Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 27 - 8. februar 2002 Nr. 27 - 8. februar 2002 9 - Herða vit blokad- una, verður skjótt ringt at undirvísa, tí allar serstovur verða ónýtiligar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Fyrradagin lýsti Føroya Lærarafelag í Útvarpi Før- oya við, at blokadan, fe- lagið setti í verk móvegis allari uppgávugerð til skrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10. flokki í føroyska fólkaskúlanum í summar, stendur við. Felagið sýtir øllum limum, virkandi lær- arum, fráfarnum lærarum og lærarum, sum eru í øðrum starvi, at taka á seg at gera próvtøkuuppgávur fyri Mentamálastýrið. Samband er millum part- arnar. Føroya Lærarafelag hevur verið á fundi við Mentamálastýrið, men sum skilst er einki nýtt komið á borðið. - Vit sóknast eftir einum dialogi millum Mentamála- stýrið, kommunurnar og okkum. Seta vit okkum øll í felag at tosa um viður- skiftini, kundi glið komið á, men eftir øllum at døma er Mentamálastýrið ikki áhugað í tí, hóast so langt er útliðið. Mentamálastýrið sær bara forðingar og gevur seg alla tíðina undir, at tey hava gjørt tað tey kunnu og hava ikki heimild at sam- ráðast við kommunurnar, sigur Elsa Birgitta P. Peter- sen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Landsstýrismaðurin við mentamálum, Óli Holm, váttar, at einki nýtt er í málinum. - Tað sær striltið út, men vit arbeiða við málinum, og umhugsa at kalla allar partar inn til fund saman. Føroya Lærarafelag um- hugsar í løtuni at herða blokaduna, eitt nú við at sýta lærarum, sum jú røkja søvnini fyri einki, at gera hesa uppgávuna. - Herða vit blokaduna, verður ringt at undirvísa eftir summarfrítíðina. Tá verða allar serstovur skjótt ónýtiligar, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen. Villleidd Tað var tíðliga seinasta heyst, at Føroya Lærarafe- lag lýsti blokadu mótvegis allari uppgávugerð til próv- tøkurnar til fráfaringar- roynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Orsøkin er, at Føroya Lærarafelag vil hava viðurskiftini viðvíkj- andi savnsrøktini og KT- vørðunum í rætt lag. Mentamálastýrið skal av- greiða hesi viðurskiftini við kommunurnar, men hetta er ikki gjørt, millum annað tí, at stýrið sigur seg ikki hava heimild at samráðast. Hesi viðurskiftini, ið framvegis liggja á láni, eru partur av semjuni, ið varð gjørd eftir drúgva verkfallið á vári 2000, undirskrivað av tveimum landsstýrismonn- um. - Tá ið semja er gjørd og undirskrivað, hava vit havt álit á, at viðurskiftini lok- sins verða loyst. Alt annað er at villleiða okkum. Vistu vit av, at hetta málið fór at verða so trupult at loysa, høvdu vit brúkt orkuna til onnur mál undir samráð- ingunum fyri tveimum árum síðani, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur áður sagt í blaðnum, at tað kemur ikki upp á tal at fara uttanlands eftir próvtøku- uppgávum til føroysku næmingarnar í 9. og 10. flokki. - Vit halda vakið eyga við limunum hjá okkum, og vilja tryggja okkum, at eingin føroyskur lærari ger próvtøkuuppgávur. Skuldi onkur gjørt tað, krevja vit, at tað fær avleiðingar fyri viðkomandi, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. So fastlæst sum støðan sær út til at vera, eru útlitini til, at næmingarnir í 9. og 10. flokki sleppa til skriv- liga roynd, ógvuliga vána- lig. Lagt er upp fyri at tálma vaksandi tørvinum á lærarum. Í summar byrja tveir flokkar við lærara- lesandi á Føroya Læraraskúla FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Í summar verða tveir flokk- ar við læraralesandi tiknir inn á Føroya Læraraskúla. Løgtingsfíggjarlógin legg- ur upp til hetta, og Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, váttar, at so verður. Hetta er aðru ferð í søgu skúlans, at tveir flokk- ar av nýggjum lærarales- andi verða tiknir inn í senn. Orsøkin nú eins og tá er, at stórur tørvur er á útbúnum lærarum í føroyska fólka- skúlanum. Í dag er 10. hvør lærari í fólkaskúlanum ikki útbúgvin lærari, og útlit eru til, at hesi verða fleiri í framtíðini, um ikki okkurt munadygt verður gjørt. Tað fer ikki at standa á at fylla tveir flokkar við les- andi. Vanliga liggur um- søkjaratalið til læraraút- búgvingina um tey hundr- að. Nógvir mátar eru ivaleyst at tálma stóra læraratørv- inum. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag hevur skotið upp, at lærarar, ið starvast í fólkaskúlanum taka á seg nakrar eyka undirvísingar- tímar, heldur enn at taka óútbúnar lærarar inn. Eisini í Danmark er stórt lærara- trot, og Danska Kenslu- málaráðið hevur í eini roynd at tálma tørvinum skjótari, skotið upp at gera eina tvey ára læraraút- búgving. Rektarin á Føroya Lær- araskúla heldur ikki, at hetta er ein skilagóð loysn - Útbúgvingin er í styttra lagi sum er, og her í Før- oyum hava vit ikki tann trupulleikan, at okkum vantar umsøkjarar, ei held- ur, at nógv gevast við út- búgvingini. Føroyskir lær- arar eru eisini drúgvari í starvi, enn lærarar í lond- unum uttan um okkum. Í Danmark, eins og í øðrum londum, har læraratørvurin er sera stórur, verður tosað um, at fólk, sum longu hava onkrar ávísar útbúgvingar frammanundan, kunnu fáa tilboð um eitt ískoyti, sum gevur teimum formligan førleika til starv í fólka- skúlanum. Tað leikar ikki so á hjá okkum, at neyðugt er enn við tílíkum "neyð" loysnum, men okkum tørv- ar reglur, sum áseta, hvat ið fólk við øðrum útbúgv- ingum frammanundan kunnu fáa góðtikið sum part av eini læraraútbúgv- ing, og tí sleppa undan, velja tey at taka lærara- prógv á Læraraskúlanum, sigur Pauli Nielsen. Samlestur Er tørvurin stórur á lærar- um, er hann nógv størri á pedagogum. - Læraraskúlin hevur leingi gjørt vart við, at stór- ur tørvur er á pedagogum, og at tørvurin er alsamt vaksandi, men tað tykist at vera trupult at fáa ljóð fyri hesum.Tað átti at verið gjørt eitthvørt í bræði, og sjálvur haldi eg, at vit vístu leið, tá ið vit fyri næstan tíggju árum síðani høvdu eina roynd við samlestri millum lærarar og peda- gogar fyrsta árið. Hetta er leiðin, sum gingin verður nú í londunum uttan um okkum, og so seint sum í farnu viku fekk eg send- andi avrit av umsókn, sum danskur læraraskúli hevði sent myndugleikunum har um samlestur. - Eg kundi tí hugsað mær, at vit í framtíðini fara at hava nógv tættari samband millum ymiskar lærara- útbúgvingar, og tað hevði verið spennandi, um vit megnaðu at gera sumt av hesum í samvinnu við Fróðskaparsetrið, sigur Pauli Nielsen. Til pedagogútbúgvingina eru vanliga um hálv annað hundrað umsóknir. Í dag fáa 23 pedagogar prógv á Pedagogskúlanum. Fá høli Hølisviðurskiftini á Føroya Læraraskúla eru als ikki nøktandi til virksemið har. - Hyggja vit eitt sindur fram í tíðina, eigur lærara- skúlin at hava dupult so nógv lesandi sum nú á báðum verandi útbúgving- um. Tað merkir, at vit helst skuldu verið 400 lesandi á Læraraskúlanum um 5 ár. Harumframt kemur annað virksemi, og serliga eftir- útbúgving innan alt peda- gogiska økið. Ein stórur bági fyri hesi menning eru hølisviðurskiftini. Ábøtur tykjast vera á veg. Eitt sind- ur av peningi er játtaður í hesum fíggjarárinum, men okkurt munagottt má gerast, skal skúlin hýsa øllum tí virksemi, sum átti at verið her um stutta tíð, sigur Pauli Nielsen, rektari. Tveir flokkar við læraralesandi Umhugsa at herða blokaduna - Vit halda vakið eyga við limunum hjá okkum, og vilja tryggja okkum, at eingin føroyskur lærari ger próvtøkuuppgávur til skrivligu royndirnar í fólkaskúlanum í summar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag - Hyggja vit eitt sindur fram í tíðina, eigur læraraskúlin at hava dupult so nógv lesandi sum nú á báðum verandi útbúgvingum, sigur Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla –Landskassin skal gjalda helvtina av út- byggingini í sam- bandi við at nýggja suðuroyarskipið verð- ur bygt, tí Løgtingið hevur samtykt, at tað eisini skal sigla á Vág HAVNARÚTBYGGING Áki Bertholdsen Nú tykist loksins, sum um gongd fer at koma á havn- arútbyggingina í Vági, sum bíðað hevur verið eftir í langa tíð nú. Tað er tørvur á at byggja havnina í Vági út, bæði fyri vinnulívið í býnum, men eisini fyri at nýggja suður- oyarskipið skal kunna leggja at har. Arbeitt verður við eini út- byggingarætlan sum er mett at kosta 37 milliónir krónur. – Av teirri upphæddini er parturin, sum skal byggjast út í sambandi við nýggja suðuroyarskipið, mettur at verða helvtin, ella 18,5 mil- liónir, sigur Bjarni Djur- holm, landstýrismaður í vinnumálum. Hann sigur, at málið hev- ur verið fyri á landsstýris- fundi og har gav landsstýrið honum heimild brúka í mesta lagi 18,5 milliónir til havnargerð í Vági. Kostar havnarútbygging- in minni, verður landskass- ans partur eisini minni, tí landið kemur undir ongum umstøðum at betala meiri enn helvtina, sigur Lands- stýrismaðurin í Vinnumál- um. Hann sigur, at ongin pen- ingur er settur av til enda- málið, men at hann fer at biðja Løgtingið um eina eykajáttan, til arbeiðið. Ætlanin er at fíggja arb- eiðið yvir tvey ár, so at helvtin av upphæddini verður játtað í ár og hin helvtin næsta ár, einar átta, níggju milliónir um árið. Hann sigur, at sostatt hevur landsstýrið samtykt at fylgja tilmælinum, hann legði fyri landsstýrið um málið. Hann sigur, at Vágur verður ongantíð høvuðs samferðsluhavnin í Suður- oy, tí tað verður Trongis- vágur. Men Løgtingið hevur samtykt, og sostatt kravt, at Smyril skal sigla á Vág. – Tað má landsstýris- maðurin taka til eftirtektar og tað hevur hann gjørt, sigur Bjarni Djurholm. Men nýggja suðuroyar- skipið, sum ætlanin er at byggja, fær ikki lagt at í Vági, tí havnin er ov lítil og tí er ongin vegur uttanum. Hann sigur, at tá ið Løg- tingið hevur álagt Smyrli at sigla til Vágs eisini, ivast hann heldur ikki í, at tað fer at játta peningin til enda- málið. Tað er ikki bara í sam- bandi við Smyril, at tað er neyðugt at byggja havnina í Vági út, tí eisini vinnulív- ið har hevur trákkast eftir eini betri havn. Vinnulívið er nógv ment seinastu árini, bæði við frystigoymslu og laksavirk- ið og havnin er bæði ov trong og ov grunn til at skipini, sum alsamt verða størri og størri, fáa lagt at ekkaleyst. Tað ger tað sera trupult og órationelt at arb- eiða og tí er neyðugt at byggja havnina út, men tann partin, sum hevur við vinnulívið at gera, fíggjar Vágs Kommuna sjálv. Í summar Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, fegnast um, at tað nú er eru útlit fyri, at farast kann undir at byggja havnina út. Hann vónar, at arbeiðið kann byrjað beint eftir summarfrítíðina. Arbeiðið skal nú projek- terast og bjóðast út og tað tekur sína tíð. Borgarstjórin sigur, at rættiliga nógv skal fyllast út á fjørðin, nakað væl út um frystigoymsluna og Laksavirkið og so skal at- løgubryggja gerast uttaná, eins og ferjulega skal gerast til nýggja suðuroyarskipið. Nýggja havnin verður 10 metrar djúp. Porkeris Kommuna fer nú at gera spæli- pláss í bygdini, men hvar tað verður, er ikki avgjørt enn SPÆLIPLÁSS Áki Bertholdsen Nú fáa porkerningar eisini spælipláss í bygdini. Eli Frederikssen, borgar- stjóri, sigur, at bygdaráðið fer nú at útvega børnunum í bygdini eitt spælipláss. Hann sigur, at tað er dag- røktin í Porkeri, sum hevur heitt á kommununa um at útvega børnunum eitt spælipláss. Í dagrøktini í Porkeri eru 19 børn og uttandura hava tey ongastaðni, har tey øll kunnu vera í felag. Annars hevur dagrøktin eitt hús til taks í Porkeri, dagrøktarmammurnar hitt- ast við øllum børnunum nakrar ferðir um vikuna, har tey eru felags um ymisk ítrív, ella bara spæla saman. Talan er um eitt hús hjá kommununi, sum er gjørt ístand til endamálið og innistikað. – Men dagrøktin vil eis- ini hava eitt uttandura øki, har tey kunnu hittast í felag av og á og har børnini kunnu spæla úti í tryggum umstøðum, sigur Eli Frede- riksen. Hann sigur, at bygdaráð- ið er sinnað at lata teimum eitt øki, og bygdaráðið fer nú at finna eitt øki, tí enn er ikki avgjørt, hvar tað verð- ur. Porkerningar hava havt stórar truplleik- ar av vatnvetingini, men nú tykist sum um viðurskiftini eru fingin í rættlag VATNVEITING Áki Bertholdsen Nú tykist sum um rættlag loksins er komið á vatnveit- ingina í Porkeri. Porkerningar hava havt stórar trupulleikar av vatn- veitingini, men eftir at eitt nýtt reinsiverk er sett upp, tykist sum um vatnið er blivið reint. Porkerningar fáa vatn úr Vágsvøtnum og úr keldum undir Vágfelli. Vatnið úr keldunum undir Vágfelli er hampiliga gott, men har er so lítið vatn, at tað verri enn so nøktar tørvin. Sostatt er høvuðsvatn- veitingin úr Vágsvøtnum, men vatnið haðani ógvuliga skitið. Tað fekk porkerningar at seta reinsiverk upp fyri nøkrum árum síðani, ikki minst eftir kravi frá Royki- virkinum, sum mátti fáa reint vatn. Talan skuldi vera um eitt ógvuliga framkomið reinsi- verk, sum reinsaði seg sjálvt. – Trupulleikin var bara tann, at vatnið var so ómetaliga skitið, at verkið kláraði ikki at reinsa seg sjálvt, og tí gekk tað fyri, sigur Eli Frederiksen, borg- arstjóri. Hann sigur, at tískil virk- aði reinsiverkið bara í ein mánaða, ella so, og eftir tað var vatnið aftur líka skitið, sum tað var framman- undan. Hann sigur, at tað var onki hjá kommununi at gera, uttan at fáa nýtt reinsiverk. Avleiðingin av tí var, at tað allarmesta av reinsiverkinum er tikið nið- ur og nýtt sett upp ístaðin. Hann sigur, at bygdaráð- ið hevur nú fingið eina frá- greiðing frá ráðgevandi verkfrøðinginum, og eftir tí at døma, virkar nýggja reinsiverkið væl, tí nú er vatnið gott. Eli Frederiksen sigur, at tískil tyskist tað, sum um vatntrupulleikin er loystur. Men ætlanin er at byggja vatnveitingina út, so at meiri fæst av tí frægara vatninum undir Vágfelli- num. Men har er neyvan nóg mikið av vatnið til at nøkta tørvin, so tað fer framvegis at vera neyðugt at taka vatn úr Vágsvøtn- um. Fara at gera havn í Vági fyri 37 milliónir Vágur: Tað er eitt politiskt krav, at Smyril skal eisini sigla til Vágs tí er landið noytt til at byggja havnina út, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrsimaður. Tað hevur hann nú fingið heimild til frá landsstýrinum og tað er hann farin undir at fyrireika og borgarstjórin vónar, at farast kann undir arbeiðið í summar Fáa spælipláss í Porkeri Vatnið í Porkeri fingið í rættlag C M Y K 9 8