mikudagur 6. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
12
Sosialurin
Kjak
“Samgongan raðfestir ikki
útbúgving”,
sigur
tann
nýsligni floksformaðurin í
Sjálvstýrisflokkinum í stutta
dómi sínum yvir løgtings
fíggjarlógaruppskotið 2011.
Man má siga, at nýggi
formaðurin var skjótur at
læra tann vanliga politiska
andstøðuretorikkin at: “Alt
sum samgongan ger, er skeivt
– og serliga skeivt er tað, sum
samgongan ger rætt “.
Lat
meg
sláa
tað
rimmarfast. Útbúgving er
eitt av teimum heilt fáu
økjunum, sum samgongan
veruliga
hevur
raðfest
á
fíggjarlógini
fyri
2011.
Útbúgving
og
gransking
er raðfest við góðum 40
milliónum kr. í 2011. Størstu
hækkingarnar vóru til:
Lestrarstuðul 12,9
Miðnáms- og yrkisútbúgvingar 12,5
Fróðskaparsetrið 2,2
Fólkaskúla- og sernámsøkið 3,8
ES-granskingarsamstarvið FP7 8,5
Tað eru á heysti 2010 og á
vári 2011 umleið 500 fleiri ung
undir útbúgving, samanborið
við talið av lesandi fyri
summarfrítíðina í ár. Tað átti
at verið ársins sólskinssøga.
Vit hava í ár tikið lesandi
inn á allar megindeildir
á
Fróðskaparsetrinum
– eg endurtaki, á allar megin
deildir, og eisini øll skikkað
sluppu inn at lesa til lærara
og pedagog. Sambært upp
gerð frá Setrinum pr. 1.
september 2010 sluppu 68
inn til lærara og pedagog,
á
Sjúkrarøktarfrøðiskúlan
sluppu 22 inn, á Søgu og
Samfelagsdeildina
48,
á
Náttúruvísindadeildina 68,
og á Føroyamálsdeildina 19.
So tann akademiska og
arroganta útsøgnin hjá Kára
á Rógvu um, at nú mugu
tey, sum ynskja sær eina
útbúgving, bíða til onkur
annar hevur gjørt seg lidnan,
er so burturvið, at eg øtist.
Gamaní
vóru
tað
nøkur, sum søktu, og sum
ikki sluppu inn, m.a. tí at
tað ikki ber til at hava fleiri
enn 22 sjúkrarøktarlesandi
í senn, og nøkur luku ikki
upptøkutreytirnar. Allir
hægri
lærustovnar
hava
upptøkutreytir, og tað er
neyðugt
fyri
trúvirðið
í
útbúgvingarskipanini.
Undir
fíggarlógarvið
gerðini varð semja um at
fremja sparingar, so at hallið
á fíggjarlógini kann minka,
og álagt varð Mentamála
ráðnum at finna sparingar
uppá 14,1 mió.kr.
Eftir
summarfrítíðina
varð greitt, at næmingatalið á
vinnu og miðnámsskúlunum
og á Fróðskaparsetrinum
varð uppaftur størri, enn
vit høvdu væntað, tá ið
játtanarkarmarnir
vóru
samtyktir í vár.
Tí varð neyðugt at spara
væl meira enn tær 14 milliónir
í 2011, serliga vegna øktan
lestrarstuðul. Men heldur
ikki hetta eyka spariumfarið
hevur skert útbúgvingar
møgleikarnar. Í samráð við
vinnu og miðnámsskúlarnar
verða
framdar
nakrar
rationaliseringar.Ein
lítil
skerjing í lestrarstuðlinum
hjá heimabúgvandi miðnáms
kúlanæmingum,
umframt
aðrar smærri avmarkingar
í lestrarstuðlinum, er skotin
upp – tað er alt.
40 mió.kr. aftrat til útbúgv
ing og gransking í eini tíð,
har hallið á fíggjarlógini
framhaldandi er omanfyri
hálva milliard krónir, er
sanniliga ein raðfesting, sum
vit kunnu vera errin av.
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
»Jú, samgongan raðfestir sanniliga útbúgving«
Í morgun frættist, at Eiler Jacobsen er deyður,
80 ára gamal. Skjótt er Harranum um. Tann
30. juli fylti hann 80 ár. Tá vóru Eiler og
Beinta í Spanien. Í seinastu viku frættist, at
Eiler skuldi leggjast undir skurð fyrst í hesi
vikuni. Útlitini vóru ikki søgd at vera ring.
Men soleiðis skuldi ikki verða, og nú er hann
farin í Harrans hendur.
Men eftir er minnið um ein kappa í
føroyska samfelagnum. Tað varð skrivað um
hansara søgu í samband við føðingardagin,
og skal hon sum so ikki endurtakast.
Men Eiler var eitt rætt barn av føroysku
lagnusøguni. Hann misti pápan 2 ára gamal
við “Immanuel” í 1932.
Mamman, Helena, giftist aftur til
Skálavíkar, og harvið gjørdist Eiler skál
víkingur. Hann byrjaðu sum fiskimaður,
seinni gjørdist hann skipari. Aftur seinni
gjørdist hann “sildakongur” bæði sum skipari
og reiðari. Hann legði grundarlagið fyri, at
uppisjóvarflotin gjørdist eitt satt gullnám
bæði fyri reiðarar og fiskimenn. Hesin flotin
er í dag ein av súlunum undir føroyska
samfelagnum.
Eiler giftist við Beintu, dóttir Hjørdis og
Petur Háberg. Tey fingu fýra børn, Sámal,
Hjørdis, Petur og Eiler.
Sjálvur kom eg tíðliga at kenna Eiler.
Vit bæði Beinta eru systkinabørn, og eg var
enntá í brúdleypi hjá teimum í 1962.
Eiler gjørdist altíð tann sami, fiskimaðurin
úr Skálavík, hóast hann kom á fremstu rók
í føroyska samfelagnum og gjørdist gitin í
altjóða fiskivinnuumhvørvi.
Hann hugsaði um fiskimenninar og
teirra viðurskift. Hetta gjørdi hanni eisini,
tá ið skipini hjá honum vórðu bygd. Hansara
fyrsta skip “Ísborg” var sera væl útgjørt í
so máta. Tá hann helt tað vera uppá tíðina
at selja “Krúnborg” bar hann so í bandi,
at manningin kundi fylgja við skipinum
til nýggju eigararnar. Tað var ikki nøkur
sjálvfylgja.
Eitt sum hevur eyðkent Eiler saman við
Beintu er, at tey hava verið so familjukær. Tey
hava altíð víst umsorgan fyri sínum, eisini so
langt burtur sum systkinabørnum og teirra.
Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu
góður Eiler var við vermammuna Hjørdis.
Tey klemmaðust hvørja ferð tey sóust!
Kanska hevur Eiler ikki verið so væl fyri
seinastu árini, gongulagið hevur ikki verið
tað besta. Men fyri tað fór Eiler allastaðni.
Her kundi hann ikki fingið eina betri konu
enn Beintu, sum altíð var til staðar at stuðla.
Men tað vóru eisini onnur, sum vóru góð við
Eiler, og sum vildu geva honum eina hond, tá
brúk var fyri tí. Hetta var Eiler eisini altíð so
takksamur fyri.
Eiler var ikki smáligur. Hann fór spakuliga
um hurðarnar, men tað er vist rættuliga
fitt, sum hann hevur leskað endamálum av
ymiskum slag, sum hann hevði áhuga fyri.
Tað mest sjónliga er tann bygningur, sum
nú er við at verða bygdur í Skálavík.
Eitt er vist, at Eiler hevur sett varðar eftir
seg í føroyska samfelagnum, sum koma at
standa leingi.
Vit onnur koma at minnast hann við
takksemi.
ó.
Eiler Jacobsen farin