mikudagur 6. oktober 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
Sosialurin
Bilar
lar einki ...
Soleiðis var vist eisini í lívin
um hjá tí unga manninum úr Sal
tangará, og sum í dag er farin at
læra til bilmekanikara hjá Reyni
Service í Klaksvík, undir góðari
leiðslu av Hans Berg Hammer og
hansara monnum.
Sigast skal tó, at Werner ikki var
púrasta ókendur við umvæling av
bilum, og heldur ikki við bilsøluna
og verkstaðið í Klingrugarði, nú
lærutíðin byrjaði.
– Eg gekk á bildeildini hjá SIT
í Havn. Tá vit so í vár skuldu út í
praktikk, søkti eg fyrst at fáa eitt
praktikkpláss hjá einum í Runavík.
Tað hevði verið nakað lættari, tá eg
jú búgvi harúti.
– Men har var eg ov seinur, tí
onkur annar hevði søkt har framm
anundan. Eg royndi so at søkja her
hjá Reyni Service í Klaksvík. Og her
slapp eg inn beinanvegin, greiðir
hann frá.
Lærdi meiri her
Hóast henda praktikkin einans
vardi í tvær vikur, var líkt til, at
hann fekk nógv burtur úr á verk
staðnum, har alskyns bilar verða
umvældir, hóast teir í fyrstu syftu
er umboð fyri Toyotabilar.
Hesar báðar vikurnar kveikti
óivað hug hansara at halda fram í
hesi bransjuni.
– Ja, eg lærdi faktist meiri her á
verkstaðnum, enn í skúlanum, slær
Werner fast.
Hann spurdi seg fyri hjá leið ar
anum á verkstaðnum, Hans Berg
um møguleikan fyri at fáa eitt
lærupláss. Og mín sann um tað ikki
eydnaðist honum.
– Eg byrjaði í læru fyri einum
mánaði síðani.
Vanliga er lærutíðin fýra ár, men
av tí at Werner hevur SITprógv,
fær hann góðskrivað eitt hálvt ár
av lærutíðini.
Skrúva
Áður var sagt, at teir sum byrjaðu
at læra til bilmekanikara ikki
sluppu at gera stórvegis annað enn
at vaska bilar og sópa gólv.
At tað er nógv broytt í dag, kann
Werner uttan iva skriva undir
uppá. Síðani hann byrjaði, hevur
hann luttikið í ymiskum virksemi
á verkstaðnum.
Hann hevur skift dekk og olju á
bilum og annað.
– Og jú, eg eri eisini sloppin at
skrúva eitt sindur uppá onkran bil,
greiðir hann frá.
Hinir sveinarnir eru altíð til
staðar, og kunnu veita honum góð
ráð, – um og tá tað gerst neyðugt.
– Eg haldi, at vit hava tað bara
fínt saman.
snorri@sosialurin.fo
Mær hevur
altíð dámað
væl at skrúva
Skaðasýn
Í dag, 6. oktober,
hevur eitt sonevnt
trygg ingar sýn verið
her á deild ini hjá
Toyota. Bilar, sum
skuldu sýnast,
skuldu møta í
seinasta lagi kl. 9 í
morgun, og kundu so
heintast aftur kl. 15.
Sagt verður, at ein
her kann umvæla
øll bil merkir á
tí vælútgjørda
verkstaðnum, sum er
útgjørt við nýggjastu
útgerðini.
Her kann ein eisini
sýna og umvæla
trygg ingar skaðar
hjá TRYGD og
Tryggingarfelagnum
Føroyar. Privatskaðar
verða eisini gjørdir,
eins og ein kann fáa
eitt óbindandi tilboð
uppá ein bilskaða.
SKRÚVA
Fyrr sluppu lærlingar ikki
framat at skrúva beinan
vegin. Í dag er nógv broytt.
Werner Hentze er her farin
undir at skifta koplingina
út á einum bili. – Hetta er í
fínasta slag, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang