Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 27 - 8. februar 2002 Nr. 27 - 8. februar 2002 11 Annita á Fríðriksmørk løgtingskvinna Jógvan við Keldu løgtings- maður hevur sett mær nakrar áhugaverdar spurn- ingar, um málið viðvíkj- andi barnagarðinum til landssjúkrahúsið. Spurningarnir, sum vóru 9 í tali, stóðu í bløðunum mikudagin. Tað, sum hevur týdning í hesum sambandi er at skilja, hví barnagarðurin til landssjúkrahúsið er í serlig- ari støðu, og hví hann eigur at verða viðgjørdur fyri seg, eftir at barnagarðsøkið er lagt út til kommunurnar at røkja. Barnagarðurin er eitt mál fyri seg, og skal loys- ast serstakt. Landsstýrismaðurin ar- beiðir við eini prinsipiellari loysn, sum skal verða lang- siktað og sum kann nýtast sum fyrimynd, um líknandi tørvur skuldi víst seg aðrastaðni. Vísir seg tørvur á barna- gørðum aðrastaðni, sum eru opnir døgnið runt, er onki til hindurs fyri, at spurningurin aftur verður tikin upp til tað tíð. Reak- tiónirnar sum hava verið at sæð og hoyrt ímóti ætlanini hjá samgonguni um at byggja barnagarð til lands- sjúkrahúsið, hava m.a. gingið út uppá, at "fær Havnin, so skulu vit eisini hava". Slíkt er óseriøsit. Ynskir onkur okkurt, má orsøkin verða onnur enn, tí "at Havnin fær". Har má verða fingin til vega ein tørvs- meting, sum lýsir støðuna, og svarar uppá spurningar, sum t.d. um trupulleikin við at fáa læknar og sjúkra- systrar og onnur at søkja størv á staðnum er orsakað av manglandi barnaansing. -- At barnagarðsøkið er lagt út til kommunurnar at røkja er eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin er í samráðingum við Tórs- havnar Kommunu (hereftir TK) um eina loysn á hesum máli, við tí fyri eyga, at TK eisini átekur sær sína ábyrgd. Frá almennari politiskari síðu er rætt at miðja eftir so góðum kørmum sum møguligt, soleiðis, at tæn- astan á Landssjúkrahús- inum kann verða á einum dygdargóðum støði fyri alt Føroya fólk. Men so harfrá og at krevja, at TK skal átaka 100 % ábyrgd av einum barnagarði, sum vit politiskt ynskja skal verða opin 24 tímar um døgnið, kann ikki verða rætt. Kjak um peningarenslið millum valdømini Jógvan við Keldu vísir á munin millum skattainn- tøkur og almenn/privat størv í ávíkavist TK og øðrum kommunum, og setir soleiðis hesar upp ímóti hvørjum øðrum. Vit eiga hinvegin at minnast til, at hvør av øðrum liva má. Og soleiðis er tað óansæð, hvør tú ert, ella hvaðani tú ert, ella hvørja kommuna talan er um. Og soleiðis er tað eisini óansæð um ein- um dámar betur almenn størv ella privat. Í einum samfelagið sum okkara er alneyðugt við øllum góðum kreftum, almennum sum privatum, óansæð um hesar búleikast í Havnini ella aðrastaðni í landinum. Og so kann eg leggja tað afturat, at hóast spurt verður um munin millum Havnina og onnur øki, og um sambandið teirra mill- um, so verður neyvan í nøkrum blaðgreinum møguligt at geva eina sakliga lýsing, hvørki av peningarenslinum millum valdømini, ei heldur av støðuni í hvørjum valdømi sær. Lat okkum heldur síggja samfelagið út frá tí sjónar- vinkli, at hóast ósemjur og stríð, so liva øll øki í land- inum av hvørjum øðrum og hava gagn av hvørjum øðrum; og allir tættir á arbeiðsmarknaðinum liva somuleiðis av hvørjum øðrum og hava gagn av hvørjum øðrum. Soleiðis eru spælireglurnar í okkara lítla men fjølbroytta sam- felag. Latum okkum so at enda standa saman og stuðlað landsstýrismanninum hjá okkum í hesum máli. Hann roynir hóast alt at fáa eina skilagóða og langsiktaða loysn á málinum. Hann er farin til verka og dregur hvørki valdømisstríð ella partapolitikk inn í málið! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Í gjár hevði landsstýrismaðurin í lógarmálum Høgni Hoydal fund við danska ráðharran sum hevur útlendingamál um hendi. Endamálið við fundinum var at vita, um tað ber til at yvirtaka útlendingaøkið ella partar av tí. Sum skilst hevur tað eydnast lands- stýrismanninum at fáa grønt ljós fyri eini slíkari yvirtøku umframt flóttafólkaøkið. Sambart útvarp- inum í gjár skal setast ein sokallað skjót manna- gongd í verk, tá tað snýr seg um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi til Føroya. Síðani skal arbeiðsbólkur setast at fyrireika lóggávu, tá tað snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og spurningin við at umsita, hvørji flóttafólk skulu koma til landið og ikki. Málið skal yvirtakast seinast í hesum árinum. Hóast tað í tí stóra høpinum er eitt lítið mál, so má tað sigast at verða skilagott, at Landsstýrið er sinnað at yvirtaka eitt nú umsitingina av arbeiðsloyvum fyri útlendingar, ið koma til Føroya. Man hevur lært av teimum samskiftistrupulleikum, ið hava verið og ikki minst tann tíð, tað hevur tikið, at umsitið slík mál. Alt hevur verið viðgjørt tvær ferðir áðrenn við tað, at Landsstýrið hevur viðgjørt umsóknina fyri síðani at skula sent hana niður til Danmarkar. Yvirtøkan av einum slíkum máli átti ikki at skapt økta umsiting, tí Landsstýrið avgreiðir eftir øllum at døma øll mál sum er, og neyvan er nakar flokkur, ið ikki heldur vil hava slík arbeiðsloyvi avgreidd í Føroyum. Føroya Landsstýri hevur til eina og hvørja tíð betri føling við tørvinum hjá borgarum og vinnulívi í Føroyum, enn eitt avgreiðslukontór niðri í Danmark. Vit hava so eisini sæð, hvussu tung og óliðilig skipanin kann vera við arbeiðsloyvum. Her hugsa vit m.a. um oljuleitingina á landgrunninum í fjør. Tá skuldu eftir røttum allar umsóknirnar til Danmarkar at viðgerðast, áðrenn loyvi kundi gevast. Og skuldi tann reglan haldast, so hevði als ikki verið nøkur boring í fjør. Tí fleiri mánaðir ganga at fáa svar úr Danmark. Tí varð einasta leiðin tá at geva undantaksloyvi el. Nettupp hetta er eitt gott dømi um, hvussu skilagott tað er, at viðgerðin av um- sóknum um arbeiðsloyvi fer fram heima í Føroyum og onga aðrastaðni. Hettar átti at verið eitt mál, ið kundi verið yvirtikið í tí stilla, uttan stórvegis hóvasták og staðfestingar. Umsitingin hevur sum skilst víst í verki, at hon er væl før fyri at avgreiða slík mál sum er. Men her er so eitt mál, sum landsstýrið hevur megnað at fáa avgreitt, og er tað neyvan í andsøgn við tann yvirtøkupolitikk, sum eisini partar av andstøðuni standa fyri. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Skilagóðar yvirtøkur VIÐMERKINGAR Jónfinn Olsen Form. í UfM Tað hoyrist nú, at tað skal verða møguleiki at útbúgva kommunulæknar í Føroy- um. Í fylgið ÚF aftrar onkur seg við at søkja, sum møguliga hevur áhuga at koma henda vegin, tí møguleiki er ikki fyri at fáa børnini ansaði. Í stevnuskrá Miðfloksins undir heilsumál stk. 1, stendur soleiðis: »Øllum borgarum landsins eigur tilboð um góða heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði«. Men útbyggja vit ikki økið, og fáa støðuga tilgongd av útbúnum fólkið til hetta økið, eisini við víðari út- búgving fyri eyga, so kann tað verða skjótt, at onki tilboð á hesum økið er til borgaran í Føroyum. Men Miðflokkurin vil arbeiða fyri at góð heilsu- og sjúkrarøktar tilboð standa borgarum okkara í boði við væl útbúnum fólkið, um tú gevur honum møguleika til tess. Sigast kann at ein barna- garður til Landssjúkrahúsið hevði bøtt munandi um hetta. Tí er tað av so stórum týdningi, at íløga verður játtað til henda barnagarð. Miðflokkurin tín rødd á løgtingið. Barnagarð til landssjúkrahúsið! Aftursvar til Jógvan við Keldu Nú manglaði barnagarðurin á LS Jógvan Arge Í einari valgrein til bý- ráðsvalið 2000 varð tikið soleiðis til um hjartamálini: "Ongantíð er meiri aktuelt enn nú at gera sær hugsanir og leggja ætlanir um fram- tíðina hjá okkara høvuðs- staði". Hetta er staðfest upp aftur meir síðani. Tí havi eg av heilum huga tikið undir við at gjørd verður ein heildarætlan fyri útbygging av Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið er sett í verk. Eitt ráðgevarafelag stendur fyri tí saman við umboðum fyri kommununa. Ætlanirnar skula verða lidnar um eitt ár. Tá hava vit vónandi eitt gott og spennandi boð uppá, hvussu Havnin skal út- byggjast sum býur og høv- uðsstaður tey fyrstu 20-25 árini. Hvar bústaðarøkini verða, hvar vinnuøkini verða, hvar handilsøkini verða, hvar stovnarnir verða og hvar rekreasjóns- økini verða. Hetta er óivað eitt torført putlispæli, tí hóast komm- unan er stór í vavi, so er ikki alt lendi eins væl egnað til alla nýtslu, og nakað nógv av góðum byggilendi er longu brúkt. Kommunan og oljan Í summar varð uppskot lagt fyri býráðið um eina oljuráðleggingarnevnd fyri Tórshavnar Kommunu. Ætlaði at býráðið skuldi seta fólk at meta um, hvat árin tað fær á Tórshavnar Kommunu og okkum, sum her búgva, um oljuvinna av álvara tekur seg upp undir Føroyum. Málið fekk ringa mót- tøku. Borgarstjórin kallaði tað eitt politiskt flopp og fekk sítt egna uppskot sam- tykt, sum segði, at embæt- isfólk í kommununi skula savna saman teir leysu endarnar um oljuvinnu, sum liggja á ymsum skrivstovum hjá býráðnum. So frægt var kortini, at evstamark varð sett. Frá- greiðing skal leggjast fram í summar. Tá verður so høvi at taka aftur í aftur hetta málið, sum kanska fer at vísa seg at hava nógv størri týdning, enn borgar- stjórin í Havn dugdi at ímynda sær. Øðrvísi íbúðarbygging "…og tí er neyðugt at fáa gongd á aðrar íbúðarform- ar. Gongdin tann vegin hev- ur verið at hóma leingi", varð skrivað í sambandi við húsaneyðina í Havn. Tórshavnar Býráð hevur nú verið við til at stovna ein sjálvsognarstovn, sum hev- ur til endamáls at byggja lutaíbúðir á Berjabrekku. Lutaíbúðir eru sera nógv frammi í eitt nú Danmark, har fíggingarstovnarnir í fyrstu framtíð væntast at fara at detta um beinini á hvør øðrum at sleppa at fíggja slíkar íbúðir. Men lóggávan í Føroyum gevur ikki slíkum ætlanum tær røttu sømdirnar. Tað er spell, tí slík bygging er eisini ætlað teimum, sum ikki eru før fyri ella ikki leggja í at seta seg fyri van- ligum sethúsum. Vanliga eigur hon heldur ikki part í Hon eigur heldur ikki part í spekulasjón. Best hevði verið, um eftirlønargrunnar ella onn- ur við pengum komu upp í ætlanir av slíkum slag, men tey tykjast halda seg aftur. Tí tykir mær, at tað nú er ein spurningur, um komm- unan ikki noyðist at seta nakað meir í projektið á Berjabrekku 3 til tess at fáa gongd á Havi skilt, at Berjabrekka 3 skal keypa grundstykkið, sum byggjast skal á, frá kommununi fyri útivið fimm mió kr. Til tess at komið eitt stig longur fram ímóti teirri øðrvísi íbúðar- byggingina kundi komm- unan, um hon meinar nakað sum helst við sína vælvild, skotið grundstykkið inn í ætlanina. Eintáttað bygging "Sjálvandi skal kommunan, so væl, sum hon kann, útvega nýggj grundstykkir til sethús", varð sagt í somu grein. Gongd er allatíðina í slíkum ætlanum, og tí er nógv ferð á húsabyggingini í Havn í dag. Hesi hús seta sín dám á umhvørvið og verða ein partur av Havnar býi í mong, mong ár. Tí er um- ráðandi, at skil er í bygg- ingini. Húsini skula bæði vera góð at búgva í og hava gott árin á kringumhvørvið og býarmyndina. Partar av tí nýggjastu húsabyggingini í Havn kundu verið betur. Ein- staklingahúsini eru vanliga áhugaverd og prýði fyri umhvørvið, men orsøk er til at finnast at raðbygging- unum. Mær tykir, at vit longu hava fingið heldur nógvar av hesum longu sperðlun- um, sum eru so eináttaðir og keðiligir, at tú onkrar løtur kennir teg staddan eystanfyri jarntjaldið. Her hevur byggideildin hjá kommununi eina týð- andi uppgávu saman við byggi- og býarskipanar- nevndini. Meir enn so verður talað at, men tað verður kanska ikki gjørt nóg ofta og nóg fast. Eg haldi ikki, at tað nýtist at vera ein meginregla, at lítið hugflog skal vera í eini húsabygging fyri at hon skal vera yvirkomilig fíggj- arliga. Býurin og børnini "Allir partar verða vinn- arar, um trupulleikarnir at ansa børnum verða loystir", varð sagt um barnaansing- armálini, sum vóru eina- fremst í kjakinum til bý- ráðsvalið. Havi viðgjørt hesi málini í mentamálanevndini. Ong- in ivi er um, at hugburðurin er at nøkta tørvin, so skjótt sum til ber, og tí verður fyrsta dagin farið undir at byggja tveir stovnar aftrat. Hevði samgongan ikki havt loynda dagsskrá í hes- um byggingarmáli, høvdu stovnarnir báðir longu verið komnir væl áleiðis, men nú verða teir valla lidnir fyrrenn árið fer at halla. Útlit eru til, at fleiri dagstovnar verða settir í ordra nakað skjótt. Serfrøðingar hava í seinastuni viljað verið við, at fløskuhálsar á hesum økinum og íbúðarøkinum darva teirri menning, sum annars hevur tikið seg upp í landinum. Marjus Dam løgtingsmaður Sjálvandi má hann smílast. Loysingarleiðarnir Annfinn Kallsberg og Høgni Hoydal geva honum 400 milliónir hvørt einasta ár. Og sleppa tey framat eftir valið, veksur peninganøgdin til 1,6 milliard krónur árliga. Ella 6,4 milliardir í einum valskeiði. Fyri hesa stóru upphædd kann mangt gerast í Dan- mark. Og um hendan upp- hædd ikki er tilstaðar, so er tað mangt, ið ikki kann gerast í Føroyum. Hvat hendir tá? Hvat fer at henda, tá hend- an risaupphædd er burtur hoyrir ongin nakað um. Pressan, ið javnan spyr Høgna og Anfinn Kallsberg mangt og hvat, setir ongan- tíð hendan spurning. Hvat hendir? Hvar skal skerjast? Tí tað er púra greitt, at tá minni peningur er tøkur, so skal sparast og skerjast. Hetta er mest relevanti spurningur fyri vanliga før- oyingin. Men bæði løg- maður oga varaløgmaður svara ikki ella ósatt um hesi viðurskiftir. Løgmaður hevur fleiri ferðir nevnt um "varisliga og trygga til- gongd". Men ongin hevur enn sæð nakað roknistykki um hesi viðurskiftir - sjálvt um vit hava spurt, hvussu t.d skarnsgerðin(at skerja blokkin 400 milliónir) fer at ávirka t.d. íløgur, ið skulu gerast. Fullveldið lumpar lesandi: Mogens Lykketoft hevði eitt roknistykki. Tað svar- aði til 1,6 milliardir fyri at loysa árliga. Høgni Hoydal heldur fram at tosa. Hann tosar um útbúgvingarstuðul "hægri enn tann danska". Hví ikki siga sum er, at tá ríkisveitingin er burtur verður útbúgvingarstuðulin helst á íslendskum støði, nevniliga 0 kr. Tað hevði verið meira realistiskt. Vit kunnu nú hava ein rími- ligan útbúgvingarstuðul í Føroyum, av tí at vit eru í Ríkisfelagsskapinum. Fullveldið lumpar pensionistin: Hví ikki siga við føroyskar pensionistar, at pensiónin sum nú er hækka, tí vit enn eru í ríkisfelagsskapinum, fer at lækka munandi í fullveldinum - um tað yvirhøvur verður ráð at hava nakra pensión. Tað er lætt at tosa loysing og vera í ríkisfelagsskapinum. Men dagligi dagurin í fullveld- inum verður ikki tespiligur. Tí ongin peningur verur tøkur í mun til ídag. Fullveldið er í andsøgn til vælferðarsamfelagið: Hví ikki greiða fólki frá, at lønin fer at lækka, arbeiðs- loysi at vaksa. Hví ikki greiða frá, at vælferðar- samfelagið er ósannbarligt við eitt fullveldi. Hví látast sum um øll fíggjarviður- skiftir batna, tá minni peningur er tøkur. Tað er jú í andsøgn við allan veru- leika - uttan sjálvandi full- veldi - hvørs grundarstøði er lygn. Hvat við eitt sindur av sakligheit. Fullveldið er eitt land, ið byggir á luftkastellir og í stóran mun á ósannindir. Og hvør fær rokningina? Jú, sjálvandi tann sum higartil bert hevur fingið vaksandi rokningar frá loysingar landstýrinum. Áhugavert hevði verið at sæð avleiðingarnar av full- veldisrokningini. Hvussu við langtíðarætlanum, spar- ingum og skerjingum? Hvussu nógvir túsund føroyingar fara at flyta av landi? Hvussu stórt verður arbeiðsloysi og hvussu langt niður skal tímalønin lækka?.Varisliga mett. Anfinn Kallsberg & Høgni Hoydal. Lati føroyingar sleppa at síggja rokningina fyri loys- ingina áðrenn loyst verður - takk. Føroyar í Ríkisfelags- skapi hava eina fíggjar- ætlan at vísa, ið vit kunnu vera errin av - hóast tit hava skatt fíggjarætlanina sera nógv við at geva 400 milli- ónir burtur. Tit eru glaðir, tí Fogh smílist. Men tit skulu vita, at sera nógvir føroyingar halda tykkum hava gjørt eina dáragerð fyri Føroyar. Og vit smílast ikki - men bert ógvast og stúra fyri avleið- ingunum av tykkara luft- kastellum. Tit skaða móðurland mítt Føroyar. Ótøkk fyri ta skarns- gerð. Eyðgunn Samuelsen formaður í sosialu nevnd Klaksvíkar Býráð Nú um dagarnar hoyrist í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um vil leggja uppskot á ting um, at ein barnaans- ingarstovnur til starvs- fólkið á Landssjúkra- húsinum skal fíggjast á løgtingsins fíggjarlóg. Barnaansing er, sum øllum kunnugt, eitt kommunalt málsøki, so hetta ørkymlar at hoyra, at landið nú skal fíggja kommunalar uppgávur. Hvar fór tað greiða upp- gávu- og ábyrgdarbýtið millum land og komm- unu? Tað sum ørkymlar enn meira er, at nú ger lands- stýrismaðurin mismun á starvsfólki innan heilsu- økið. Hvat við ansingar- trupulleikanum hjá somu starvsfólkum á Suðuroyar- og Klaks- víkar Sjúkrahúsið? Eg kenni ikki trupulleikar- nar í Suðuroy, men kenni teir væl á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Í Klaksvík er bíðilistin á 150 børnum. Sjálvt um kommunan ger alt, ið hon er ment, at minnka um henda, er hann enn alt ov stórur. Vit hava sett okkum sum mál at fáa bíðirøðina vekk í hesum valskeiðnum, men tað er ein onnur søga. Starvsfólkið á Klaks- víkar Sjúkrahúsi hevur trupulleikar við at fáa ansingarpláss, eins og nógv onnur foreldur. Men tey hava eisini ein annan trupulleika, og tað er, at tey hava brúk fyri einum stovnið, ið er opin alt samdøgrið, tí tey hava skeiva arbeiðs- tíð. Um landsstýrismað- urin ikki veit tað, so kunnu vit upplýsa hann um, at trupulleikin við at fáa læknar er enn meira akuttur í Klaksvík og Suðuroy, enn í Havn. Væntandi barnaansing ger ikki støðuna betur, heldur ikki í útjaðaran- um. Skal hetta, ið lands- stýrismaðurin nú ætlar, ikki bert vera vanligt valagn, so má hann loysa trupulleikan fyri alt starvsfólkið innan heilsuverkið og ikki bert í einum valdømi. VIÐMERKINGAR Sámal Petur í Grund ger mismun á al- mennum starvs- fólkum kring landið Hví smílist Anders Fogh? Eitt ár í býráðnum (7) Valgreinir um framtíðina C M Y K 11 10