Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 27 - 8. februar 2002 Nr. 27 - 8. februar 2002 7 - Ein orsøk til, at limirnir í Suður- streymoyar Javnaðar- felag revsaðu Helenu var møgliga tann stóri niðurskurðurin av blokkinum hon var við til at samtykkja. Henn- ara støða í hasum málinum hevur gjørt tað truplari fyri Javnaðarflokkin at kunna føra sín politikk út í lívið. Júst hetta hevur tí helst verið eitt rættiliga týðandi element í teimum metingum, sum lim- irnir í SSJ hava gjørt sær heldur formaður Javnaðarfloksins, sum tekur avgerðina hjá felagnum til eftirtektar, tó at hann heldur, at Helena hevði verið við til at styrkt flokkin. UPPSTILING TIL LØGTINGVAL Jan Müller - Hetta er sjálvandi ein avgerð hjá tí lokala felag- num, og hana mugu vit taka til eftirtektar, men tað kemst ikki uttan um, at tað harmar meg eitt sindur, at man hevur trupulleikar við at leggja eitt gamalt stríð aftur um seg og lata upp fyri nøkrum nýggjum møguleikum sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn- aðarfloksins, nú uppstill- ingin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mikukvøldið endaði við, at Helena Dam á Neystabø ikki kom á listan til løgtingsvalið. Mugu ikki dyrka ósemjur Jóannes Eidesgaard heldur tað vera rætt at vísa á tað, sum nú hendir á Tvøroyri. – Tað, sum hendi í Havn mikukvøldið, er ikki ser- liga analogt við tað, sum hendi á Tvøroyri seinasta sunnudag, har vit stovnaðu eitt nýtt felag, ið avloysir trý feløg. Tað er eingin loyna, at fleiri av teimum feløgunum hava ligið í einum innanhýsis stríði í fleiri ár. Tað hava vit so lagt aftur um okkum. Eg dugi tí ikki at síggja nakað enda- mál í tí politiska lívinum at dyrka ósemjur, líka mikið hvar man er í landinum. Tað má vera málið at leggja ósemjur aftur um seg og arbeiða frameftir. Hann vísir á, at tað er ikki nakað eindømi, at politikarar skifta flokk. Tað er nakað, sum hendir í nógvum londum, og tað eigur man at hava loyvi til. Serliga ein Javnaðar- flokkur, sum byggir á brøðralag og forstáilsi, eigur at lata upp fyri, at man eisini kann saðla um politiskt, um tú kemur til ta niðurstøðu, at tað, sum tú hevur staðið fyri framman- undan, er ikki gott nokk. - Heldur átti man at frøðst um, at onkur aftrat nú tekur undir við okkara sjónar- miðjum á sjálvstýrisvong- inum og viðvíkjandi væl- ferðarsamfelagnum. Men tað hevur man so ikki gjørt, og tað verða vit noydd at taka til eftirtektar. Mong góð dømi -Men tá so stór mótstøða var at fáa hana á listan, liggur hetta so ikki meira djúpt enn bara tað at dyrka ósemjur, og kann tað ikki hugsast, at mong javnað- arfólk hava havt ringt við frá degi til dags at skula stuðla einum politikara, sum hevur verið í andstøðu til flokkin so leingi og sum entá hevur verið formaður í øðrum flokki? - Tað er møguligt. Men vit hava dømi um fólk, sum eru komin uppí Javnaðar- flokkin eftir at hava verið í øðrum flokkum, og har eingin trupulleiki bleiv av tí. Verkamannafylkingin gav okkum ótrúliga harða mótstøðu í valstríðnum í 94 og var medvirkandi til, at vit fingu ein lemjandi ósig- ur á tí valinum. Men fólkini í Verkamannafylkingini hava síðani roynst ómeta- liga væl fyri Javnaðar- flokkin, tá tey seinni komu upp í flokkin. Tað vóru eisini markantir politikarar, men tað kláraði man at liva við. So eg haldi, at vit hava positivar royndir av slíkum sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó ikki dylur fyri, tá talan er um ein framstand- andi politikara í einum øðrum flokki, so er tað rætt, at tað kann tað skapa ein ótryggleika millum vanligar limir. Og tann ótryggi fer oftani í eina verjustøðu og atkvøður nei. Stundirnar ikki góðar - Kann tað vera, at øll henda tilgongdin hevur verið ov stutt, at javnað- arfólk hava kanska ikki havt neyðugu tíðina til at lata tingini sodna, og at Helena Dam á Neystabø kanska heldur ikki sjálv hevur havt neyðugu tíðina og rætta pallin til at kunna greiða frá síni broyttu støðu? - Stríðið í Sjálvstýris- flokkinum er ikki so gam- alt. Tað hevði møguliga verið ein heilt onnur støða, um vit vóru mitt í einum valskeiði, har man kundi havt stundir til at vant seg við tankan. Men tær stund- irnar góvust ikki. At tingini verða so forserað ger helst, at fólk kenna seg ótrygg og verða yvirhálað av nøkrum, og har tey ikki rættiliga hava gjørt upp við seg sjálvan, hvussu tey skulu fyrihalda seg. - Heldur tú útmeldingar- nar hjá Helenu hava verið nóg heilhjartaðar og greið- ar, soleiðis at hon við teimum veruliga hevur megnað at venda síni fortíð bakið, soleiðis at javnaðar- fólk hava kunnað tikið hana fyri fult? Hon flytur seg - Tá ein persónur sum Helena Dam á Neystabø hevur hug at koma upp í Javnaðarflokkin, so er tað ikki tí, at Javnaðarflokkurin flytur seg mótvegis henni. Tað er hon, sum flytur seg. Og tað er greitt, tá hevur hennara trúvirði ein trupul- leika, og tað er so hon, sum skal út at verja sítt politiska trúvirði. Formaður Javnaðarflok- sins vísir á, at Helena Dam á Neystabø hevur sagt seg taka fult og heilt undir við Sjálvstýrislógini, sum legg- ur upp til eina munandi meira hóvliga gongd. Hon hevur viðgingið, at tað finst eingin loysn í sjálvstýris- politikkinum uttan um Javnaðarflokkin. Tá tað snýr seg um vælferðarøkið, hevur tað hon stendur fyri á t.d. pensiónsøkinum ikki ligið so langt frá tí Javn- aðarflokkurin stendur fyri. Hvat teimum stóru mál- unum viðvíkur, so sigur Jóannes Eidesgaard seg hava upplivað í teimum samrøðum hann hevur havt við Helenu, at tað eru sjónarmið, sum saktans kunnu harmoniserast. Men tað er greitt, at ótryggleikin er kanska millum limirnar út frá tí, at hon hevur staðið markant á fullveldiskósini millum Høgna og Anfinn. - Út frá tí sannroyndini kemur tað kanska ikki so óvart á teg, at hon ikki kom á listan? - Nei. Men hinvegin kundi ein eisini sæð tað soleiðis, at við henni fingu vit so ein meira í okkara kór, sum mælir til nakað meira hóvligt enn tað, sum Høgni og Anfinn hava mælt til. Tað eigur eisini at bera til at síggja tað frá hini síðuni, at tað er hugaligt, at sjónarmiðini Javnaðar- flokkurin stendur fyri fáa størri undirtøku. Blokkniðurskurðurin - Nú hevur tað havt stóran týdning fyri Javnaðarflokk- in ikki at lækka blokkin við meira enn 100 mill. kr. og har hevur Helena so tikið undir við eini nógv størri hækking. Er tann munurin einkisigandi? - Nei tað er hann avgjørt ikki. Júst hatta punktið við niðurskurðinum av blokk- inum giti eg eisini fundurin í felagnum hevur revsað hana mest fyri. Tað er eing- in ivi um, at tað valupplegg, sum vit vilja fara út við, kostar eisini pengar. Og nettupp fíggingin av teim- um ábótum á vælferðar- samfelagið er vorðin ein trupulleiki í og við, at tú hevur hálað tað fíggjarliga grundarlagið burtur. Henn- ara støða í hasum málinum, har hon hevur tikið undir við landsstýrinum um at skerja 366 mill. kr. av blokkinum hevur gjørt tað truplari fyri Javnaðar- flokkin at føra sín politikk út í lívið. Sjálvur vil eg halda, at júst hetta hevur verið eitt rættiliga týðandi element í teimum meting- um, sum limirnir í SSJ hava gjørt sær. Um Helena í størri mun hevði rannsakað seg og í størri mun lagt sjógv til politikkin í farandi skeiði eitt nú til stóra blokk- niðurskurðin heldur Jó- annes Eidesgaard so, at tað hevði broytt nakað? - Tá man roynir at finna út av, hví hon fór úr Sjálv- stýrisflokkinum, um tað var tí hon ikki kundi standa inni fyri politikkinum, sum Sjálvstýrisflokkurin stóð fyri í samgonguni ella tað varð orsakað av innahýsis stríði millum hana og Sámal Petur í Grund – tá hevði hon sjálvandi staðið munandi sterkari í eyg- unum á javnaðarfólki, um tað varð so, at hon gjørdi bart og segði, at hon kundi ikki stuðla samgonguni or- sakað av hennara politisku støðu. Hevði tað hent mun- andi fyrr, so hevði støðan helst eisini verið heilt ein onnur. - Tað hevur víst seg at vera turbulensur, har He- lena hevur verið og vil onkur spyrja, um man ikki hevði fingið líknandi stríð og ósemjur kom hon upp í Javnaðarflokkin. Hevur tú varhugan av tí? - Eg vóni ikki, at nakar ynskir, at Javnaðarflokk- urin skal vera ein losja av hugnaligum politikarum, sum renna undan hvørjum stríði. Politikkur er at hava eitt opið vindeygað útetir. Torir man ikki at onnur nærkast flokkinum, so hev- ur man eitt veldugt pro- blem. Tí má flokkurin ikki gerast eitt stað, har man bara situr og verjir síni egnu sjónarmið og annars ikki vil órógvast av øðrum. Tað er sera vandamikið. Tú mást alla tíðina bjóða teg fram og vera opin fyri, at nýggj fólk leggjast til og serliga ung. Tað er lætt, at øll eru ikki nemm. Summi eru meira kontroversiell enn onnur. Metti tað vera rætt - Tú heldur ikki tað hevði skatt Javnaðarflokkin, at Helena kom uppí flokkin og eisini á ting? - Tað er ringt at meta um. Men tað var so ikki tað sum eg metti frá byrjan. Eg helt, at kundi hon foreina síni politisku sjónarmið við okkara og vildi fara út at stríðast fyri teimum saman við okkum, so dugdi eg ikki at síggja ein trupulleika av, at hon konverteraði til Javnaðarflokkin. Tað bleiv so hennara avbjóðing at fara út og verja sín politiska leiklut eftir ta avgerðina. - Onkur hevur sagt, at har Helena er, har er hon heil og har vil hon eisini ráða. Tú hevur ikki hugsað um, at hon kundi verið ein hóttan móti tær sjálvum sum formaður í framtíðini, kom hon sterkt inn? - Sum formaður í Javn- aðarflokkinum er tað mín uppgáva at tæna flokkinum sum best. Skulu tey per- sónliga áhugamálini telja meira, tá eru vit á eini vandamiklari kós. So mín støða er ikki tann mest áhugaverda í hesum saman- hanginum. - Tað hevur ligið í luftini, at tú hevur mett, at hon fór at styrkja flokkin kom hon á listan. Er tað so eitt afturstig fyri teg og tín formansskap, at hon kortini ikki kom á listan? - Tað er eingin loyna, at eg var rættiliga opin mót- vegis Helenu, tá tað varð staðfest, at hon varð áhugað fyri at koma upp í Javn- aðarflokkin. Tað var væl tí, at eg metti, at tað vildi styrkja okkara støðu í Suð- urstreymi, har kappingin verður munandi harðari enn í nøkrum øðrum valdømi, tí tað er har flestu veljararnir eru og har okkara kapp- ingarneytar hava ótrúliga sterkar listar. Eg skal ærliga viðganga, at eg metti tað hevði styrkt okkara lista var hon við. Tá tað ikki hendi, má eg so taka ta støðu til eftirtektar. - Kann hetta “stríðið um Helenu” hava skatt stevið í tingbólkinum og valstríðið annars? - Tað vil eg ikki vóna. Tingbólkurin hevur í nógv- um málum verið ósamdur og havt nógvar tingingar, áðrenn vit eru nádd fram til semju. Hetta klára vit eisini. Eitt val aftaná hetta Uppá fyrispurning um hann hevur nakað gott ráð til Helenu nú sigur Jóannes Eidesgaard, at tað kemur væl eitt val aftaná hetta, og Helena hevur framvegis eitt langt politiskt lív framman fyri sær. Tað verður so hennara avgerð, hvussu hon tacklar støðuna. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hann í øllum hesum málinum við Helenu hevur sæð tað sum sína skyldu sum formaður ikki at lata ein møguleika fara afturvið borðinum uttan víðari. At felagið í Havn ikki hevur tikið undir við tí er so teirra avgerð. - Mítt grundsjónarmið er, at man sum leiðandi politikari í einum flokki ikki hevur loyvi til at halda fast um gamlar ósemjur. Man hevur undir ongum umstøðum loyvi til at røkja persónsáhugamál framum floksáhugamál. Og tað meini eg avgjørt ikki eg havi gjørt í hesum málin- um. Tí haldi eg, at eg sum formaður havi gjørt tað, sum varð rætt. Blokkniðurskurðurin feldi Helenu Jóannes Eidesgaard: -Tað kemur eitt val aftaná hetta, og Helena hevur framvegis eitt langt politiskt lív frammanfyri sær sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, ið eisini vísir á, at hann í øllum hesum málinum við Helenu hevur sæð tað sum sína skyldu sum formaður ikki at lata ein møguleika fara afturvið borðinum uttan víðari. At felagið í Havn ikki hevur tikið undir við tí er so teirra avgerð Helena Dam á Neystabø møtti massivari mótstøðu, tá hon á uppstilling- arfundi hjá Suður- streymoyar Javnaðar- felag í mikukvøldið varð vrakað sum val- evni hjá Javnaðar- flokkinum UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Við 24 atkvøðum frá teim- um umleið 100 møttu lim- unum í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag eydnaðist tað ikki Helenu Dam á Neysta- bø at gerast valevni hjá Javnaðarflokkinum til løg- tingsvalið komandi. Í øllum førum sleppur hon ikki at stilla upp fyri Javnaðar- flokkin í Suðurstreymoy. Stórur spenningur hevur verið, hvørt tað fór at eydn- ast Helenu Dam á Neystabø at sleppa upp á listan, nú hon í síðstu viku meldaði seg sum lim í Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag. Suðurstreymoyar Javnað- arfelag hevði annan og triða uppstillingarfund í hølum Starvs- mannafelagsins miku- kvøldið, og tá skuldu lim- irnir velja út 11 valevni av teimum 15, sum vóru í upp- skoti. Helena Dam á Neystabø varð skotin upp á øðrum uppstillingarfundi, men tá atkvøtt varð, fall hon á 12 pláss á listanum. Hon var 20 atkvøður frá at vinna 11. pláss. Síðani varð annar upp- stillingarfundur niðurlagd- ur, og triði uppstillingar- fundur settur løtu seinni. Á triðja uppstillingarfundi kundi bert atkvøðast – nýggj fólk kunnu tá ikki koma á listan, og tá skuldu møttu limirnir kjósa sær tey 11 fólkini, sum skulu verða valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi til løgtings- valið, sum verður í seinasta lagi 30. apríl. Eftir at úrslitið av øðrum uppstillingarfundi var greitt, varð sjálvandi stórur spenningur, hvussu at- kvøðubýtið fór at verða eftir triðja uppstillingar- fund, men har var kortini ikki tann stóra broytingin. Tey somu 11 fólkin vórðu vald á listan, men Helena Dam á Neystabø endaði hesaferð sum nummar 13, og vantaðu henni 28 at- kvøður í at vinna seg fram um nummar 11 á listanum. Saman við Helenu Dam á Neystabø høvdu fleiri fólk teknað seg sum limir í Suð- urstreymoyar Javnaðarfelag seinastu dagarnar. Men tey sluppu – eins og Helena sjálv – ikki at atkvøða, tí lógir Javnaðarfloksins siga, at atkvøðurætt á uppstill- ingarfundi, hava bara fólk, sum vóru limir fyri fyrsta uppstillingarfund, og hann hevur verið fyri fleiri mán- aðum síðani. Helena Dam á Neystabø vrakað av Javnaðarflokkinum Helena Dam á Neystabø hitti tíðindafólk eftir upp- stillingarfundin mikukvøldið Mynd: Eirikur Lindenskov Eg kann bara stað- festa, at limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ikki vilja hava meg á list- an, og at veljarin so- statt ikki sleppur at tala, sigur Helena Dam á Neystabø, sum mikukvøldið varð vrakað sum valevni hjá Javnaðarflokk- inum í Suðurstreymi UPPSTILLING Eirikur Lindenskov – Demokratiið hevur talað, men veljarin slapp ikki at tala. Hetta var fyrsta viðmerk- ingin frá Helenu Dam á Neystabø, efitr at hon varð vrakað sum valevni hjá Javnaðarflokkinum í Suð- urstreymoy mikukvøldið. – Eg hevði eitt tilboð til Javnaðarflokkin, og tað var at lata meg stilla upp fyri flokkin, eftir at fleiri fólk í Suðurstreymoyar Javnaðar- felag – og leiðandi fólk í flokkinum – heittu á meg um at stilla upp, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. – Men tað eydnaðist ikki, og eg kann bara staðfesta, at Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag ikki er av somu áskoðan, sum teir limir, ið hava heitt á meg, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Hevur einastu loysnina Sum støðan nú er, eru dag- arnir hjá Helenu Dam á Neystabø sum tingkvinna taldir. Hon sigur, at hóast hon varð vrakað sum val- evni hjá Javnaðarflokkin- um, so ætlar hon ikki at meldað seg úr flokkinum. – Míni hjartamál eru sjálvstýrismálið og væl- ferðarmálið. Eg haldi, at hesi mál best kunnu saman- sjóðast í Javnaðarflokkin- um, men tað eydnaðist bara ikki hesaferð. Kanska høvi býðst seinni, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur, at tað er av sera stórum týdningi, at vit fáa loyst sjálvstýrismálið. Loysnin hjá sitandi sam- gongu er miseydnað. Ein- asti máti at loysa hendan trupulleika er gjøgnum sjálvstýrislinjuna hjá Javn- aðarflokkinum, heldur hon. – Eg merkti mær tó á fundinum, at limirnir í Suð- urstreymoyar Javnaðarfela kanska heldur vildu verja sambandsleiðina – men eg haldi, at bestu møguleikar at virka fyri eini saman- sjóðing av sjálvstýrismál- inum og vælferðarmálinum er gjøgnum Javnaðarflokk- in. Helena Dam á Neystabø leggur dent á, at vit mugu koma burtur úr støðuni, sum hevur eyðkent seinastu tvey valskeiðini. Í hesum valskeiðinum hevur full- veldismálið fylt alt ov nógv, meðan sjálvstýrismálið undir landsstýrinum hjá Edmund Joensen var eitt tabu-evni. Neyvan stillari Sosialurin spurdi eisini Helenu Dam á Neystabø, um hon fór at taka av at gerast stillari hjá Javnaðar- flokkinum, um tað varð heitt á hana um tað. Hóast hon ikki beinleiðis avvísti tí, so helt hon tað verða ógvuliga lítið sannlíkt, at hon fór at fáa slíka áheitan, tá hon júst varð vrakað sum valevni. Men tað er einki dulsmál, at fleiri fram- standandi javnaðarfólk feg- in vilja hava Helenu Dam á Neystabø sum lim í Javnað- arflokkinum, men tey halda, at tað er ov tíðliga hjá henni at stilla upp til valið hesaferð. Onkur hev- ur heitt á hana um at taka ein steðg, og síðani at stilla upp næstu ferð, tí tað kann skaða trúðvirði hjá Javnað- arflokkinum, at hon sum framstandi fullveldispolit- ikari stillar upp fyri Javnað- arflokkin, uttan at hon fyrst kann vísa, at hon fult og heilt tekur undir við grund- sjónarmiðum floksins. – Hatta skilji eg ikki rættuliga. Um eg skaði trú- virði hjá flokkinum nú, so dugi eg ikki at síggja, at eg ikki eisini gera tað um fýra ár, heldur hon. Listin ikki nóg breiður Helena Dam á Neystabø var limur í Javnaðarflokk- inum til triðja uppstillingar- fund hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í 1990. Tá meldaði hon seg úr flokkin- um, eftir at maður hennara, Kristian á Neystabø, ikki slapp á listan. Hann stillaði upp til løgtingsvalið í 1988, tá hann gjørdist nummar fýra á listanum. Fáar dagar eftir hendan fundin hevði Sjálvstýris- flokkurin í Suðurstreymoy síðsta uppstilingarfund, og tá kom Helena Dam á Neystabø á listan – og varð vald. Spurd um hon heldur, at fólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kanska bera agg til hana av hesi orsøk, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað skilir hon ikki. – Gera tey tað, so eru tey ikki víðskygt, tí hatta er eitt gamal mál sum langt síðani er farið. Um eg stillaði upp fyri Javnaðarflokkin nú, so hevði eg kunna givið flokk- inum eina størri breidd. Tey fólkini, sum komu á listan, eru ov eins, sigur Helena Dam á Neystabø. – Eg kundi gjørt Javnaðarflokkin breiðari – Míni hjartamál eru sjálv- stýrismálið og vælferðarmáli- ð. Eg haldi, at hesi mál best kunnu samansjóðast í Javn- aðarflokkinum, men tað eydnaðist bara ikki hesaferð. Kanska høvi býðst seinni… Mynd: Eirikur Lindenskov Linstin hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi Tummas Arabo, Signabøur Bergur Dam, Tórshavn Eyðálvur Dimon, Hoyvík Katrin Gaard, Hoyvík Katrin Dahl Jakobsen, Tórshavn Elin Lindenskov, Tórshavn Kristian Magnussen, Tórshavn Jan Midjord, Argir Kári Petersen, Tórshavn Hendrik Thomsen, Tórshavn Joan Ziskason, Hoyvík – Tað er rætt, at eg havi fingið fyri- spurning um at stilla upp fyri Javn- aðarflokkin í Norð- urstreymoy, sigur Helena Dam á Neystabø UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Hóast borgarar í Suður- streymi ikki fáa høvi at atkvøða fyri Helenu Dam á Neystabø til komandi løgtingsval, so eru allar súður ikki syft- ar enn. Eftir uppstilling- arfundin hjá Suður- streymoyar Javnaðarfel- ag váttaði Helena Dam á Neystabø leysatíðindini um, at hon hevur fingið fyrispurning um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Norðurstreymoy. – Eg búgvi í Havn, og eg eri limur í Suður- streymoyar Javnaðarfel- ag. Eg varð biðin um at vera í uppskoti til at stilla upp fyri Javnaðar- flokkin í Suðurstreymoy, men limirnir í Suður- streymoyar Javnaðarfel- ag vildu tað øðrvísi. Men tað er rætt, at eg eri biðin um at stilla upp í Norðurstreymoy, men eg havi ikki fleiri viðmerk- ingar til tað. Hatta fari eg at tosa við nevndina í felagnum um, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Hon váttar tó, at hon ikki verður á nøkrum lista hjá nøkrum øðrum flokki enn Javnaðar- flokkinum, hvørki í Suðurstreymoy ella aðrastaðni. Norðstreymoyar Javn- aðarfelag hevur uppstill- ingarfund sunnudagin. Norðstreymoyar val- dømi er tað valdømi, har Javnaðarflokkurin søgu- liga hevur verið veikast- ur. Fyrstu ferð Javnaðar- flokkurin fekk mann valdan í Norðstreymoy- ar valdømi var í 1984, tá Tummas Arabo varð valdur. Hann fall aftur til valið í 1988, men varð afturvaldur til valið í 1990 og fall aftur í 1994. Í 1998 varð Hans Pauli Strøm valdur á ting fyri Javnaðarflokk- in í Norðurstreymoy. Helena fingið tilboð um at stilla upp í Norðstreymoy C M Y K 7 6