Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 26 Sosialurin Bilar Bilverkstaður Lýsingartilfar Flottur og framkomin bilverkstaður á Lambareiði BilfyritøkaN P/f BBr Service á laMBareiði er eiN NútíMaNS BilverkStaður í eiNuM StáSiliguM NýggjuM virkiSBygNiNgiNi við allari útgerð til MekaNiSkar uMvæliNgar Magnus Gunnarsson BBR Service er ein verkstaður, sum hevur spesialiserað seg í mekaniskum umvælingum av øllum bilum við nýggjari og framkomnari útgerð. Tað var í 2007 at BBR Service flutti úr Runavík til nýggja virkisbygningin á Lamba reiði, sum stendur á einum 3.000 fermetra stórum grundøki. Gólvvíddin á sjálvum bygn inginum er 500 fermetar, umframt eitt loft sum er umleið 100 fermetrar. Virksemið hjá fyritøkuni umfatar í høvuðsheitum bila umvælingar og leigubilar. Fyritøkan hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerð til umvæling av bilum sum t.d. Bosch motortestarar til øll bil merkir, bremsutestara, bluetooth sporitól og maskin ur til dekkskift og avbalansering. Starvs fólkini verða javnan dagførd við tí nýggjasta, sum kemur fram innan elektronik- og motortøkni og øllum tí nýggjasta sum kemur fram av útgerð til bilar. Verkstaðurin hjá BBR Service er góð kendur av Akstovuni til at umvæla og um sýna bilar. BBR Service hevur eina vælvirkandi one-line skipan til eykalutir í tøttum samstarvi við leverandørarnar. Eykalutirnir verða bílagdir og leveraðir beinanvegin. Fyritøkan hev ur eisini dekk til allar bilar. BBR Service er eisini ein stór leigu bila fyritøka við bæði persónbilum og vøru vognum. Vit leggja stóran dent á at veita eina sera góða tænastu til viðskiftafólk okkara. Ein slíkur bilverkstaður krevur nógv, serliga á tí tøkniliga økinum og eisini halda vit verk staðin reinan og kundavinarligan. BBR Ser vice liggur sentralt í Eysturoynni. Vit hava kundar úr allari oynni og aðrastaðni frá við sigur Bogi Rasmussen, stjóri í BBR Service. maggi@sosialurin.fo Sporing teldutest Starvsfólkini hjá BBR Service f.v.: Jónsvein Olsen, bilsmiður, Djóni Højgaard, bilsmiður, Andras Olsen, verkførari, Bogi Rasmussen, stjóri, og Dejan Elek, lærlingur. Fróði Lamhauge, lærlingur, vantar á myndini Myndir: Jens Kristian Vang