Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142 34 Sosialurin Bilar Snorri Brend Spanski bilframleiðarin SEAT hev­ ur gjørt eina rættiliga umfatandi kann ing millum samanlagt 3000 bil førarar. Kanningin staðfestir, at 71 pro sent av teimum spurdu hava klandrast við sína betru helvt um atburðin í ferðsluni hjá tí, sum situr við róðrið. Sambært kanningini byrjar klandrið í miðal 22 minuttir eftir at koyritúrurin byrjar. Støðið í klandrinum er sjálvandi ymiskt. Meiri enn helmingurin av luttakarunum í kanningini svaraðu, at tey hava klandrast so mikið, at tey ikki skiftu eitt einasta orð við hin restina av koyritúrinum. Tey eymu punktini Fyri ein av hvørjum tíggju lut tak­ arum í kanningini, gjørdist úrslitið av klandrinum, at tey valdu at lata seg skilja, skrivar bretska blaðið Daily Mail. Ein av fimm sigur, at tey settu bilin framvið vegnum, og noktaðu at koyra víðari, fyrrenn partnarin var farin út úr bilinum. Umleið líka so nógv svaraðu, at tey gjørdust so uppøst, at tey valdu heldur at ganga til hús. Koyrirætningur og parkering eru millum tey eymastu punktini. 44 prosent av klandrunum knýta seg til júst hetta. Ov nógv ferð er ein onnur orsøk. Fleiri orsøkir Ferðslugranskarin, Dagfinn Moe hevur granskað í hesum spurn­ ing inum í fleiri ár. Fyri hann er eingin ivi um, at tað er beinleiðis vandamikið at klandrast við partnaran meðan koyrt verður. – Líkamikið hvat ein klandrast um, so krevur hetta nógva upp­ merk somheit. Og tað broytir eisini ta kensluligu støðuna. Við hesum lækkar dygdin í koyringini, og kann enda við eini vandastøðu, sigur Moe. Hann hevur onga gransking um, hví ein klandrast í bilinum. Ósemja um val av koyrirutu, ferð, vandafulla koyring, floytan eftir øðrum, eru alt orsøkir til klandur. – Men tað kunnu eisini vera heilt onnur viðurskifti í gerandisdegnum, sum skapa ógvusligt tjak í bilinum, meðan koyrt verður, slær hann fast. Kanningin hjá SEAT staðfestir, at hvørki kvinnur ella menn dáma serliga væl, at partnarin blandar seg í koyringina. Slík “ráð” eru orsøk til eitt av fimm klandrum, sigur kanningin. 200 mió bilar KINA Talið av bilum á kinesisku vegunum verður tvífalt so stórt í 2020 sum tað er í dag. Um 10 ár verða minst 200 mió bilar í fólkaríka landinum í Fjareystri. Í fjør vórðu seldir nærum 14 mió bilar í Kina. Við hesum tali er Kina farið fram við USA, sum áður hevði heim­ sins størsta bilmarknað. Í 2009 vóru 72 mió bilar í land­ inum, sambært myndug leikunum. Í ár vænta teir, at bilasølan fer upp um 15 mió í ár. Alt hetta hevur fingið mynd ug­ leikarnar at hugsa um og arbeiða fyri umhvørvið. – Vit mugu gera tað til okkara fremstu raðfesting at menna effek­ tiv brennievni, og at menna akfør sum koyra við alternativari orku, verður sagt úr kinesisku ídnaðar­ og kunningarráðstovuni. snorri@sosialurin.fo Ferðslan er nógv økt í Kina. Samstundis ynskja myndug­ leik arnir at satsa upp á um­ hvørvis vinarligar bilar MET Hetta klandrast fólk um í bilinum TRYGD Nógv megna ikki at gjøgnumføra ein biltúr uttan at klandrast. – Hetta kann gera sítt til, at fleiri óhapp verða í ferðsluni, meta norskir serfrøðingar Hetta klandrast pør um í bilinum: • Koyriruta/villast: 44 prosent • At finna parkeringspláss: 37 prosent • Koyra ov skjótt: 34 prosent • Koyra ov nær øðrum bilum: 24 prosent • Blanda seg í koyringina: 20 prosent • Val av tónleiki ella útvarpsrás: 20 prosent Aggressiv koyring: 17 prosent • Skera svingini av: 15 prosent • Ov lítil air-condition: 14 prosent Kelda: Seat Fakta SÚRUR TÚRUR Koyrirutan er orsøk til flestar tilburðir av klandri, tá pør fara biltúr, vísir nýggj kanning. Lítil ivi er um, hvat hesi bæði eru ósamd um (Modellmynd)