Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 Sosialurin Bilar Snorri Brend Paris: Eitt av stóru punktunum á skránni er avdúkingin av fleiri nýggjum bilmerkjum, fram til 17. oktober, tá messan endar. Fleiri nýggj merki eru longu avdúkað, og onnur verða tað so hvørt sum framsýningin líður. Eitt av merkjunum er Ferrari SA APERTA-bilurin, sum einans er gjørdur í 80 eintøkum. Ein teirra fer, eftir tí sum tíðindini vilja vera við, at koyra á donsku vegunum. Sum skilst hevur ein ónevnd- ur dani keypt ein slíkan bil. Lista- prísurin fyri eitt slíkt møbilstykki er umleið 450.000 dollarar, sum svarar til slakar 2,5 mió føroyskar krónur. Sermerki Tað er sjálvandi ein orsøk til at Ferrari einans hevur gjørt 80 eintøk av hesum serstaka bili. Útgávan av hesum bilinum verður gjørt, samstundis sum snið- gevi teirra, Pininfarinas fer um tey áttati. Sagt verður, at Ferrari hevur nógv at takka honum fyri, tí hann hevur av sonnum sett síni fingra- merki á ta longu perlurøðina av vøkrum sportsbilum. Pininfarinas hevur staðið fyri sniðgevingini av fleiri av heimsins vakrastu bilum, og ikki minst teimum Ferrari-bilunum sum hava sæð dagsins ljós gjøgnum tíðirnar. Sergio og Andrea Pininfarinas eru soleiðis teir sum leggja navn til forbókstavirnar á nýggja bilinum, SA. Hinvegin er orðið “APERTA” italskt, og merkir undir opnum himni. Hvør einasti SA APERTA er fram leiddur júst eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum, tá talan er um útgerð, lit og val av tilfari. Tøkniliga er bilurin ein opin Ferrari 599 GTB, men hevur 670 hestar, sum aftur merkir, at motor- urin er heintaður frá 599 GTO. Hetta verður kortini ikki váttað enn, tí upplýsingarnir eru ikki tøkir. Hinvegin ljóðar, at modellið er á tremur við teirri bestu tøknini sum Ferrari hevur at bjóða. Sum nevnt hevur ein danskur ríkmaður keypt ein slíkan. Nøvn eru somuleiðis sett á hini 79 fólkini, sum eisini fara at koyra við einum Ferrari SA APERTA í framtíðini. Snorri Brend Ein vanlig ljósstrála frá longu ljós- unum gevur vanliga tað besta sýnið, tá koyrt verður í myrkri. Um ein møtir einum øðrum bili, er neyðugt at blenda niður. Úrslitið er sjálvandi, at útsýnið verður avmarkað. Men Beamatic-skipanin skiftir av sær sjálvari millum nærljósini og langljósini - ella sagt við øðrum orðum, hon skiftir millum langljós og eitt ljós ið ikki blendar hini. Franska fyritøkan, VALEO SA, fekk í fjør sonevndu Equip Auto- heiðurslønina fyri ta bestu nýskap- anina innan útgerð, tá skipanin varð víst fram. Við hjálp frá eini nýggjari auto- matiskari skipan fær bilførarin nú eitt støðugt og sterkt ljós, uttan at tann mótkoyrandi ferðslan verður blendað. Hetta kallast Adaptiv Driving Beam ella bert BeaMatic, og er ment fyri Xenon og LED. Fyrimunurin við ljósinum er - eins og myndin vísir - at ein fær ein dynamiskan kíla millum tveir bilar, soleiðis at tann mótkoyrandi ikki verður raktur av ljósinum. Ætlanin er nú at vísa skipanina fram í Japan, men vónin er sjálvandi, at henda skipanin skal setast í bilar kring allan heimin. snorri@sosialurin.fo Ein Ferrari av teimum sjáldsomu MESSA Í hesum døgum savnast fólk í hópatali til stóru bilmessuna »Paris Motor Show«. Hóast altjóða fíggjarkreppuna eru stórar vónir til ársins framsýning Nýggjar billyktir blenda ikki LJÓS Tær nýggju Beamatic Premium-billyktirnar tilpassa seg teirri mótkoyrandi ferðsluni, og kunnu sostatt forða óhappum, sum henda tá bilførarar verða blendaðir KÍLI Fyrimunurin við nýggju ljósskipanini er, at skaptur verður ein dynamiskur kíli millum tveir bilar, soleiðis at tann mótkoyrandi ikki verður blendaður av ljósinum Bert 80 slíkir Ferrari SA APERTA verða gjørdir. Ein teirra fer at koyra onkustaðni í Danmark 80 HANDVERK Hugsað er um hvønn einasta part av nýggjasta Ferrari-bilinum. Einki verður gjørt av tilvild