mikudagur 6. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
28
Sosialurin
Bilar
Snorri Brend
Klaksvík: Teir ídnu lærlingarnir
inni í verkstaðnum hava allir úr
at gera henda mikudagin í farnu
viku.
Onkrir bilar standa á gólvinum,
har teir standa við høvdinum niðri í
motorrúminum fyri at umvæla tað,
sum bilar í bilinum.
Við ein annan bil stendur Wern
er. Í hansara føri er bilurin lyftur
upp, soleiðis at hann so lætt sum til
ber sleppur framat at loysa dagsins
uppgávu.
– Hetta dámar mær sera væl,
sigur ungi maðurin av Skála fjørð
inum, sum koyrir fram og aftur
hvønn einasta dag.
Og hann leggur aftrat: Nú eri eg
akkurát byrjaður at læra her. Men
enn veit eg ikki, hvat eg fari at gera,
tá lærutíðin er liðug um trý og eitt
hálvt ár.
Fyribils er líkt til, at honum dám
ar væl at arbeiða her hjá Toyota í
Klaksvík.
Her sleppur hann í øllum førum
at royna seg í øllum tí sum hevur
við nærum allar bilar at gera.
Dreingjadreymur
Hjá nógvum dreingjum er alt tað
sum hevur við bilar og skrúvur at
gera, vanliga eitt sum fyllir nógv í
uppvøkstri og gerandisdegi teirra.
Mangir dreingir hava sum mál og
sum dreym at gerast løgreglumenn,
sløkkiliðsmenn, lastbilførarar og
tílíkt, tá teir gerast menn.
Huginum bil
VERKSTAÐ Tað er vist eingin avgerð, at tá ein áður tosaði um runavíkingar, so
tosaði ein samstundis um bilar. Um hetta hevur ávirkað tann 19 ára gamla, Werner
Hentze úr Saltangará kann ein og hvør hugsa sær til. – Tja, eg veit ikki. Mær hevur
altíð dámað væl at skrúva, sigur Werner sum í dag lærir til bilmekanikara
Koplingin
Mikudagin í farnu viku vitjaði Oyggjablaðið hjá Reyni Service í Klingrugarði
í Klaksvík.
Teir á verkstaðnum kunnu á einum lista síggja, hvørja uppgávu teir skulu
loysa henda dagin. Og tá er líkamikið um ein er lærlingur ella um ein er
sveinur.
Henda mikudagin var Werner Hentze farin undir sína uppgávu, nevniliga at
skifta koplingina á einum bili.
– Eg vænti at tað fer at taka restina av degnum. Tað satsi eg í øllum førum
uppá, sigur hann.
Í morgin bíðar honum so tann næsta uppgávan.
LÆRUTÍÐ
– At arbeiða sum bilmekanikari er eitt spennandi arbeiði, sigur 19 ára gamli,
Werner Hentze úr Saltangará, sum lærir til bilmekanikara í Klaksvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Eg lærdi
faktist meiri
her á verk
staðnum, enn
í skúlanum
Eg haldi,
at vit hava
tað bara fínt
saman