Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í kjaki á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum segði Pól Huus Sólstein, stjóri í Atlantic Pelagic, at karmarnir um føroyska fiskivinnu eru so ótryggir, at neyðugt er at hava fartelefonnummarið hjá lands stýrismanninum í fiski vinnumálum, Jacobi Vestergaard, um tú sum vinnu lívs maður skalt kenna teg so nøkulunda inni í hitanum, sum hann tók til. – Nú veit eg ikki, hvat Pól Huus Sólstein hugsar um, og eg haldi, at hann átti at greinað hesi úttalilsi nærri, tá hann førir tey fram. Eg kenni einki til, at neyðugt er hjá vinnuni at kenna mítt far telefon nummar fyri, at hon kann kenna seg inni í hit anum, sigur Jacob Vester­ gaard. »Eg svari...« – Eg svari, tá fólk ringja, og eg tosi við tey, sum ringja til mín. Sum landsstýrismaður eigur tú ikki at búra teg inni á eini skrivstovu. Umráðandi er at hava innlit í, hvat rørir seg í fiskivinnuni, og eg havi tí sjálvsagt áhuga í tí, sum vinnan hevur at føra fram. Hinvegin leggi eg stóran dent á, at øll, sum seta seg í samband við meg, vera við­ farin eins. Jacob Vestergaard ásann­ ar, at hann hevur góð sam­ bond við ymiskar yrkisbólkar innan okkara fiskivinnu. – Eg spyrji, og eg samskifti, og eg haldi, at hetta er ógv­ uliga umráðandi fyri meg, sum siti við ábyrgdini av hes um øki, ið hevur so stóran sam felagsligan týdning. Landsstýrismaðurin held­ ur tó ikki, at tað eru so mong, sum ringja til hansara, at hetta er nakar trupulleiki. – Og eg kann vissa Pól Huus Sólstein um, at tað av­ gjørt ikki er soleiðis, at tey, sum ringja mest, eisini fáa mest burtur úr, um tað er tað, hann hugsar um, sigur Jacob Vestergaard. Telefonnummarið Vit spurdu til stuttleikar lands stýrismannin, um hann hev ur nakað ímóti, at vit prenta fartelefonnummarið hjá hon um í Sosialinum, og tað hevur hann ikki. – Eg havi áhuga í øllum, sum fellir innanfyri mítt máls øki, og eg eri opin fyri sam skifti, um vinnan – ella part ar av henni – hava íkast til mál og viðurskifti, sum eru uppi, sigur Jacob Vester­ gaard. Fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum, sum vit ringdu til í morgun, er 211301. vilmund@sosialurin.fo – Svari tá fólk ringja Jacob Vestergaard: TELEFONIN Jacob Vestergaard heldur tað vera sera umráðandi, at hann sum landsstýrismaður ikki búrar seg inni á eini skrivstovu, men hevur innlit í, hvat rørir seg í fiskivinnuni. – Men eg leggi stóran dent á, at øll fáa somu viðferð, sigur hann Eg eri opin fyri samskifti, um vinnan – ella partar av henni – hava eitt hvørt íkast JACOB VESTERGAARD Sum landsstýrismaður á so týðandi øki, sum fiskivinnan er, heldur Jacob Vestergaard, at hann ikki eigur at búra seg inni á eini skrivstovu – og ikki lurta eftir, hvat vinna og yrkisfeløg hava at siga MAKRELUR Hin 12. oktober verða samráðingar í London millum strandalondini um býtið av makrelkvotuni fyri 2011 og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, væntar ikki, at eginkvotan hjá Føroyum í ár fer at fáa nakrar avleiðingar fyri samstarvið millum Føroyar, Noreg og ES Vilmund Jacobsen Tá strandalondini, sum varða av makrelinum í okkara parti av Atlantshavinum, fara at sessast aftur við samráðingarborðið í London hin 12. oktober, sum er í næstu viku, verður Ísland við sum strandaland. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður, væntar ikki, at hetta verða lættar sam­ ráðingar. – Tað er ilt at spáa um gongdina frammanundan, men í øllum førum kunnu vit rokna við, at hetta verða truplar samráðingar. Fæst ein avtala fyri 2011 í lag, kemur Ísland væl saktans við sum strandaland. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at tveir dagar eru sett ir av til hendan samráð ingar­ fundin. – Eg vænti ikki, at egin­ kvotan hjá Føroyum í ár fer at fáa nakrar avleiðingar fyri samstarvið millum Før oyar, Noreg og ES, sigur Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo Makrelurin ongar avleiðingar