Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Bilar tur sum 93 ára gamal – Tja, líka veit eg. Eg fekk so koyrikortið tá. Og nú eru so liðin 73 ár síðani, sigur Jógvan við einum brosi. Størri bilar Í dag er støðan hjá mongum 18 ára gomlum, at tey síggja fram til dagin, tá teori og koyring eru fingin frá hondini. Hetta sama gjørdi seg eisini galdandi hjá Jógvani. Hann kom aftur úr Danmark í august mánaði 1937, og fekk sær skjótt koyrikortið. Beint eftir doyði pápabeiggi hansara, Richard, sum hevði sum uppgávu at koyra eitt slag av ambulansu-bili. Hetta innibar millum annað, at hann koyrdi læknan Kofoed síni ørindi. Nú stóð hann uttan bilførara, og tá spurdi einkjan eftir læknan, um Jógvan kundi átaka sær hesa uppgávuna. – So tú skilir, at her ráddi bara um at fáa sær hetta koyrikortið sum skjótast. Ikki minst tí, at vit sjálvi høvdu ein lastbil, sum hevði nógv at koyra, greiðir Jógvan frá. Sjálvur ætlaði hann at kasta seg yvir landbúnaðin, sum hann tekur til. Men um hetta mundið varð nógv bygt og útstykkjað í Klaksvík, so tíðin at brúka útbúgving sína burturav varð vist heldur av- markað. – Eg sá, at her var nóg mikið at gera við bilum og maskinum, so her var ikki annað at gera, enn at fara til verka fyri meg sjálvan í egnari fyritøku, greiðir Jógvan frá. Mín Avensis So líðandi kom ein maskinan fyri og onnur eftir. Ella sum hann tekur til: – Her bleiv so nógv arbeiði, at tað nyttaði einki at fara til arbeiðis við “hakke og skovl”. Her máttu størri tól til. Seinni stovnaðu hann og Dávur Jacobsen í Søldarfirði fyritøkuna Bergmál, sum millum annað luttók í arbeiðinum at gera vegin norður til Viðareiðis. Hetta gjørdi uttan iva sítt til, at fyritøkan bæði var við í arbeiðinum at gera tær báðar byrgingarnar í Norðoyggjum - í fyrsta lagi hana um Hvannasund, og síðani hana um Haraldssund. Hjá Jógvani byrjaði tað við ein um persónbili, síðani lastbili, gummi ged, brøyt og øðrum sum hoyrir við til entreprenør-virk semi. Men nú er alt broytt: – Í dag er tað bara mín Toyota Avensis og onkutíð tað 3-hjólaða prutlið. Eg komi í øllum førum fram, har eg ætli mær, sigur Jógvan við einum brosi. snorri@sosialurin.fo – Renn bara á menninar Tá Jógvan Gerðalíð fyri júst 73 árum síðani tók koyrikortið, var tað gjørt munandi øðrvísi enn í dag. Undirvísingin í teori var lítil og eingin, bert nakrir spurningar, meðan royndarkort varð. Serliga tann eina tíman minni Jógvan sera væl. – Vit komu koyrandi niðan ímóti Vaglinum, har nógvir av teimum gomlu monnunum ikki vóru so vanir við bilar og bilferðslu. So teir fluttu seg ikki frívilliga av vegnum fyri einum bili. – Eg minnist tá, at Fjerbæk-Pedersen í spølni bað meg bara koyra á hesar gomlu menninar. Eg undraðist á hetta og spurdi hann, um hann veruliga meinti tað, – altso um eg fekk koyrikortið, um eg koyrdi á teir?, greiðir Jógvan brosandi frá. Hann rendi sum vera man ikki á teir, men fekk kortini koyrikortið! Men skal eg vera heilt erligur, so hevði eg altso koyrt bil áðrenn eg fekk koyrikortið Nú kemur svigarsonurin dundrandi inn og spyr um tað virkiliga var eg, sum hevði koyrt við bilinum í býnum. Hann spurdi meg eisini, um alt var í lagi við mær, – ja, um eg var í ordan at koyra soleiðis uttan koyrikortið MISTI KORTIÐ – Eg kláraði ikki synsprøvan, og kundi tí ikki koyra bil longur. Men takkað verið eini einstakari skurðviðgerð, har teir skiftu linsuna út, fekk eg bæði synsprøva og koyrikortið aftur, sigur Jógvan Gerðalíð, sum tíðum koyrir eftir Oyravegnum í Klaksvík, at hyggja eftir seyði Mynd: Jens Kristian Vang