundur
í
desembur kann á ongan hátt
rætvísgera lógarbrotið.
(Tveir býráðsfundir skulu
til fyri, at geva loyvi til at
tøma kontoina.) Um rætt skal
verða atborið er bert eitt at
gera, og tað er at gjalda pen-
ingin innaftur uttan nakra
fundarviðtøku yvirhøvur.
Tað undrar meg eisini, at
roknskapurin kann verða
góðtikin á so skeivum grund-
arlagi. Uttan nakrar treytir
til at gjalda innaftur.
Veruleikin er, at býráðið,
sum sitið hevur seinastu 8 árini,
hevur koyrt Fuglafjarðar komm-
unu fullkomuliga á reyvina.
Fyri 8 árum síðani stóð
fíggjarliga væl til. Síðani tá
hevur kommunan, sum ongan-
tíð áður, selt fleiri av ognum
sínum. Talan er um nógvar
milliónir, og peningurin er
brúktur til dagligan rakstur.
Tíbetur vóru teir steðg-
aðir, táið teir ætlaðu at forera
frystitunnlarnar
niður
í
egnar lummar.
Kommunala lánsheimild-
in hevur nátt loftinum, men
ikki nokk við tí. 7 milliónir
eru í heimildarloysi tiknar av
Ellisheimskontoini, og sum
rosinan í pylsuendanum so
ljóðar, at kommunan hevur
ein kassakreditt upp á aðrar
7 milliónir. – Leggið tykkum
í geyma, her er talan um ein
kostnaðarmiklan kassakreditt
og ikki eitt vanligt lán.
JÚ víst – her er talan um
galloperandi vitloysi.
Men gerið tykkum greitt.
Tað er ikki bert tann eini per-
sónurin sum hevur ábyrgdina.
Øll 9 eru samsek.
NB:
Fíggjarætlanin fyri 2011 skal
nú
viðgerast.
Spennandi
verður at síggja um and-
støðan saman við Kristinu
og einum øðrum ábyrgdar-
fullum býráðslimi hava rygg
til at rinda peningin innaftur
á kontoina – og lata hann fáa
frið til at verða standandi
til avsetta endamálið (ella
líknandi endamál).
Leggið tykkum í geyma,
at stuldurin av ellisheims-
kontoini enn hongur um
herðar tykkara. Eitt lógarbrot
kann
ikki
blástemplast
á einum HOUSA fundi í
desember mánaði – enn
minni í einum ársroknskapi.
(At fylla á aftur kontoina,
fyri síðani við 2 lógligum
býráðsfundum at tøma hana
aftur - ella - at framskriva
ábyrgdina á ryggin á einum
komandi
býráði
er
ein
luskutur politikkur.)
Fuglafjarðar býráð arbeiðir í heimildarloysi
Jóhan Heri Joensen