fríggjadagur 8. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 27 - 8. februar 2002
Nr. 27 - 8. februar 2002
5
- Tað er burturvið at
pástanda, at tað eru
tríggir javnbjóðis
partar í
ríkisfelagsskapinum.
Hetta sigur Tórbjørn
Jacobsen,
fólkatingsmaður, eftir
at hava fingið svar
uppá fleiri
fyrispurningar til
Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráðharra.
Tórbjørn Jacobsen vil
hava greiðari svar.
MAGNUS DAM
Christiansborg
Fyrispurningur: Tórbjørn
Jacobsen gjørdist ikki nógv
klókari av at spyrja danska
forsætisráðharran,
hvat
hann
leggur
í
orðið
”ríkisfelagsskapur.” Svarið
frá forsætisráðharranum,
sum er skrivað í Løgmála-
ráðnum, vísur, at tað lekur
millum teori og praksis,
heldur Tórbjørn Jacobsen.
Hann fer tí at seta løgmál-
aráðharranum ein nýggjan
fyrispurning,
har
hann
biður um eitt meira út-
greinandi svar.
Tórbjørn Jacobsen vildi
hava at vita, hvønn løgfrøð-
iligan týdning, forsætisráð-
harrin leggur í ríkisfelags-
skapin. Eisini vildi hann
hava at vita, nær føroyska,
grønlendska og danska
fólkið á demokratiskan hátt
hava gjørt av at fara saman
í ein felagsskap.
Uppá seinna spurningin
fær Tórbjørn Jacobsen eitt
stutt og greitt svar: Hvørki
danska, føroyska ella grøn-
lendska fólkið hava á fólka-
atkvøðum tikið avgerð um
at ganga saman í ein ríkis-
felagsskap.
Upp á fyrra spurningin
sigur Løgmálaráðið, at
danska
ríkið
sambært
grundlógini er sett saman
av trimum javnsettum pørt-
um: Danmark, Føroyum og
Grønlandi.
Løgmálaráðið
leggur
afturat, at ríkiseindin setur
ávís mørk fyri, hvørji máls-
øki kunnu latast yvir til eitt
heimastýri innanfyri karm-
arnar á ríkisfelagsskapi-
num.
Eitt nú kunnu føroyingar
bara taka á seg málsøki,
sum viðvíkja Føroyum –
ikki málsøki, sum viðvíkja
Danmark og Grønlandi ella
øllum ríkinum sum heild.
Tað eru nøkur viðurskifti,
sum viðvíkja øllum ríki-
num, sum ikki kunnu latast
føroyska heimastýrinum.
Hettu eru viðurskifti sum
Hægstirættur, ríkisborgara-
viðurskifti og verju-, trygd-
ar- og uttanríkispolitikkur.
So leingi Føroyar eru partur
av
Ríkisfelagsskapinum,
kunnu vit ikki yvirtaka hesi
málsøkini.
Ósamsvar
Men júst her heldur Tór-
bjørn Jacobsen, at ósam-
svar er í tí, sum Løgmála-
ráðið sigur.
- Tú kann ikki fyrst pá-
standa, at talan er um
tríggjar javnbjóðis partar
og so beint aftaná pástanda,
at tað eru nøkur viðurskifti,
sum vit ikki kunnu fáa
ábyrgdina av í Føroyum, tí
hesi – harav nógv teirra
viðvíkja Føroyum - skulu
stýrast úr Keypmannahavn.
Hvussu kanst tú tá pá-
standa, at talan er um
tríggjar partar, sum allir eru
javnt settir, spyr Tórbjørn
Jacobsen.
Og hann noyðist ikki við
at sleingja spurningin út í
luftina. Hann vil hava eitt
greiðari svar uppá spurn-
ingin, og í gjár setti hann tí
løgmálaráðharranum enn
ein fyrispurning um málið.
Í fyrispurninginum biður
hann
løgmálaráðharran,
Lene Espersen, greiða frá,
um hon heldur fast um pá-
standin, at talan er um
tríggjar javnbjóðis partar í
ríkisfelagsskapinum.
Í viðmerkingunum vísur
Tórbjørn Jacobsen millum
annað á, at Føroyar og
Grønland kunnu ikki um-
sita málsøki, sum liggja
uttanfyri tey bæði londini.
Men Danmark kann hin-
vegin umsita málsøki, sum
viðvíkja bæði Føroyum og
Grønlandi.
Myndugleikarnir í Før-
oyum og Grønlandi fáa ikki
so frægt sum innlit í avtal-
urnar, sum loyva USA og
NATO at brúka Grønland
og Føroyar í hernaðarligum
høpi, sigur Tórbjørn Jacob-
sen, sum hevur ilt við at
síggja, at hetta er í tráð við
pástandin um, at ríkið er
ein eind við trimum javn-
bjóðis pørtum.
Tekniskt men neyðugt
Tórbjørn Jacobsen við-
gongur, at talan er um rætti-
liga tekninskar fyrispurn-
ingar. Men teir verða settir
av prinsipiellum orsøkum
fyri at fáa greiðu á, hvat
danir veruliga leggja í ríkis-
felagsskapin.
Hetta verða ikki seinastu
fyrispurningarnir,
sum
koma at snúgva seg um hesi
viðurskiftini. Higartil hevur
hetta bara verið teoretiskt
tos hjá nøkrum fáum fólk-
um, men Tórbjørn Jacobsen
vil hava eina greiða út-
melding frá stjórnini og
Fólkatinginum. Spurning-
arnir skulu síggjast sum ein
liður í arbeiðinum hjá Tjóð-
veldisflokkinum og Norð-
uratlantsbólkinum í Fólka-
tinginum, sum hava til
endamáls at vinna Føroyum
og Grønlandi sjálvstýri.
Hagtøl frá Lands-
fólkayvirlitinum vísa,
at samlaða fólkatalið í
Føroyum er vaksandi.
Eisini flyta fleiri fólk
til Føroya, enn tað
flyta fólk úr Føroyum
HAGTØL
Ingrid Bjarnastein
Tórshavnar,
Klaksvíkar,
Runavíkar, Tvøroyrar og
Fuglafjarðar kommuna eru
tær størstu kommunurnar í
landinum, og vísir tað seg,
at einasta kommunan av
hesum, sum ikki stendur í
vøkstri er Klaksvíkar kom-
muna. Í Klaksvík er fólka-
talið seinasta árið minka
við trimum fólkum, meðan
allar hinar kommunurnar
hava økt munandi um
íbúgvaratalið.
Tórshavnar
kommuna
veksur við stórari ferð. Frá
1. jan. 2001 til 31. des.
2001 er íbúgvaratalið vaks-
ið frá 16.786 til 18.067. Í
2001 eru 1118 fólk flutt til
Havnar, meðan 954 eru
flutt úr Havnini. Nógv flest
av fólkunum, ið flyta til
Føroya flyta til Havnar,
meðan
Klaksvíkar
og
Runavík eru á ávíkavist
øðrum og triðja plássi. Av
tí, at Tórshavnar Kommuna
er størsta kommuna í
landinum, flyta eisini flest
fólk úr kommunini, meðan
stórt lop er til Klaksvíkar
og Runavíkar kommunu.
Tað eru eisini nógv flest
børn fødd í Tórshavnar
kommunu, meðan Klaks-
víkin og Runavíkin enn eru
nummar tvey og trý. Í
Runavík eru dupult so nógv
børn fødd, sum tað eru fólk
deyð, meðan tað eru meira
enn dupult so nógv fólk
fødd í Havn, enn tað eru
deyð.
31. des. 2001 búðu í Før-
oyum 46.999 fólk, og hetta
sigur so mikið sum tað, at
fyrst føddi føroyingurin
2002, var eisini føroyingur
nummar 47.000 búsitandi í
Føroyum.
Fólkatalið í
Føroyum veksur
Ógreitt svar um ríkisfelagsskapin
Tað lekur millum teori og
praksis í danska Løgmálaráð-
num, tá ið spurt verður um
týdningin av ríkisfelagsskapi-
num, heldur Tórbjørn Jacob-
sen, fólkatingsmaður.
– Eg vil ikki fara út í
eina persónligt stríð
gjøgnum fjølmiðlar-
nar. Eg havi hildið
meg til allar gjørdar
avtalur, og hevur
løgmaður okkurt at
tosa við meg um,
kann hann venda sær
til mín persónliga,
sigur Høgni Hoydal
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Høgni Hoydal er alt annað
enn fegin um, at løgmaður
enn einaferð hartar hann í
fjølmiðlunum.
– Eg vil ikki fara út í eina
persónligt stríð gjøgnum
fjølmiðlarnar.
Eg
havi
hildið meg til allar gjørdar
avtalur, og hevur løgmaður
okkurt at tosa við meg um,
kann hann venda sær til
mín
persónliga,
sigur
Høgni Hoydal.
Sum heild hevur Høgni
Hoydal ringt við at skilja,
hví løgmaður kennir tað
vera neyðugt at fara í fjøl-
miðlarnar við atfinningum
móti sær.
– Eg havi ongantíð valt at
nýta fjølmiðlarnar til tílík-
an orðadrátt, og tað ætli eg
at halda áfram við. Vit eiga
at kunna at samskifta upp á
aðrar mátar enn hendan,
sigur Høgni Hoydal, sum er
sera harmur um, at løg-
maður velur hesa leiðina.
– Kann løgmaður vísa á,
at eg havi brotið nakran
avtalu, so skal eg fegin
viðganga tað, men eg meti
meg ikki hava brotið nakra
avtalu, og tí haldi eg ikki, at
løgmaður hevur nakra or-
søk til at koma við tílíkum
at finningum, sigur Høgni
Hoydal.
Varaløgmaður er í løtuni
uttanlands í arbeiðsørind-
um. Tað var á uttanlands-
ferðini, at hann tosaði við
útlendskar fjølmiðlar.
– Eg kann bert staðfesta,
at útlendskir fjølmiðlar
hava sera stóran áhuga fyri
hesum málinum, og eg havi
sagt teimum tað sama, sum
eg havi sagt mangar ferðir
áður. Eg meti komandi løg-
tingsval sum ein atkvøðu-
greiðslu um fullveldi, tí
somu ferð, sum tað gongur
nú, kann ein fólkaatkvøða
vera innan fýra ár. Eg veit
ikki, hvar Fólkaflokkurin
fær hetta við tólv árum frá,
men hetta kemur í øllum
førum ikki úr løgtings-
samtyktini um sjálvstýri
Føroya fólks, sigur Høgni
Hoydal.
Høgni Hoydal kemur
aftur til Føroya fríggja
dagin.
Eins nógvar kvinn-
ur sum menn stilla
upp fyri Tjóð-
veldisflokkin í
Norðoyggjum
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Listin
hjá
Norðoya
Tjóðveldisfelag
er
gjørdur í røttum javn-
støðuanda. Felagið av-
gjørdi á triðja uppstill-
ingarfundi at stilla upp 6
valevni til komandi løg-
tingsval; 3 kvinnur og 3
menn.
Tad er fyrstu ferð, at
uppstillingin er jøvn
millum kynini. Hetta má
sigast at vera nýskap-
andi í føroyskum poli-
tikki. Arbeitt hevur verið
leingi vid at fáa kvinn-
urnar meira við í poli-
tikk, og hetta er so
veruleiki á listanum hjá
Norðoya Tjóðveldisfe-
lag, skrivar Norðoyggja
Tjóðveldisfelag í tíð-
ndaskrivi.
Listin telur fleiri kend
nøvn. Karsten Hansen
og Heini O. Heinesen
fara óivað at kappast um
ovastu rók á listanum.
Onkur á listanum er
eisini heilt nýggjur í
landspolitikki.
Listin telur fleiri kend
nøvn. Listin er hesin í
bókstavarøð:
Olga Biskopstø, sam-
felagsfrøðingur, Klaks-
vík
Dánjal Jákup Hansen,
maskinmeistari, Norð-
oyri
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, Klaksvík
Heini O. Heinesen, løg-
tingsmaður, Kunoy
Jórun Høgnesen, bý-
ráðslimur, Klaksvík
Katrin Næs, studenta-
skúlalærari, Hvanna-
sund
Javnstøða á listanum
hjá Norðoya
Tjóðveldisfelag
– Eg havi nóg mikið
at gera í býráðnum,
og eg vil satt at siga
heldur røkja hetta
starv til fulnar, enn at
royna meg í lands-
politikki, sigur Rani
Nolsøe, sum ikki valdi
at stilla upp til
løgtingsvalið, hóast
hann stóð á listanum
til seinasta upp-
stillingarfund
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Rani Nolsøe var á val-
evnalistanum hjá Tjóð-
veldisflokkinum til fólka-
tingsvalið, men hann er
ikki at finna á listanum hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Norðoyggjum til løgtings-
valið. Hann var í uppskoti á
onkrum
av
innleiðandi
uppstillingarfundunum,
men tá ið tað kom til
stykkis, valdi Rani Nolsøe
ikki at stilla upp.
– Eg havi valt at nýta
mína orku upp á býráðs-
arbeiðið. – Eg havi nóg
mikið at gera í býráðnum,
og eg vil satt at siga heldur
røkja hetta starv til fulnar,
enn at royna meg í lands-
politikki,
sigur
Rani
Nolsøe.
Hann metir, at Klaks-
víkin stendur frammanfyri
so stórum broytingum, at
hann vil nýta alla orku til
hetta. Hann nevnir eitt nú,
at ein komandi undir-
sjóvartunnil setir stór krøv
til kommununa, samstundis
sum kommunan enn ikki
heilt er komin fyri seg eftir
sváru kreppuna fyrst í
nýtiárunum.
Rani Nolsøe ber tó ongan
ótta fyri valevnalistanum
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Norðoyggjum.
– Eg meti vit hava ein
sterkan lista, sum eisini er
ein góður javnstøðulisti,
sigur Rani Nolsøe.
Rani metir tvey mál hava
størstan týdning tey kom-
andi
fýra
árini
fyri
Tjóðveldisflokkin.
– Fullveldi og at halda
áfram við sama góða bú-
skaparpolitikkin er alt-
avgerandi fyri tey komandi
fýra árini. Kunnu vit halda
fram við somu samgongu,
so er einki til hindurs fyri,
at vit taka stór fet móti
fullveldinum, sigur Rani
Nolsøe.
Løgreglan hevur
higartil funnið ein
feril av amfetamin í
sleikisneisini, sum ein
ung genta lat
løgregluni, eftir ein
tilburð í Havn
seinasta vikuskiftið.
Løgreglan tekur
málið í størsta álvara
RÚSEVNI
Heri á Rógvi
Í vikuni kom ein ung genta
á gátt hjá løgregluni. Við
sær hevði hon eina sleiki-
sneis ella ein slikkipinn,
sum onkur eisini kallar tað.
Hennara frágreiðing var, at
hon hevði fingið hesi
sleikisneisina frá einum
ókendum mannfólki tíðliga
sunnumorgunin. Ein vin-
kona hjá henni hevði eisini
fingið eina tílíka sleiki-
sneis. Tá vinkonan hevði
etið sneisina, so stóð illa til
við gentuni, og hon kendist
seg heilt "undarligt". Tann
unga gentan valdi at goyma
sína sleikisneis, tí hon
hevði mistanka um, at
okkurt ikki var heilt rætt.
Gentan fór tí til løgregluna
við sleikisneisini.
Løgreglan tekur málið í
størsta álvara, og sneisin er
send til Danmarkar til fleiri
kanningar. Løgreglan í
Føroyum hevur eisini gjørt
kanningar, og kanningar
higartil hava víst, at sleiki-
sneisin inniheldur ein feril
av amfetamin. Hetta skal tó
takast við fyrivarni, tí tey
mongu litevnini og annaðí
sleikisneisini kunnu eisni
geva útslag í kanningunum.
Tískil fæst tað ikki endaliga
at vita, hvat er í sleikisneis-
ini fyrr enn í komandi viku,
tá kanningarnar eru lidnar.
Lars Müller, p.a. á krimi-
naldeildini hjá Løgregluni í
Føroyum, upplýsir, at um
tað er soleiðis, at talan er
um amfetamin ella annað
evni, so hevur løgreglan
fingið ein stóran trupul-
leika at dragast við. Lars
gitar sær til, at hetta kann
vera ein roynd at skapa ein
marknað í Føroyum fyri
tílíkum evnum.
Hann veit eisini at siga,
at prísurin á rúsevnum í
Føroyum er farin upp í
seinastuni. Eitt gram av
hassj kostar nú einar 200
kr./g. Til samanberingar
kostar eitt gram 25 kr. í
Danmarkar.
Prísurin
í
Grønlandi liggur um heili
1.200
kr.
fyri
hvørt
grammi.
Lars Müller veit at siga,
at amfetamin og ekstasy
eru evni, sum løgreglan
hevur lagt merki til tey
seinastuni árini.
Hjalti
Gunnarstein,
Tjaldurs Apotek, upplýsir,
at amfetamin er eitt sera
vandamikið
evni,
sum
minnir um ekstasy.
– Talan er um eitt sera
vandamikið og tørvelvandi
dusandi rúsevni, sum setur
meira lív í fólk. Míni ráð
eru at halda seg langt vekk
frá evnunum, tí hjáárinini
eru mong, og ringt er at
sleppa burturúr misbrúkin-
um, sigur Hjalti Gunnar-
stein.
Kenna einki til
Í teimum báðum náttklubb-
unum, Club20 og Platform,
sum húsast í bygningini hjá
Havnar Klubba, kenna tey
als einki til hvørki sleiki-
sneisir ella tílík evni.
Havgrímur Johannesen,
stjóri fyri Platform, hevur
ongantíð merkt nakað til
rúsevnismisnýtslu á hans-
ara dansistaðið, og hann
tekur harðliga avstand frá
tílíkum.
Taða sama er galdandi
fyri Toni Dam, stjóri fyri
Club20. Hann upplýsir, at
teir einki vilja hava at gera
við tílík evni. Hetta tekur
eisini grundarlagið undan
okkum, sigur Toni Dam.
Báðir klubbarnir hava
samstarv, har fólk, sum eru
kend fyri at selja rúsevni,
fáa atgongubann yvir eitt
longri tíðarskeið, og har er
eingin bøn, verður sagt.
Rani Nolsøe:
Hava nokk við býráðnum
Sleikisneis latin til løgregluna:
Ein feril av amfetamin
Ein sleikisneis er ikki altíð bara ein sleikisneis vísir tað seg. Ein
feril av amfetamin var at finna í hesari sneisini.
mynd: Jens Kristian Vang
Høgni Hoydal:
Eg haldi allar avtalur
C
M
Y
K
5
4