Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Bilar Tað eru nógvar orsøkir, til at ein bilførari kann missa koyrikortið. Ein teirra er, at bilførarin ikki hevur nóg góða sjón. Soleiðis var eisini hjá tí nú 94 ára gamla Jógvani Gerðalíð úr Klaks vík. Hann misti koyrikortið, men fekk tað kortini aftur stutt eftir. Tá hann fekk tað aftur, gekk hann at byrja við stillisliga við góðu boðunum. Tey nærmastu vistu nevniliga einki um tað. Men tíðspunktið kundi ikki verið betri: – Hetta var beint áðrenn vit skuldu fara til Samfelagsmøti í Vági. Og eg ætlaði mær tí sjálvur at fara hagar við bili, greiðir hann frá. Hann hevur verið ein virkin stríðsmaður innan Brøðrasamkomurnar í Før­ oyum, og er tað enn. Áðrenn leiðin varð løgd til Vágs, fór Jógvan sær beinanvegin ein biltúr runt í Klaksvík. Hann var ikki meiri enn innkomin av sínum fyrsta túri, fyrrenn fyrsta reaksjónin kom: – Nú kemur svigarsonurin dundrandi inn og spyr um tað virki liga var eg, sum hevði koyrt við bilinum í býnum. Hann spurdi meg eisini, um alt var í lagi við mær, ­ ja, um eg var í ordan at koyra soleiðis uttan koyrikort. – Eg spældi eitt sindur uppá hetta, og spurdi hann, nær man visti tað, – altso um man var í ordan ella ikki. Hann spurdi so, um eg visti, at man hevði ikki loyvi at koyra bil uttan koyrikort. – Tá kundi eg brosandi svara hon um, at eg var altso ikki vanur at koyra bil uttan koyrikort. Og soleiðis kom sannleikin fram, og alt endaði í einum látri, greiðir Jógvan Gerðalíð frá. snorri@sosialurin.fo Framhald á næstu síðu Koyrir TÚ uttan koyrikort? KOYRIGLEÐI - Mær dámar væl at koyra bil. Eg var tí sera glaður, tá eg fekk koyrikortið aftur, sigur 94 ára gamli, Jógvan Gerðalíð í Klaksvík Mynd: Jens Kristian Vang