Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 24 Sosialurin Bilar Snorri Brend Klaksvík: – Ja, hetta var ikki serliga hugaligt, skal eg siga tær. Eg sum var vanur at koyra bæði persónbil og brøyt, kundi nú ikki koyra longur, orsakað av sjónini, greiðir Jógvan frá. Hóast Jógvan ikki fekk koyrt bil longur, hevði hesin bil-glaði maðurin brúk fyri flutningi. Nakað frammanundan var kon- an, Astrid farin á røktarheimið í Klaksvík, og sum tann góði hús- bóndin hann er, ynskti hann at kunna vitja hjúnafelaga sín hvønn dag. Um somu tíð vóru beinini so líðandi farin at svíkja. Og skuldi hann tí ferðast fram og aftur til røktarheimið, mátti eitthvørt flutn- ingstól fáast til vega. – Eg var hjá læknanum og segði honum, at eg ikki skilti hví eg ikki orkaði so væl at ganga longur. Og veitst tú hvat hann svaraði? Jú, hann svaraði mær aftur, at tað skilti hann heldur ikki, sigur Jógvan Gerðalíð og brestur út í ein rungandi látur. Umvegis Nærverkið eydnaðist honum at fáa fatur á einum 3-hjól- aðum prutli, sum hevur verið honum til stóra hjálp, tá vitjast skuldi ella onnur ørindi gerast í býnum. – Fyrimunurin við eini slíkari súkklu er kortini tann, at tað er lættari at finna eitt pláss at seta hana frá sær, enn ein bil. Og so er vandin fyri at fáa eina parkeringsbót eisini minni. Hóast hann fekk koyrikortið til bil aftur, hevur hann framvegis ta 3-hjólaðu. – Tey bóðu meg bara behalda hana, sigur hann við einum brosi. Koyrdi áðrenn Hevði tað verið í 2010, var neyvan nakar ivi um, at Jógvan hevði staðið við koyrikortinum í hondinum, sama dag sum hann fylti 18. Í 1937 var støðan tó øðrvísi, tá tann 21 ára gamli unglingin umsíðir fekk sítt koyrikort, eftir at hava verið fýra ár á skúla og í arbeiði í Danmark. – Men skal eg vera heilt erligur, so hevði eg altso koyrt bil áðrenn eg fekk koyrikortið, sigur Jógvan við einum brosi. – Vit høvdu bil heima við hús, og eg koyrdi eisini bil í sambandi við arbeiðið mítt á bóndagarðinum í Danmark. Støðan var nevniliga hon, at Jógvan sum unglingi fór til Dan- markar at ganga bæði á eini roynd- arstøð innan landbúnað, eins og hann starvaðist sum húskallur á einum bóndagarði. – Eg fór til Danmarkar 7. august í 1933 og kom aftur fýra ár seinni, hin 1. august 1937. Tað var bara eitt minus, og tað var tað, at eg hevði ikki ráð til at koma heim. – So eg var faktist í Danmark øll hesi fýra árini. Men líka veit eg. Hetta vóru í øllum førum sera góð og gevandi ár, minnist Jógvan aftur á. Tá Jógvan kom heimaftur fyri 73 árum síðani, var tíðin búgvin til at taka tað nógv “eftirtraktaða” koyrikortið. Spurningar Trupulleikin hjá Jógvani og øllum hinum norðoyingum var, at eingin koyrilærari var í Klaksvík um hetta mundið. Jógvan hevði áður koyrt eitt sindur við bili hjá pápabeiggja sín- um, sum hevði bil. Men nú skuldi koyrikortið fáast í hús. Og her var ikki annað at gera, enn at fara til Havnar at fáa hetta greitt úr hondum. – Ja, her var einki annað at gera hjá mær, greiðir Jógvan frá. Sovítt hann minnist fekk hann onkra bók at lesa í áðrenn. Koyrilærari tá var danin Fjer- bæk-Pedersen, og tað var hann sum man tók koyrikortið hjá tá í tíðini. Sovítt Jógvan minnist, átti hann ikki bil sjálvur, men lænti ein hjá Frits í Króki (Christiansen), ella Frits klokkarin, nevndur. Tá var eingin skipað frálæra í teori, men ein settist í bilin, har so lærarin setti næminginum nakrar spurningar um ferðslu, bremsi- longdir og tílíkt. Jógvan minnist serliga ein av spurningunum: “Hvussu nógv slør kann vera í ratt- inum?”. – Eg visti tað ikki rættiliga, so eg svaraði bara eftir bestu sannføring. Men tað vísti seg, at svarið hjá mær var langt, langt við síðuna av. Fekk koyrikortið aft KOYRIKORT – Tað er ótrúligt, hvussu skjótt alt kann broytast: Í fjør misti eg loyvi at koyra bil, tí eg kláraði ikki synsprøvan. Men eftir at eg fekk eina nýggja linsu í eygað, kláraði eg prøvan og kundi aftur koyra bil, sigur 94 ára gamli klaksvíkingurin, Jógvan Gerðalíð. – Hóast mín høga aldur, kom hetta við koyringini beinanvegin aftur. Tað er vist tað sama sum við svimjing og súkkling. Hevur man fyrstu dugað tað einaferð, so dugir man tað eisini nógv ár aftaná Tryggur Hóast Jógvan er gamal í garði, bæði í aldri og sum bilførari, metir hann seg kortini at vera tryggur í ferðsluni, hóast hann ikki er 22 ár longur. At ferðslan er nógv økt, fær ikki Jógvan at falla í fátt. Tvørturímóti. – Ja, er onkur sum hevur sagt tað við meg. Men nettupp tað, at tað er nógv ferðsla, er til fyrimuns fyri meg. Tá tað er nógv ferðsla, ja, so hyggur man bara nógv betri eftir! Eg minnist tá, at Fjerbæk- Pedersen í spølni bað meg bara koyra á hesar gomlu menninar. Eg undraðist á hetta og spurdi hann, um hann veru liga meinti tað, – altso um eg fekk koyri kortið, um eg koyrdi á teir