fríggjadagur 8. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 27 - 8. februar 2002
Nr. 27 - 8. februar 2002
3
Jógvan Hansen 10.b
- Fyri einum ári síðani
fekk eg mína telefon frá
mammu og babba. Eg
plagi at landa á Kósini,
so eg gjaldi sjálvur tær
300 krónurnar, sum eg
brúki.
Eg havi telefonina við í
skúla, men tá sendi eg
bara
sms.
Mest
til
konufólk...
- Eg haldi, tað er í lagi,
at vit ikki sleppa at brúka
telefonina í skúlatíðini.
Carsten Kjær Hansen,
marinuserfrøðingur og
telegrafistur hjá Færøer-
nes Kommandi, fekk
tann 29. januar heiðurs-
tekin fyri góð tænastu hjá
sjóverjuni.
Heiðurstekinið,
sum
fyrstu ferð varð latið 29.
januar í 1901, verður lat-
ið fólki hjá Søetatuni ella
Orlogsværftininum fyri
25 ára góða tænastu.
Tað var Jesper Dine-
sen, kommandørur, sum
handaði heiðurstekini á
samkomu hjá Færøernes
Kommando.
Carsten Kjær Hansen
fingið heiðurstekin
Fyri hálvum øðrum
ári síðani vóru far-
telefonir ein stórur
trupulleiki í skúla-
num við Ósánna, men
hesin trupulleiki er so
gott sum ósjónligur í
dag, sigur Rannvá
Joensen, varaskúla-
stjóri í skúlanum við
Ósánna.
FARTELEFONIR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tað byrjaði í
skúlaárinum
2000/01.
Fleiri og fleiri næmingar,
serliga í framhaldsdeildini,
høvdu fartelefon. Nýtslan
var í ein stóran mun bert í
fríkorterunum, men lærar-
arnir høvdu ilt við at fáa
næmingarnar at leggja tele-
fonirnar til síðis. Tað kom
ofta fyri, at tað fór ov nógv
tíð og orka til at rudda far-
telefonir vekk, ístaðin fyri
at byrja við undirvísingini
beinanvegin.
Men tað var ein annar
trupulleiki,
sum
eisini
hevði hug at stinga seg upp.
Næmingarnir sótu og sms-
aðu sínámillum um onnur í
flokkinum. Summi bóru
ótta fyri at hetta kundi fara
at enda við eitt slag av
happing, sum man hevur
arbeitt sera nógv við at fáa
út úr skúlunum. Tað er eis-
ini sera a-sosialt, at tað sita
fleiri næmingar saman,
men tosa ikki, tí tey eru so
upptikin av eini fartelefon.
- Eg sigi ikki, at tey ikki
skulu hava fartelefon, men
tað er heldur ein spurningur
um rætta nýtslu. Og í skúla-
tíðini er so onki at nýta far-
telefon til, sigur Rannvá
Joensen.
SMS frítt
Ein av høvuðsorsøkunum
til, at trupulleikin gjørdist
so stórur, er helst, at tað
kostaði onki at senda SMS
boð inntil fyrst í desembur
2000. Tá næmingarnir vóru
noyddir at rinda fyri nýt-
sluna, sást ein minking.
Men fleiri næmingar í
framhaldsdeildini hava arb-
eiði, so tey fíggja teirra nýt-
slu sjálvi. Hjá teimum
yngru er tað aloftast for-
eldrini, sum gjalda.
Viðgjørdu
trupulleikan
Lærararnir samdust um, at
taka trupulleikan upp á ein-
um lærararáðsfundi beinan-
vegin, áðrenn tað vant upp
á seg. Tað bleiv gjørt eitt
skriv, sum varð sent heim
til foreldrini. Í hesum brævi
stóð, at nýtsla av fartelefon
er ikki loyvd í skúlatíðini.
Bleiv hetta ikki yvirhildið,
so varð telefonin tikin frá
næminginum, og foreldrini
biðin um at avheinta hana.
Hetta varð gjørt í samstarvi
við skúlanevndina. Breið
semja var um, at fartelefon
ikki er neyðug, í meðan
børnini eru í skúla. Kort-
telefon er á gongini, um-
framt at tað kann ringjast
frá og til skrivstovuna.
Næmingarnir vóru ikki
glaðir um hetta í fyrstuni,
men tey góðtaka tað nú.
Fartelefonin komin
fyri at verða
Tað vóru ikki so mong,
sum høvdu telefon í byrjan-
ini, men tað vant sera skjótt
upp á seg. Í dag hava
okkurt um 80 prosent av
næmingunum
í
einum
flokki telefon. Tað eru eis-
ini yngri børn, sum hava
telefon nú. Heilt niður í 2.
flokk. Rannvá heldur, at
fartelefonin er komin fyri
at verða. Hetta er eitt tøkn-
iligt framstig og eitt am-
boð, sum er sera hent at
hava, men spurningurin er
hvar og nær hóskar tað seg
– ikki í skúlanum.
Fartelefonir ongin
trupulleiki longur
Vit hava tosað við
nakrar næmingar á
Skúlanum við Ós-
ánna um fartelefonir.
FARTELEFONIR
Heidi Isaksen, 10.a
-
Eg
keypti
mína
fartelefon fyri tveimum
árum síðani. Eg arbeiði
aftaná skúlatíð, so eg
gjaldi sjálv tær 300 krón-
urnar, eg brúki.
- Eg haldi, tað er í lagi,
at vit ikki sleppa at brúka
telefonina í skúlatíðini.
Eftir eina tíð, hildu vit
sjálvi,
at
tað
var
troyttandi, at onnur vóru
upptikin av telefonini í
heilum.
Tað var eitt ávíst trýst á
teimum, sum ikki høvdu far-
telefon. Tey kendu seg uttan-
fyri.
Anna Hvidbro, 9.a
-
Eg
fekk
mína
fartelefon, fyri hálvum
øðrum ári síðani, frá
babba. Eg havi Teletíð og
brúki um 500 krónur um
mánaðin, sum eg gjaldi
sjálv.
- Eg haldi, vit kundu
brúkt telefonina í frí-
korterinum. Men hon
órógvar í tímunum.
Henrietta Arge Poulsen,
7.a
- Eg havi havt mína far-
telefon í eitt hálvt ár,
havi
allatíðina
havt
Teletíð. Eg brúki umleið
300 krónur um mánaðin,
og mamma og babba
gjalda eitt sindur og eg
rest.
- Eg havi hana við í
skúla, men brúki hana
næstan ongantíð. Eg
haldi, at tað er í lagi, at
tað ikki er loyvt at brúka
fartelefon í skúlatíðini.
Hanna Steinberg, 5.b
- Eg fekk mína fartelefon
í jólagávu frá mammu og
babba. Eg havi Teletíð og
brúki umleið 100 krónur
um mánaðin. Eg sendi
sum oftast sms, men tá
eg ringi, biðji eg mammu
ringja aftur.
- Eg havi hana við í
skúla, men hon liggur
bara í taskuni, tí eg havi
ikki brúk fyri henni.
Alvin E. Andersen, 9.b
- Eg havi havt fartelefon
í umleið eitt ár, eg fekk
hana í føðingardagsgávu
frá mammu og babba. Eg
havi Teletíð og brúki
umleið 400 krónur um
mánaðin,
foreldrini
gjalda.
- Eg havi hana, sum
oftast, við í skúla, men
brúki
hana
bara
í
fríkorterinum. Eg ringi
ikki so nógv, men skrivi
heldur sms. Haldi annars
ikki, at tað er so farligt,
um ein ikki sleppur at
brúka fartelefon í skúla-
tíðini.
Næmingar í
Skúlanum
við Ósánna
um far-
telefonir
Síðani oktober mánað
síðsta ár hevur Tórun
Ellingsgaard fylgt tí
nógv umtalaða Peter
Brixtofte, borgar-
stjóri í Farum, sum
hevur verið nógv
frammi í donskum
fjølmiðlum, har hann
verður ákærdur fyri
at hava oysla við
skattapengunum upp
á fínar døgurðar og
annað. Nýggja gølan
kemur ikki heilt óvart
á Tórun
GØLA
Heri á Rógvi
Tað er sambandi við, at
Tórun ger sína høvuðsupp-
gávu á Danmarks Journal-
ist Højskole (DJH), at hon
hevur fylgt Peter Brixtofte
síðani oktober mánað 2001.
Tað síðsta árið á DJH skulu
næmingarnar gera eina
høvuðsuppgávu. Hendan
kann gerast í ymsum form-
um, t.e. millum annað
skrivligt (greinir v.m.) og í
livandi myndum (sending
v.m.)
Tórun Ellingsgaard valdi
at gera sína høvuðsupp-
gávu um Peter Brixtofte.
– Eg var í starvsvenjing
hjá TV2 Lorry, sum er lokal
rásin hjá TV2 fyri Eystur-
sæland. Meðan eg var í
starvsvenjing var Peter
Brixtofte oftani frammi.
Hann var serliga kendur
fyri at stuðla Farum Bold-
klub sera væl, og so sendi
jú eisini pensjónistarnar í
kommuni suðureftir eina-
ferð um árið. Eg og ein
donsk genta hildu hetta
vera eitt spennandi evni, so
vit settu í okkum í samband
við Peter Brixtofte, og hann
var lættur at yvirtala, sigur
Tórun Ellingsgaard.
Tá vit fangaðu Tórun í
telefonini
hósmorgunin,
hevði hon ein avtalu við
Peter Brixtofte sama morg-
un viðvíkjandi einari sam-
røðu, men hetta mátti av-
lýsa, tí Peter Brixtofte
hevur nógv um at vera
hesar dagarnar.
Gølan um Peter Brixtofte
hevur stungið seg upp í
sambandi við, at danska
blaðið BT hevur funnið
fram til, at hann hevur etið
góðan mat og ikki minst
drukkið nógv gott vín fyri
nógvar túsund krónur, og
rokningin er sent komm-
ununi og harvið eisini
skattgjaldarunum. Tað er
harafturat komið fram, at
Peter Brixtofte hevur kallað
tær stóru rokningarnar fyri
fundarútreiðslur, og hetta
hevur nú vakt rættiliga
nógvan ans.
3 mánaðar og 70 fólk
Uppgáva hjá Tórun og
hennara starvsfelaga gong-
ur út upp á at skriva tveir
kapitlar í einari ævisøga um
Peter Brixtofte. Tann fyrri
av hesum snýr seg um tíð-
ina tá foreldrini hjá Peter
Brixtofte
hittust.
Hin
kapittulin kann lýsast sum
tann síðsti kapittulin í ævi-
søguni higartil, har tað
nógva rokið við fótbóltsfe-
lagnum og viðurskiftunum
hjá honum.. Tær báðar
kanna í løtuni møguleikar-
nar at geva verkið út í bók.
– Síðani oktober mánað
hava vit fylgt honum rætti-
liga tætt. Vit hava havt einar
fimm samrøður við hann
sjálvan, men vit hava tosað
við eini sjeyti kenningar hjá
honum, og hetta ger, at vit
eru komnar at kenna rætti-
liga nógv til persónin Peter
Brixtofte, sigur Tórun Ell-
ingsgaard.
Nú Tórun hevur arbeitt
so mikið við nógv við Peter
Brixtofte, so er hon eisini
komin at kenna eitt sindur
um hann, og tað kom ikki
serliga óvart á hana, at
henda gølan kom fram.
– At tað júst var hetta, ið
kom fram, kom kanska eitt
sindur óvart á meg, men
heilt yvirraska eri eg ikki.
Vit hava fleiri ferðir vita, at
ein forsíða kundi verið á
veg, men vit skulu bíða við
at koma fram við okkara,
sigur Tórun Ellingsgaard.
Í løtuni hevur trupult við
at fáa samband við Peter
Brixtofte, tí so nógv rok er
rundanum hann.
Annars hevur tað skoðs-
mál at geva Peter Brixtofte,
at hann er ein ógvuliga
intelligentur og professio-
nellur maður, sum dugur
væl at snúgva sær.
– Hann hevur øgiliga
nógv makt í Farum. Hann
letur eitt nú ikki Tilsyns-
rådet koma inn at kanna
hansara
viðurskifti,
og
hetta hevur eisini skapt eitt
sindur av rokið. Men hann
og flokkur hansara Venstre
eru ógvuliga væl umtókt í
Farum. Í løtuni hava teir 11
av teimum 19 umboðunum
í býráðnum, sigur Tórun
Ellingsgaard, sum er í holt
við at skriva uppgávuna í
løtuni.
Farum
Peter Brixtofte er í løtuni
borgarstjóri í Farum Kom-
mune, sum liggur á Sæ-
landi í útjaðaranum av
Keypmannahavn.
Tað
búgva umleiðs 19.000 fólk
í kommuni Hann er limur í
Venstre, og hann situr á
eisini á fólkatingi. Hann var
leingi mettur at vera ein av
krúnprinsunum í Venstre,
og hann á eisini framvið at
gerast formaður, men hetta
var av ongum.
Nú er hann kendur sum
tann sterki maðurin í Farum
Kommune, har hann hevur
uppfunnið tað sokallaða
Farum-modellið.
Hann
stiðjar fótbóltsfelagnum í
býnum, Farum Boldklub
ógvuliga væl, og komm-
unan og Brixtofte eiga
æruna fyri, at felagið er so
mikið frammarliga sum tað
er.
Peter Brixtofte hevur selt
nógvar av ognunum hjá
Farum Kommune til eitt
partafelag.
Kommunan
leigar so hesar ognirnar frá
felagnum aftur.
Peter Brixtofte er ein
ógvuliga væl umtóktur
borgarstjóri í Farum. Hans-
ara persónliga atkvøðutal
liggur um 5.000, og hetta er
ikki so lítið, tá hugsað
verður um, at býurin hevur
um sama íbúgvaratal sum
Tórshavn.
Sum heild hevur Farum
verið kend fyri at vera ein
góð og væl drivin komm-
una, men hetta er tað óivað
nógvar meiningar um.
Tórun fylgir Peter Brixtofte
Tórun Ellingsgaard hevur starvast í SvF, og hon hevur
harafturat roynt seg á MTV og í TV2. Í løtuni er hon í holt við
sína høvuðsuppgáva á DJH. Uppgávan snýr seg um tann nógv
umstrídda Peter Brixtofte, sum ovast á plaktini í donskum
fjølmiðlum í løtuni
mynd: Jens Kristian Vang
Peter Brixtofte, borgarstjóri í Farum Kommune og
fólkatingslimur fyri Venstre, siglir í løtuni á rættiliga stórum
aldum. Rokið um tær stóru marglætisrokningarnar er nú
komið so langt, at hann er farin í farloyvi
C
M
Y
K
3
2